storan týdning fyri lívið í Sandsvatni, Grothusvatniog Søltuvík og fyri allan heiðafuglin sum framvegis er har, og týdning fyri grønmetisframleiðsluna á Sandi. Tíðanverri vil ætlaði vegurin til illa lýddu [...] hon kemur til røttu avgerðini sum er at støðga hesari ørvitisætlan, tað vil verða teimum til miklan heiður og sóma. Hon kann taka somu avgerð sum bjargaði vátlendinum Millum Tjarnir á Eiði fyri nøkrum árum [...] Umhvørvismálaráharri Margit Stórá tekur til orðanna um týdningin av at verja okkara vátlendir. Einaferð høvdu vit nógv vátlendir og sum hava havt so stóran tydning fyri okkara vistskipanir og okkara heiðafugl
kravið var púra nýtt fyri kommununa, meðan FBF sigur í skrivi í dag, at tey hava gjørt tað greitt bæði í februar og juni 2024. (Fyri meiri enn einum ári síðani) Her sær tíverri út til, at fólk sita hendur [...] visti av fortreytunum fyri langari tíð síðani. Tað, sum undrar meg mest, er, at politiska leiðslan ikki hevur víst størri áhuga, havt tættari samskifti og kanska bjóða Klaksvík fram til enn fleiri ítróttagreinar [...] hendur í favn og bíða, til tingini koma av sær sjálvum. Soleiðis arbeiðir ein ikki, um kommunan skal vera í fremstu røð. Líkasæla kann køva framburðin og forða fyri, at Klaksvík verður sett á heimskortið,
heimildarfilmurin verður eitt spegl fyri ungar føroyingar, og eitt vindeyga fyri danir. “Nú er tað tín túrur at fortelja okkum um tíni trauma” Maria er sera glað fyri, at filmsverkætlanin hevur gingið so [...] madrassuna og fortelja um míni trauma. Eg haldi, at tað er ein góð ímynd av, hvussu okkara samband er blivið – har pláss er fyri at arga hvønn annan. ##med4## Filmstoymið kom til Føroya Sjálvt um Maria hevur [...] kundi gjørt tað til nakað vakurt og poetiskt. – Síðani hugsaði eg, at um eg nakrantíð skuldi gera tað, so skuldi tað vera nú saman við mínum filmstoymi. So mann kan siga, at upprunin til hugskotið kom av
fall, sat eg við eini kenslu av, at alt stríðið hevði verið til fánýtis – men eg vildi venda hesum maktarloysiskenslunum til nakað, sum bar til. So eg geri tað, sum eg kann: Eg geri ein film um tað, við [...] útbúgving sum filmsleikstjóri. Í septembur fer Maria til Danmarkar at luttaka í “pitch” kappingini Nordic Talents, har mann hevur møguleikan at vinna 250.000 NOK til eina spælifilmsverkætlan. Tey, sum hava lisið [...] haldi tað vera so avbjóðandi at standa framman fyri nógvum fólki og leggja eitt hugskot fram. Men aftaná eina løtu kom eg í tankar um, at har er ein orsøk til, at tey hava valt meg. Hetta hjálpti upp á nervarnar
starvsfólkum, eg sipaði til í røðu míni. Tað finnast ikki ófaklærdir heilsurøktarar ella ófaklærdir sjúkrarøktarfrøðingar. Tað eru ófaklærdu hjálparfólkini, sum vit ynskja at útbúgva til eldraøkið. Tað er eisini [...] av mær uppí rættleiðingina, veit eg ikki. Men lat tað fara. Tað má standa fyri hansara egnu rokning. Tølini eg brúki í røðu míni eru frá nevndarviðgerðini av uppskotinum um løn undir útbúgving, sum bleiv [...] at eg kundi verið neyvari í míni røðu fríggjadagin og heilt ítøkiliga nevnt, at talan er limir hjá Heilsuhjálpararfelagnum, sum eru ófaklærd. Eg innleiddi tó brotið í røðu míni við at nevna, at eg sjálv
Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu. Í fjør kom [...] serstakt at fara á pallin frammanfyri fólki. – Tað er nakað heilt serligt at standa á pallinum og spæla míni egnu løg. Tað hendir altíð okkurt millum tónleikararnar, men eisini millum áhoyrararnar og tey á pallinum [...] Lena Anderssen. Lena Anderssen spælir leygarkvøldið saman við bólkinum á Summar Festivalinum. Her ber til at síggja video-samrøðu við Lenu Anderssen: ##med2##
vildu hava, og eg fekk øll míni ynski: Kná, Tornado og Rispa. Serliga tann síðsta var ein dreymur at ríða á. Túrarnir vóru millum 32 og 38km til longdar, tilsamans 192km fyri vikuna. Hetta var eitt sindur [...] í Hvammi, 28 mans. Felags fyri báðar túrarnar var, at teir vóru sera væl skipaðir, veðrið var gott, og rossini vóru framúr. ##med2## SUMMARIÐ 2025 Tað vóru 19 mans teknaðir til túrin. Flestu vóru vanir [...] lyndið í rossinum sera væl, so at hvør maður fekk eitt ross, sum passaði til hansara støði, og um rossið var ágrýtið, og egnað til at ríða í fremra bólkinum, ella um tað var meira róligt, og kundi vera í
týdningarmikið fyri meg. Tað tættasta eg havi til eina niðurstøðu til tað, er kenslan av at hoyra til. Ólavsøkan, til dømis, framkallan fyri mær, nógvar av teimum somu kenslunum, um at hoyra til. — Og so kemur [...] tað ikki er ein feilur, sum man kann rætta til næstu ferð. Tað var fyri meg ein fortreyt. OL var ikki eydnan fyri meg. Míni avrik har, vóru ikki millum míni bestu. Danski landsliðsvenjarin í 2016, Nick [...] nógv um, hvat eg skuldi brúka møguleikan til. Eg vil fyrst viðmerkja, at eg eri ikki komin her fyri at hugleiða um loysing, um politikk, ella fyri at tala fyri einari agenda. Eg eri ikki politikari. Eg
siga til, at serbisku spælararnir iðraðu seg grønar og gular, meðan bláu og hvítu KÍ spælararnir saman við eldhugaðu áskoðarafjøldini stórfegnaðust um málið, sum vísti seg at vera avgerandi fyri, at tað [...] løtum fleyt KÍ spælið væl, men fyri tað mesta snúði tað seg um at standa væl í mongu nærdystunum – bæði á vøllinum og í luftini. KÍ hugburðurin var góður, og KÍ spældi seg til aðrar møguleikar. Størsti møguleikin [...] KÍ fer at halda fram í kappingini. Men talan var um framúr liðavrik, sum teir allir eiga stóran heiður fyri. Miðverjarnir Odmar Færø, Deni Pavlovic og Gaston Tellechea vóru aftur í kvøld sannir brandar.
mitt í samráðingunum, og teir skulu syrgja fyri, at tað ikki hendir aftur, sigur Araghchi. - Og so skulu tey veita endurgjald fyri skaðan, tey hava elvt til, stendur víðari. Uttanríkisráðharrin gevur ikki [...] sigur, at tað ber til hjá teimum báðum londunum at taka samráðingarnar uppaftur, sum steðgaðu upp, eftir at Ísrael leyp á Iran 13. juni Sambært Ísrael var endamálið við álopinum at forða fyri, at Iran gjørdist [...] bjóðað álitinum á USA av, sigur Araghchi. - Vegurin til samráðingarborðið er smalur, men tað er ikki ómøguligt. - Eg noyðist at sannføra míni viðhaldsfólk um, at fara vit undir samráðingar, so er hin parturin