spennandi var at hoyra prátið við tey fremmandu í húsinum og hoyra nýggjar søgur. Søgan um pabba og mammu er eisini søgan um eini hjún, sum nú í 65 ár hava elskað og styðjað hvønnannan, og har ein innilig guðstrúgv [...] lívgevandi. Og sjálvt um allir teirra javnaldrar nú eru farin, so er tað tíbetur enn so, at eisini tey yngru í grannalagnum og í familjuni støkka inn á gólvið, so tey sita ikki í einsemi um dagarnar og kúra [...] so frøast tey enn sum fyrr um náttúruna. Ikki bara ferðirnar niðan á Eggjarnar, Múlan, Ryskivatn ella vestur á Eiðið - eisini úr køksvindeyganum lærdu tey okkum at frøast um náttúruna: hagani fylgdu vit
semja varð um at endurtaka tiltakið. Bátastevnan Kjalarvatn verður aftur nú leygardagin 15. mai. Tá ætla gongubólkarnir at ganga til Vestmannar, so vit síggja bátarnir, tá teir stevna norður gjøgnum Ve
Hermann abbabeiggi var biðin um at smíða eitt fýramannafar. Eg veit ikki hvørjari bygd tað var í, men tað var ikki í Eysturoynni, tí varð hann settur um sund ella fjørð. Hetta var um hásummarið. Hann kom seinnapart [...] ímóti einum broti, at barkabandið brast. Skúmið vóð inn um eina súð okkurt um ein stívan fót. Vit, sum sótu á toftini, hugdu ofta framum at vita, um hann mundi fara at skrædna meira, men tað gjørdi hann [...] Seks tímar um ferðina. So fara vit aftur til gongu til Hvalbiar, og hetta er eisini ein fittur teinur. Tá ið vit koma til Hvalbiar, er grindin væl og virðiliga deyð. Tá høvdu vit verið 6 tímar um ferðina
mál er sett uttan at kunna seg um viðurskiftini. Maðurin við tí fína heitinum vinnuráðgevi sigur, at talan er um sera umhvørvisvinarliga orkukeldu. Tað er áður tosað um líknandi verkætlanir í Føroyum, [...] nú er vatnorku og diesel drivnar motorar til at gera streym. Seinastu tíðini hevur verið tosað nógv um, hvørt vit í Føroyum eiga at royna nýggjar leiðir á orku økinum. Millum annað hevur verið borið upp [...] týdning, at vit minnast til, at hetta bert er ein túrur, har ferðalagið fær møguleikan at kunna seg um viðurskiftini viðvíkjandi alduorku. Í stuttum ber tað til at greiða frá, at alduorka er skipan, ið
í Klaksvík. Tað vóru ikki nógvar feriur, sum fóru framvið, uttan at vit vóru hjá tykkum. Túrarnir norður eftir oyggj við bili ella bussi og síðani við báti, sita fastir í minninum. Vit vita, at tú altíð [...] ullint undirklæðir og mangt annað, sum tú hevur bundið uppá okkum, ja vit høvdu nokk mangan gingið køld, um tú ikki bant. Eingin eigur eina so fitta ommu og langommu sum vit. Aldurin ber tú sera væl. Góða elskaða
Londini í vesturheiminum kappast um at bjóða seg fram og senda pengar og fólk til krígsrakta økið. Í næstum fer eitt fólk úr Føroyum til Irak at byggja land. Talan er um Tommy Petersen, løgfrøðing, sum [...] fáa tað lokala at rigga. Tað ræður um at fáa alt tað lívsneyðuga at virka í einum milliónabýi, sum er komið undan einum ræðslustýri og einum kríggi. Vit skulu ráðgeva um, hvussu umsitingin virkar meiri [...] einum lista í danska uttanríkisráðnum yvir persónar við royndum og fakkunnleika, sum kunnu traðka til, um brúk er fyri teimum úti í heimi. Uttanríkisráðið var eftir øllum at døma so væl nøgt við hansara avrik
Ein stórur dagur stendur fyri framman. Eitt sera vælkent par fer sum kappróðrarbáturin um mál 9. februer. Tá hava tey livað saman í 50 ár. Tey hava skrivað sína lívssøgu, sum er væl verd at fylgja. Jógvan [...] søga goymd, tó ikki í plastikposa, teir vóru ikki til tá. Vit gjørdu nógvar skjótingartúrar bæði til fjals eftir harum og á Víkina eftir álkum. Onkur skarvur lá eisini eftirá. Seinni fóru vit báðir við sama [...] sama skipi og báðir á brúnna. Har vóru nógvar søgur fortaldar, men eg haldi, at eg fari at fortelja um hin tiltikna harutúrin. Henda morgunin, vit skuldu fara at skjóta harur, var eg heldur seinur. Eg var
andstøðuni í danska tinginum. Í Sosialinum mikudagin brúkar tú sjey føroyskar hjartasjúklingar sum dømi um sambandsins herligheitir. Enn kann lívsneyðug hjálp fáast í Keypmannahavn, sigur tú. Ríkissjúkrahúsið [...] mongum føroyingi, tað er púra vist. Hóast danska sjúkrahúsverkið í síni heild verðurdømt bæði niður og norður av danskarum sjálvum, so er tað gott hjá okkum at søkja okkum serhjálp har, tá ið á stendur ? og [...] Føroyum. Gjaldast skuldi frammanundan. Eg má siga, eg føldi meg illa. Vit bíðaðu í fimm langar dagar. Um eg nú hugsaði/argumenteraði sum Dan R. Petersen, so hevði eg spurt: hvør hevði í grundini valdið í
bevís) um Fámaráfestið fyri uml. 12 árum síðan, men hevur enn ikki fingið svar upp ta umsóknina. Je veit at onnur í familjuni hava spurt seg fyri, um man ikki bara kundi keypt húsini burturfrá, um ikki annað [...] og lesa um Fámará í fjølmiðlunum. Je eri fult greiður yvir, at tað á tann hátt leggur stórt trýst á tykum, sum skulu taka eina avgerð í málinum. Tí vil je bara koma við eini áheitan til tykum um at vera [...] saman við neytunum og hevði tað idylliskt. Sjálvur havi je mangan droymt um at keypt Fámará. Sjálvsagt átti je at dugað betur at spátt um framtíðina. So hevði je fyri langari tíð síðan tikið kvøldskúlaskeiðið
saltinum á vegnum. Og so er eisini noterað í døgnrapportini hjá løgregluni, at gomlu tunlarnir norður um fjall eru stongdir. Har stendur, at klokkan 12.22 varð ferðslan einsrættað norðureftir við ferðsluljósinum [...] Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvík, har tað tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at hetta var í einum vanligum [...] blóðroyndini at vita, hvussu víðari verður farið í málinum, sigur vaktleiðarin. Og nú vit skrivaðu um seyð í gjár, sum varð ákoyrdur, so hendi aftur eitt slíkt óhapp í gjár, at enn ein seyður varð ákoyrdur