møguleikar nú eru, kunnu fólk gita sær til, sigur Steintór og nevnir t.d. samstarv við Útvarp Føroya. Hann hevur varhugan av, at tey í ÚF eru áhugað og taka Pegasus í álvara. - Rás 2 fer nú í gongd her [...] sjálvsagt verið at hildið fram, men so skuldi ikki verða, sigur Steintór. Hann sigur, at tey í Pegasus nú kendu seg trýstan til at skriva undir sáttmála og at tey høvdu kensluna av, at Rás 2 kravdi og væntaði [...] verið á skránni 4 sunnukvøld. - Vit hava prógvað, at tørvur er á og at hugaligt er at hoyra onnur fólk, enn tey, ið altíð eru í luftini. Eisini hava vit prógvað, at tað ber til at senda úr Klaksvík, sigur
VERA TÚ Tað hevur sæst á prenti nú, at tað má vera nóg mikið at vera føroyingur í hjartanum ella »millum oyruni«, og at tað kann eingin taka frá okkum. Slíkt er ódømi. Skulu vit ikki kunna standa við, at [...] hevur givið okkum, duga ikki. Í dag kunnu vit taka onnur dømi um ikki at »liva lív síns sjálvs«, eitt nú at vit ikki gagnnýta okkara natúrliga tilfeingi betur og at vit ikki taka fulla politiska ábyrgd av [...] samleiki okkara kann vera heilskapaður og vit sjálv ikki »hálv« menniskju. Var tað so, at Føroya fólk kendi seg sum danskarar, so var eingin neyð; so var tann føroyski samleikin undirskipaður tí danska
sæst eisini. Fólk slítast og eldast skjótari. Fólk hava búk, yngri sum eldri og tað er ikki óvanligt at síggja ungar gentur við ølbúki, men tað leggja tær sektina á. Í Bretlandi lata fólk seg í, akkurát [...] hon kemur inn í tokið. The Ratdog Pápin sigur eisini farvæl nú, og hansara harða útsjónd hóskar slett ikki saman við teim rørdu kenslum, hann nú vísir. Hann hevur tatoveringar allastaðni. Og blusan, hann [...] verið á ferð síðan 25 mai. Í Danmark, í Grønlandi, aftur í Danmark og nú í Bretlandi, har eg havi vitjað Hull og Grimsby og eri nú á veg til Aberdeen.. Eg fylgi slóðini hjá Kaj Johan Johannesen, sála,
skúladepilin við Marknagil er endiliga farin av bakkastokki og í hesum føri skulu 515 milliónir brúkast yvir 5 ár. Í ár skulu 149 milliónir brúkast til hesa byggiætlaninia, og stjórin í TG Verk, sum stendur [...] byggjast fyri 36 milliónir krónur, harav 21 milliónir skulu brúkast í ár. Klaksvíkingar fáa somuleiðis sjúkrahús til 15 milliónir krónur. Av hesum skulu 11,2 brúkast í ár. Í alt merkir hetta almennar íløgur [...] byggja Landsjúkrahús fyri 489 milliónir avdúkað. Av hesum skulu knapt 30 milliónir brúkast í ár. Myndatekstur Tunnil til Viðareiðis verður nú veruleiki. Leiðin til Viðreiðis styttist við 5 km tá tunnilin
staðfestir Rannvá Skeel Johannesen. Hon heldur, at føroysku lærararnir skulu halda seg til sínar námsætlanir, og skúlarnir skulu lata tey tiltøkini, ið longu eru sett í verk at betra um lesiførleikarnar [...] Tað sær út til at rigga væl, og tað er í øllum førum í mun til hetta, vit skulu meta um og eftirmeta okkara undirvísing. Og so skulu vit krevja, at skúlin og útbúgvingin av okkara ungu verða sædd sum ein [...] føroyskir næmingar ikki standa seg so væl í Pisa-kanningum, tá tað snýr seg um lesiførleikar. Eitt nú eru flest øll teldu- og snildtelefonforrit á fremmandum máli, og í sjónvarpinum er bert tilfar til
veitararnir hava lovað, at klárt verður at byrja á Eiði um páskirnar, og málið er, at her skulu eini 20-30 fólk hava fast arbeiði, tá framleiðslan er komin í eina fasta legu. Stjórin vísir á, at umstøðurnar [...] og uttanlands, og áhugin fyri vørunum hevur verið veksandi. - Jú, áhugin fyri royktu vørunum, eitt nú laksi, makreli og svartkalva, hevur alla tíðina hevur verið veksandi, og vit vóna og trúgva upp á,
seinastu tíðina hava falsarar fleiri ferðir vent sær til familjuna, eitt nú um ymiskar miðlar. - Eg haldi tað vera keðiligt, at tað eru fólk, sum royna at gera sær dælt av støðuni fyri egnan vinning, sigur a [...] í stórum álvara, eins og løgreglan í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørji mál av slíkum slag skulu fylgjast upp og kannast nærri.
sigur, at pengarnir hjá ALS skulu ikki brúkast til endamálið. – ALS er ein skipan, partarnir á arbeiðsmarknaðinum settu á stovn, og sum teir umsita við tí endamáli at tryggja fólk eina inntøku, hóast tey verða [...] Tað er óhóskandi, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú tosar um at brúka pengar hjá ALS til at fíggja ein arbeiðsmarknaðardepil. Tað sigur Marita Rasmussen, nevndarlimur í ALS
Eg haldi hetta vera grundvallarmál fyri føroysku tjóðina og fyri sjálva hugsjónina um, hvussu vit skulu umsita, gagnnýta og verja náttúrutilfeingi, umhvørvi og vistskipanir í heiminum til frama fyri núverandi [...] eftir, hvussu ymsir felagsskapir, og filmsídnaðurin í Hollywood, flokka ymiskt djór, ella hvussu fitt, fólk halda tey eru, máa vit grundarlagið undan okkara møguleikum og rættindum at gagnnýta náttúrutilfeingi [...] okkum inn á stovnar ella umhvørvi, og vistskipanir, er sera týdningarmikið grundarlag hjá okkum bæði nú og í framtíðini, sigur Høgni Hoydal.
Landssjúkrahúsið strembar altíð eftir, at børn og ung ikki skulu innleggjast yvirhøvur. Men tá ið tað er neyðugt at leggja eitt barn, ella eitt ungt fólk inn, verður altíð skipað soleiðis fyri, at tað er eitt [...] skal fyribyrgja, at børn verða innløgd. Fyrireikingar eru gjørdar, og dagtilboðið er so smátt byrjað nú í ár. Annars verður arbeitt við at bøta um nýskipaða dagtilboðið, so at tað eisini skal fevna um i