vanda fyri at smitta onnur. Tey vita eisini at fólk á meginlandinum, sum hava tilknýti til útoyggj, og sum ætlar sær í útoyggj í næstum, fyrireika seg væl frammanundan. Í hesum sambandi siga tey, at hesi fólkini [...] um at hugsa seg serliga væl um. Tað er vanligt, at nógv fólk fer í útoyggj at ferðast á páskum, men nú koronasmittan ger um seg, heita tey á fólk, sum ikki eru av útoyggj, um heldur ikki at fara á útoyggj [...] tey meint, leggur hon afturat. Annars sigur hon, at tað er ikki so fólk, sum longu eru farin á útoyggj, kanska fyri at verja seg ímóti korona. Tað plagar at vera nógv fólk á útoyggj, men í ár eru tey komin
teirra økið at rudda. Eisini onkur eldri kona ringir, sum ikki sleppur út um dyrnar fyri kava. Hon fekk ikki keypt inn í gjár, og er av tí sama komin í neyð. Hon vil hava onkran heim til sín at rudda fyri [...] kommununi ikki klára at rudda tún fyri fólk. Men Andras greiðir frá, at fólk eisini eru ónøgd við, at privatir bilar standa undirkavaðir, tá fólkini skulu avstað við teimum. - Hetta er sum so ikki okkara uppgáva [...] allatíðina um alt møguligt. Men okkara fremsta uppgáva er at rudda høvuðsvegirnar, so ferðslan gongur, sum hon skal. Tó hava vit sett eini 5 mans av, sum einans koyra út til eldri fólk, har teir so hjálpa teimum
fýra skip, sum annars plagdu at vera seks, í gulllaksavertíðini í fjør. Hini bæði pørini, sum í fleiri ár hava fiskað gulllaks í vertíðini, eru Polarhav og Stjøran og Fuglberg og Skoraberg, sum eru fyrrverandi [...] eftir eykaluti. Teir, sum reka gulllaksaskipini, siga, at fiskiskapurin hevur verið misjavnur, síðan farið varð á fyrsta túrin í vertíðini hesaferð. Tað vísir seg, at høgættin hevur ikki roynst nakað serligt [...] Enn er ikki greitt, nær Polarhav og Stjørnan verða klár at loysa aftur, men vit hava skilt, at ætlanin hjá teimum, sum eiga Eysturbúgvan, var at fara út aftur týskvøldið í hesi vikuni.
línuna í klettin, sum tikið plagar at vera til, er tað kortini ikki so knívskorið hjá útróðrarmonnum, sum tað hevur ljóðað. Útróðrarmenn kunnu nevniliga søkja Havstovuna um loyvi at royndarveiða á stongdu [...] gps-arin tómur. Einki var hjá eftirlitinum at fara eftir, og tá báturin kom til lands, tók maðurin veiðina við sær til hús. Hóast ásetingar nú eru sum siga, at útróðrarbátar í vinnuligum útróðri við línu [...] irlitið, sum tá einki kann gera við hesar bátarnar. Sosialurin veit, at nógvir útróðrarmenn, sum reka vinnuliga línuveiði, hava brúkt henda møguleika í skipanini, og vit hava eisini skilt, at tað er ikki
ir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum kring Føroyar, men skipini hava sum heild smáligan fiskiskap. - Ísfiskatrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur. Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga [...] kongafiski og blálongu. Møguliga landar onkur síðst í vikuni sum kemur. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at fýra trolbátar eru til fiskiskap
okkurt er í miðlunum um onkran sum hevur brúk fyri hjálp, so eru politikarar beinanvegin klárir at siga, at hetta má raðfestast. Og alt gott um tað at uppraðfesta tað sum er neyðugt. Spurningurin er bara: [...] t? Tú kanst ikki hála onkran longur fram í eini røð, uttan at tað merkir, at onkur annar má longur aftur at standa. Men her virkar tað sum at øll skulu longur fram. Góðtaka ikki eitt nei Tá eg var lan [...] hava brúk fyri í løtuni, so er tað politikarum sum tora at siga, at vit kunnu ikki gera alt í senn. Í bestu tíðum hevur landskassin hall, millum annað tí at rakstrarútreiðslurnar seinastu 7 árini eru øktar
vakthavandi løgreglumaður sigur í morgun, at onkur spor eru komin undan kavi, sum teir nú royna at fáa greiði á at vita um tað kann føra til nakað. Vit kunnu endurtaka, at Dánjal Petur er 170-180 sentimetrar [...] Løgreglan heitir á fólk, sum vita nakað um Pidda at siga, um at venda sær til nærmastu løgreglustøð ella til støðina í Havn, telefon 35 14 48.? Seinast, tað kann sigast við fullari vissu, at hann var í samband [...] Løgreglan veit framvegis ikki at siga, hvat er vorðið av Dánjal Peturi Hansen, vanliga nevndur Piddi, úr Runavík, sum tey hava leitað eftir í fleiri dagar. Løgreglan brúkar rættiliga nógva orku upp á
Álítandi keldur í Gøtu vita at siga, at Eyðun Klakstein í dag er sagdur úr starvi. Eyðun Klakstein og Víkingur skrivaðu síðsta heyst undir tvey árasáttmála. Besta liðið plagar at venja týsdag klokkan 17.30 [...] eru nú á veg í Sarpugerði. Áðrenn teir fara at venja, fer leiðslan at boða teimum frá, at nýggjur venjari verður settur. Hvør tað verður hevur ikki eydnast at finna fram til. Gert Hansen hevur verið hj [...] Víkingi, sum spældi málleysan javnleik á útivølli ímóti AB og á heimavølli ímóti TB, og sum tapti 2-1 á heimavølli ímóti ÍF. Spurningurin hevur verið, um Víkingur skuldi dúva meiri á ungar spælarar, sum eru
Tað hevur sum heild gingið væl hjá Andrew av Fløtum og Fremad Amager tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Tað hava onnur feløg eisini lagt til merkis, og tað vil siga, at feløg, sum kanska eiga [...] enn Fremad Amager, eru áhugað í at knýta spælarar hjá Fremad Amager at sær. Fyrst í vikuni var greitt, at toppskjúttin og álopsfelagin hjá Andrew av Fløtum, Henrik Toft, sum hevur verið hálvt annað ár í Fremad [...] nýggjárinum av, men nú hevur Vejle lagt so mikið av pengum á borðið, at teir i Fremad Amager hildu tað ikki vera ráðiligt at seta seg ímóti, at hann nú beinanvegin flutti til Jyllands. 24 ára gamli og 196 cm
almenningin, at siga frá, skuldi tað verið onkur, sum var saknaður, men tað gav heldur einki úrslitit, og løgreglan hevur enn ikki frætt um nakran, sum er saknaður. Talan er um ein bil, sum hoyrir til eitt [...] um, at ein bilur var farin út av á Leirvíksvegnum. Bjargingarlið vórðu boðsent alt fyri eitt at leita eftir fólki, men eftir at hava leitað í fleiri tímar. bæði á sjógvi og landi, varð staðfest, at einki [...] Tí heitir løgreglan enn einaferð á fólk, sum kunnu vita nakað um hendingina, um at siga frá. Talan er um ein rættiliga eyðkendan bil – ein Mini Clubman – áleið sum tann, ið er á myndini. Eftir skrásetingini