Zvonimir vart ph.d. ritgerð

Týsdagin 30 oktober vardi Zvonimir Mrdalo ph.d.ritgerð sína í búskaparfrøði við University of Aberdeen. Ritgerðin ber heitið: "A comparison of the Economic Efficiency of the Petroleum Fiscal Systems under Uncertainty: a Monte Carlo Simulation Approach.”

Ritgerðin er fyri størsta partin skrivað, meðan hann hevur arbeitt fulla tíð, og hevur hon tí tikið honum 5 ár at skriva. Oljufelagið BP Amoco Faroes, Fiskivinnugransking og Granskingargrunnurin hava umvegis Jarðfeingi stuðlað verkætlanini fíggjarliga.

Í metingarnevndini vóru Subhes Bhattacharyya, professari við Centre for Energy, Petroleum and Mineral Law and Policy, The University of Dundee, og Kasim Sola, Dr . og Research Fellow við Aberdeen Centre for Research in Energy Economics and Finance.

Alex G. Kemp, professari og Director of Aberdeen Centre for Research in Energy Economics and Finance, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Euan Phimister, professari og Programme Director of Aberdeen MSc Petroleum, Energy Economics & Finance hevur verið hjávegleiðari.

Zvonimir Mrdalo er 46 ára gamal, útbúgvin skipsførari frá Maritime College, Dubrovnik, Croatia. Hann kom til Føroya 1989 og arbeiddi tey fyrstu 5 árini á fiskavirkinum Har-Frost í Fuglafirði og sigldi síðani sum fiskimaður við Boðasteini í 5 ár

Í 1998 fór Zvonimir Mrdalo til Aberdeen at lesa. Hann tók MA in Economics Science with First Class Honors frá University of Aberdeen og seinni MSc in Economics Science frá Oxford University.

Síðani lokna útbúgving hevur hann starvast á Hagstovuni og hjá Sp/F 14. Siðani 1. juni 2011 hevur hann starvast sum Economics & Strategic Planning Adviser hjá Atlantic Petroleum.