síggja seyð her inni á gólvinum. Her verður greitt frá seyðahaldi, og hvussu eitt seyðaár gongur fyri seg. Hann sigur, at meðan fólk eru inni á gólvinum í seyðahúsinum, ganga kanska einar 2-3 ær við lombum [...] sum tó ikki er eldri enn so, at mong minnast aftur á tíðina. Eisini fjósini eru færri, enn tey vóru fyri nøkrum árum síðan. Mjólkin er vorðin meira miðsavnað. Vit hava fingið nøkur størri og meira nútímans [...] familja hansara sjálvi hava givið garðinum, tó at garðurin hevur verið í familjuni í nógv ættarlið. - Fyri 120 árum síðan læt abbi mín helvtina av garðinum frá sær, tí hann átók sær arbeiði á Borðuni í Nólsoy
nógv at gera, nú skjúrt, fyri- og turriklæðir skulu fáast til høldar áðrenn ólavsøku. – Tað hevur verið vevurin, sum hevur verið mítt. Poulina Jóanesardóttir hevur stóran áhuga fyri vevum og hevur átt fleiri [...] framvið og fer skjótt burtur aftur, og annað hongur við. Fyri 10 árum síðani komu tey russisku turriklæðini spakuliga, síðani hava tey tikið dik á seg og eru ógvuliga væl dámd í dag. Eitt tíðarskeið gjørdist [...] Poulina Jóanesardóttir hevur sæð hvussu føroysku klæðini hava ment seg við árunum, og hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at fólk seta sín dám á føroysku klæðini og royna ymiskt, tí summi rák fara
sigur hann. Tað varð ikki tilskilað nærri. Síðani samanbrestirnir tóku seg upp hósdagin, hava londini bæði ákært hvørt annað fyri at hava lopið á fyrst. Í gjár stongdi Tailand øll landamørk til Kambodja [...] Tailandi svaraði ikki ákæruni. Tailand og Kambodja hava stríðst fyri ræði yvir 817 kilometra langa markinum í meira enn 100 ár. Ósemjan snýr seg í høvuðsheitum um ræði yvir tempul í marknaøkjunum. Seinastu [...] Tailandi, at Kambodja brúkar langtrøkkandi vápn til at raka sivil øki. Landið ákærdi eisini Kambodja fyri at hava framt tað, sum tað lýsti sum barbariskar gerðir, sum "vitleyst hava kravt lívið av fleiri
leggja seg upp í spentar støður fyri at fyribyrgja og loysa ósemjur. Trý fólk handtikin Trý fólk eru handtikin í nátt fyri brot á skilhaldsreglurnar. Ein teirra varð seinni eisini skuldsettur fyri harðskap [...] Tíðindaskriv frá løgregluni: Føroya Politi hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, og sum heild hevur alt gingið friðarliga fyri seg. Friðarlig upptakt til dystin Seinnapartin í gjár savnaðust nógvir
fløgg og dreglar og hildu síðani leiðina oman í býin. Løgreglan fylgdi teimum, men helt seg tilpass í bakgrundini fyri ikki at provokera, sigur vaktleiðarin. Tá skeinkistøðini stongdu klokkan 2 í nátt vóru [...] dystin millum HB og Brøndby í gjár, ið sum kunnugt endað við javnleiki 1-1. Men gestirnir uppførdu seg so hampuliga, at eingin teirra varð handtikin. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at gestirnir [...] Ein annar persónur vildi ikki upplýsa navnið, og varð tí tikin við á støðina. Tá umbestemmaði hann seg, segði navnið, og slapp síðani leysur aftur. Hjá einum triðja persóni, sum ikki vildi akta boð frá
nunum í fjør, tá hann tíverri fekk ein skaða og ikki kundi spæla sjálvur. Fyri Neistan kom hetta tó væl við, tí hann tók á seg at venja kvinnurnar hjá hondbóltsfelagnum, sum hann sjálvur hevur verið knýttur [...] n kring kvinnuhópin er góður. Tað fegnast vit stórliga um – og takka toyminum handan kvinnuliðini fyri teirra stóra arbeiði! Teitur Magnusson heldur fram sum hjálparvenjari. Teitur er neistamaður um ein [...] hjá felagnum. Flestu árini hevur Eirikur verið liðleiðari hjá kvinnunum. Vit takka hjartaliga Eiriki fyri hansara stóra íkast til bæði rakstur og trivnað á kvinnuliðnum og í felagnum yvirhøvur! Nevndin fegnast
mønustingurin hjá HB. Men HB spælararnir vístu seg at orka eins væl og mótstøðumenninir. HB vísti fínan hugburð. Ein arbeiddi fyri allar, og allir arbeiddu fyri ein, og fram ímóti dystarenda eydnaðist tað [...] bólturin datt fyri føturnar á Jákup L. Thomsen, sum takkaði fyri og skoraði. Stórur fagnaður millum teir 3500 áskoðararnar, sum vóru óførir og gjørdu, at HB hevði alla orsøk at kenna seg vera á heimavølli [...] minutti til 1-1, tá ið hann úr 14 metrum og mitt fyri setti bóltin dygst inn við stólparótini. Hann var miðskeiðis í seinna hálvleiki skiftur inn fyri Jonas Enkerud, og ein annar innskiftur spælari, Mathias
bríkslaði fyri síðstu ferð, høvdu heimamenninir orsøk til at iðra seg, meðan KÍ spælararnir drógu andan lættari. Teir høvdu í seinna hálvleiki verið undir øgiligum trýsti, og heimaliðið spældi seg til fleiri [...] góðari støðu eitt sindur til vinstru. Hann royndi seg við skoti við høgra beini, og málverjin bjargaði. Um tað verður KÍ ella Radnicki 1923, sum fer at vinna seg víðari í kappingini verður avgjørt um eina viku
enda skal staturin Palestina byggjast upp, tryggjast liviføri hansara, og hann skal fáa møguleikan fyri, at hann - við at góðtaka avmilitarisering og viðurkenna Ísrael til fulnar - kann stuðla undir trygdina [...] ávarað um, at tað var á veg. Altjóða er vaksandi atfinningar móti Ísrael vegna hungursneyð, sum ger um seg í Gazageiranum. /Ritzau/ ##med2##
teirra er Heðin Hansen, sum hevur spælt 25 dystir í Europa fyri Víking og HB. Hin er Bartal Wardum, sum sambært FaroeSoccer hevur spælt 17 dystir fyri HB í Europa. Triði maðurin á listanum er Dan í Soylu, sum [...] Brøndby telist millum stinnastu mótstøðuliðini yvirhøvur, sum HB hevur hitt síðani 1993, tá ið HB fyri fyrstu ferð var við í europeiskari kapping. Síðani André Olsen fyrr í ár tók við sum HB venjari, hevur [...] javnar – í Gundadali ímóti KÍ og B36. André arbeiðir miðvíst, og hann sigur, at teir hava fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna í kvøld: -Vit eru fyrireikaðir til hesa uppgávuna. Síðani vit fóru í summarsteðg