aldur. Øll, sum hava tørv á hesi veiting frá Reyða Krossi, eru vælkomin at venda sær til felagsskapin so hvørt, tey hava tørv á tænastuni. Á heimasíðuni – www.redcross.fo – liggur ein frymil, sum kann fyllast [...] ætlað fólki, sum av ymiskum orsøkum ikki fáa endarnar at røkka. Vibeke Ingvarsson hevur ábyrgdina av hesi veiting, og hon sigur, at hetta er ein dulnevnd tænasta, har tey sjálvbodnu, sum taka sær av hjálpini [...] so stórur eftirspurningur eftir mat-og klædnahjálpini hjá Reyða Krossi sum í november síðsta ár. Eg veit ikki, hvat tað var, sum hendi, men tað vísti seg, at tá fingu vit nógv fleiri fyrispurningar, enn
fiskiskipum, sum avleiðing av Brexit. Soleiðis er umsóknin hjá eigaranum, Leon Buhl, send, áðrenn hendingina og alla umrøðuna, sum hevur verið um útróðrarbátin, Inger Katrine. ##med2## Fimm fiskimenn, sum vóru [...] Katrine, loysir aftur og fer til fiskiskap. Tað var umborð á hesum báti, at ein avloysari herfyri læt lív og hinir fimm av manningini, sum vóru við, eru varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri dráp. Eigarin av [...] Norðsjónum, sum varð fluttur á sjúkrahús. Men, tá maðurin kom á sjúkrahús, varð hann staðfestur deyður. Útróðrarbáturin, Inger Katrine, er 15 metrar langur, og Leon Buhl keypti bátin, sum er heimahoyrandi
nakað, sum fer at vinda upp á seg tey næstu árini – eisini millum ung, sum vilja hava tak yvir høvdið. Haraftrat eru tað tey eldru, sum sita í stórum húsum, ið eru trupul at viðlíkahalda og sum í dagsprísi [...] Linjohn Christiansen, sum hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu øll árini síðan hin 1. januar í 1989. Øll árini sum borgarstjóri, hevur hann siglt í Grønlandi – í mong ár sum skipari við Akamalik [...] sunnanvert Skopun, sum er hægstliggjandi landsvegur í Sandoynni, liggur einans í 124 metra hædd. - Til samanburðar kann nevnast, at hægsta bústaðarøki á Norðasta Horni í Havn liggur uppi á 172 metrum.
ferð, at ein ein sangari úr Føroyum endar í Eurovision. – Líkamikið hvar tú ert í heiminum, og hvar tú ert á palli, so fert tú altíð aftur til røtur tínar. Tað er púra greitt nakað, sum liggur mær á hjarta [...] heldur fram: – Tað var so nógv, sum vit ikki fingu gjørt á hesum pallinum, sum vit kunnu gera á stóra pallinum í Liverpool. Vanliga verður Eurovision hildið hjá tí landinum, sum vann seinast. Men av tí at Russlandi [...] Instagram hevur hann 339.000 fylgjarar. Nú hevur hann eisini tikið donsku sjónvarpshyggjararnar á bóli – eins og fakdómararnar við talenti sínum. Ungi føroyingurin vann í kvøld Dansk Melodi Grand Prix 2023. –
kloakkir, ljós og allar íbindingar til grundstykkini, sum verða seld planerað, tá tey eru liðug. Tað er entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, sum ger arbeiðið, og her hevur seinastu tíðina bæði verið grivið [...] grivið, borað og sprongt. Nýggja útstykkingin á Sandi liggur norðanfyri og í framhaldi av útstykkingini á Vatnsryggi, sum varð liðug fyri nøkrum árum síðan. Á Vatnsryggi eru 13 grundstykki, harav onkur [...] beint norðanfyri útstykkingina á Skarðsbøi. - Vit hava í eina tíð havt samskifti við byggifyritøku, sum áður hevur framt verkætlanir í Sandoynni. Útstykkingin og nýggjur barnagarður hava høga raðfesting
Óli legði upp til mál hjá sínum viðspælarum sum vant, men kom ikki sjálvur á máltalvuna í dag. Hetta er bert aðru ferð hetta kappingarárið, at Sävehof tapir ein dyst í bestu deildini. Sävehof er næstfremst [...] Talan gjørdist ikki um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í svenskum hondbólti í dag. Í bestu deildini vóru Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof í Stokkhólmi fyri 26-27 tapi móti Hammarby. Sebastian Karlsson [...] liðfelagarnir hjá oddaliðnum, AMO á útivølli fyri einum sensasjónellum tapi fyri IFK Karlskrona, ið liggur fjórðaftast í deildini. AMO tapti 28-29, har heimaliðið skoraði sigursmálið heilt móti endanum. Talan
forsetanum vælkomnum. - Hetta er ein serligur dagur í dag - í einari serstakari tíð, segði hon. Hon legði dent á tann stuðul, sum Evropa veitir Ukraina og segði, at Ukraina er ein partur av Evropa, og at framtíðin [...] framtíðin hjá Ukraina liggur í ES-samveldinum. Í sínari røðu heitti Roberta Metsola á lond og statir um at taka støðu til, hvørt tey vilja lata Ukraina langtrøkkandi vápn og stríðsflogfør, soleiðis at landið [...] landið kann verja tað frælsi, ið mong taka sum eina sjálvfylgju. - Vit vilja vera við tykkum - líkamikið, hvussu langa tíð tað fer at taka. Tit fara at vinna, segði forsetin í ES-tinginum eitt nú í sínari
Ein av teimum stóru bygningunum, sum fekk stóran skaða í storminum fyrr í vikuni, er ítróttarhøllin á Hálsi. Hermann Mortensen, sum umsitur høllina, sigur, at tvey lítið hol eru komin í dúkin á takinum [...] loysnaðir, umframt at isoleringin, sum liggur upp undir takið, er lyft upp frá og er rukkað í støðum. Hetta er á tí gamla partinum á høllini. Fólk frá brandstøðini vóru á takinum ein stóran part av degnum í gjár [...] skal støða takast til, hvussu skaðin skal umvælast. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum tað ber illa til at gera hesa tíðina. Ein møguleiki er tískil at tryggja høllina til í summar, tá ið skaði kann umvælast
Hvalvík. Hetta var ein bjálvaður dúkur, sum verður brúktur til slíkar konstruktiónir í Føroyum og aðrastaðni og sum tolir nógvan vind. - Dúkurin er bjálvaður við 10 sentimetrum av rockwool, sum ger, at lítið [...] gjørdar, og nýggjur dúkur liggur á aftur um einar tveir mánaðir ella so. Sørin Svenning Danielsen er ikki dapurskygdur, nú alt fór í luftina, og meginparturin av tjalddúkinum liggur í Hósvík. ##med2## - Hetta [...] lítið og einki hoyrist, tá eitt nú grovur heglingsælingur er. Sørin Svenning Danielsen, sum eigur Care On Sea, sigur, at nakrir bátar stóðu inni í bygninginum, tá allur tjalddúkurin varð rivin av. Men, tíbetur
vegøksl, og vegurin liggur í bygdum øki. Í 2014 setti eg ein fyrispurning í løgtinginum um hetta vegastrekkið, og tá fekk eg upplýst, at landið hevði keypt umleið helvtina av jørðini, sum skal brúkast til [...] hesum málinum, og tí fari eg á tingfundinum næsta mikudag at seta Dennisi Holm, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um, hvussu ætlanin er at loysa ferðsluavbjóðingina í Skálafirði. Helgi Abrahamsen