hon er ikki á nakran hátt sjálvbiogafisk. Hon snýr seg um ein drong, sum leggur til merkis, at alt við honum ikki ruggar rætt. Hann hevur fingið smakk fyri blóði, sum noyðir hann at eta av sínum egnu. Teitur [...] ein vampýrur. Í Sjey dagar í helviti, fylgja vit honum, og síggja hvussu hann snýr seg úr trupulleikunum, sum stinga seg upp, tá onnur varnast at okkurt er galið. Revar vorðnir til vampýrar - Eg havi bara [...] orðið eina løtu, og greiðir frá skrivingini hjá Rannvá. - Eg dugi væl at síggja, hvussu hon hevur ment seg nú. Fyrst skrivaði hon um revar, so úlvar, varúlvar og nú er tað so vampýrar, hon skrivar um, greiðir
glað fyri tíðina í bygdaráðnum, sum hevur verið góð, spennandi og lærurík. Hon sigur, at umsitingin eisini hevur dugnað henni væl. - Vit hava havt tað ordiliga gott saman hesi ár, og tey siga seg harmast [...] Tað var ikki nøkur løtt avgerð, tá Aimé Jacobsen skuldi taka støðu til, um hon skuldi lata seg stilla upp aftur á kommunuvalinum, sum nú stundar til. Hon varð vald í bygdaráðið í Sørvágs kommunu í 2016 [...] borgarstjóri. Aimé Jacobsen hevði ikki ætlað sær á listan í 2016, men hevði sagt við fólk, sum skipaðu fyri, at hon kundi vera við, um teimum vantaðu valevni. - Sjálvandi gjørdist eg ovfarin og fegin, tá eg
genturnar, Iris Kirke og Eyðrið Egholm Hansen, sum báðar ganga í 5. flokki í Kollfjarðar skúla. Felags fyri tær báðar er, at tær eru aktivar á mangan hátt, bæði í skúlanum og í frítíðini, har tær spæla nógv [...] ynsktu eisini hinir næmingarnir í flokkinum at gera tað sama. Bæði Iris og Eyðrið hava stóran áhuga fyri hestum. Nú var so eitt høvi at læra meiri um hetta vakra og spennandi djórið. Iris leitaði í einum [...] løtu seinni aftur við eini tjúkkari bók í fanginum. Hon blaðar beinanvegin upp á síðurnar, sum snúgva seg um tað evnið, hon mestan áhugan hevur fyir beint nú nevniliga dressur av hestum. - Eg hevði so fegin
Jógvansdóttir. Tingkvinnan varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015, men longu á fyrsta tingfundardegi tann 16. september í 2015 meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum. Síðani hevur hon [...] fo, at Sonja Jógvansdóttir er á veg upp í Tjóðveldi. Sonja Jógvansdóttir hvørki váttar ella noktar fyri hesum tíðindum, men í morgun hevur hon skrivað á Facebook um støðuna, eftir greinina her á síðuni
positivur fyri at allar kommunurnar løgdu saman. - Persónliga hevði mær tí dámt best, um allar tríggjar bygdirnar í økinum løgdu saman í eina stóra kommunu. Hetta áttu tær allar at lagt seg eftir, sigur [...] orðaskiftinum. Her hevur hann eisini eina greiða støðu: Ein átti at gjørt ein felags framhaldsskúla fyri allar tríggjar bygdirnar á Kambsdali. - Har eru fleiri skúlar frammanundan, og tí átti ein at kunna [...] funnið fram til semjur og loysnir sum allar kundu góðtaka. - Hetta, trúgvi eg, hevði verðið til gagns fyri okkum øll!
lýsingar til bløðini og íløgan í Vinnuvitan og Vikublaðið fór fyri bakka, greiðir Árni Gregersen frá. At so nógvar milliónir eru farnar fyri skeytið er ikki nakað, sum ávirkar hann stórvegis. - Altso eg [...] feriu mánadagin í síðstu viku, og eg sá beinanvegin, at støðan var ikki góð, og at vit stóðu framman fyri stórum avbjóðingum. Vit arbeiddu so alla vikuna við nýggjum ætlanum, um hvussu vit kundu loysa tr [...] apríl 2007. Tað hevur leingi staðið illa til hjá Dimmalætting, og tískil kom tað ikki sum eitt sjokk fyri Árna Gregersen, at Dimma ikki fór at koma útaftur. - Eg havi vitað, at tað stóð illa til, og tí bleiv
frávelja sær nakrar dystir í HM fyri ikki at fáa vaml av fótbólti, og hann viðgongur, at hann sum Liverpool- og Ongland-fjeppari ongantíð hevur gjørt tað lætt fyri seg sjálvan. Hvørjum heldur tú við til [...] við HM? Fyri fýra árum síðan sá eg so nógvar dystir, at eg næstan fekk vaml fyri fótbólti. Tað vóru fáir dystir, sum eg ikki sá. Hesaferð fari eg at velja mær dystir burturúr. Eg havi virðing fyri øllum [...] mest av? Eg haldi, at nógv eru farin at taka hann fyri givið, og tí næstan gloyma hann. Men eg kann væl ímynda mær, at Lionel Messi fer at gera nógv um seg í hesi kappingini, og eg haldi eisini, at Argentina
tey kunnu gera, sigur Sunleif Rasmussen. Sunleif Rasmussen er í ár tilnevndur tvær FMA-virðislønir fyri Symphony no. 2: The Earth Anew. Hon er skrivað yvir eitt trý ára skeið, frá 2012 til 2015. Hina fyrru [...] framførd fyrr enn í 2000. Eitt er at skriva eina yrking ella at gera eitt lag. Men hvussu ber man seg at við at skriva eina symfoni? At arbeiða við yvir 80 ymiskum ljóðførum umframt solistum og kóri krevur [...] at siga, hvar man byrjar, tá man skal skriva eina symfoni. Eg fái eitt hugskot. Eg hoyri alt verkið fyri mær, men kortini ikki sum nakað ítøkiligt. Eg veit, júst hvussu verkið skal vera frá byrjan. Eg veit
áður, á einum palli aftan fyri mítt klaver. Hesaferð var tað í Vági, sum jú er tiltikin býur, tá ræður um nýggjárshald. Tað sigur Kim Hansen, ein av okkara kendastu aftan fyri klaverið. - Tað er tó sorgblítt [...] aldrinum at seta prís á tær smáu løturnar. Tað at biða faðirvár og lesa eina søgu á songarstokkinum fyri átta ára gomlu dóttrini, kann verða størri enn man trýr. Hann vísir eisini á njótandi løtur við ljósspæli [...] við og sum eru góð við teg. - Keðiligar løtur eru helst nógvar av, men tær hava ofta so lítið uppá seg, at tær bara enda sum ein sarkastisk "grumpy old man's" status á facebook.
Kim Hansen sigur, at hann
hvørji framtíðarmál ið landsstyrismaðurin hevði fyri fiskivinnuútbúgvingina í Føroyum. Heidi vísti á, at tá Tjóðveldisflokkurin í fjør legði uppskot fyri tingið um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna [...] Heidi Petersen. Við drúgva málinum um Miðnámsskúlan í Suðuroy í huga, óttaðust fólk í Vestmanna nú fyri, at hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga. Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk [...] viku setti Heidi Petersen fram ein munnligan fyrispurning um hetta málið, sum hevur so stóran týdning fyri fólkið í Vestmanna. Hon spurdi m.a. um, hvussu langt fyrireikingarnar vóru komnar, nær ein kundi væntað