fáa høvi at gista í tiltikna kamarinum hjá Lincoln í Hvítu Húsunum ella at fáa ein kaffimunn og eitt prát við Clinton. Nú var Bill Clinton minni enn so tann fyrsti forsetin, sum beyð sínum stuðulsmonnum [...] havt á amerikanskan politikk. Tað var eisini høvuðsmál hansara, tá hann royndi at gera forsetavalevni hjá republikanska flokkinum, men mátti lúta fyri George W. Bush. Men herfyri var John McCain sigursharrin [...] hesum máli. John McCain heldur lítið um teir floksfelagarnar, sum hótta við báli og brandi. Hann sigur, at teir eru ikki annað enn vánaligir taparar. Óheppið fyri demokratiið Seinastu nógvu valini í USA
ábyrgd og stríð, sigur Høgni Hoydal. Tjóðveldisflokkurin sigur seg ynskja eina veruliga vælferð, har Føroyar taka ábyrgd og eru búskaparliga sjálvbjargnar. ?Verulig vælferð er bygd á rættin hjá øllum til at [...] hevur eisini sett lægri inntøkuskatt í valskránna. Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja fara út at lova nakað tal ella dato, men hann sigur flokkin ynskja at lætta um skattatrýstið. Grundlógartryggjað rættindi [...] Høgni Hoydal segði, at faldararnir vóru við til at afturvísa nakrar mýtur í sambandi við støðuna hjá føroyska samfelagnum og fullveldistilgongdina. Samstundis hevur Tjóðveldisflokkurin eisini dagført
er at fáa hvørt ár. ? Veiðan hjá Krúnborg bara økist, sigur reiðarin at enda. Svartkjafturin er annars á veg norðureftir í føroyskan sjógv. Tróndur í Gøtu var tann fyrsti, sum kastaði í føroyskum øki í [...] ikki so. ? Hatta veit eg avgjørt einki um, sigur Eiler, sum læandi heldur fyri, at fjølmiðlarnir so ofta bæði hava keypt og selt skip fyri hann og aðrar. Eiler sigur, at Sólborg í løtuni er á Flemmish Kap [...] var Sólborg í Eysturgrønlandi. Eiler sigur, at hetta var ein hampiliga góður túrur í nøgd, men eisini her var prísurin á rækjunum til Japans ov lágur. Rækjurnar hjá Sólborg vórðu lagdar upp í Havn; sek
polariseringin kann bara ikki brúkast til nakað, tá ið tað kemur til politikkin, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður sigur seg vænta, at hansara flokkur fær fimm valdømisvaldar kanska fleiri enn. Hann heldur [...] fer at hækka til hetta støðið aftur, sigur Anfinn Kallsberg. Hann heldur ikki, at teir hava gjørt ov lítið við hetta valdømið. Til veljarakanningina sum heild sigur Anfinn Kallsberg, at hann ikki trýr uppá [...] eru teir bert tríggir, ið eru valdømisvaldir móti teimum átta nú. Í Norðoyggjum, Norður Streymoy, Suður Streymoy, Vágum og á Sandoynni stendur Fólkaflokkin til eitt missa ein valdømisvaldan. Hesum úrslitinum
sak í verðini, sigur pápin, Dia, skemtandi. ? Eg dugi ikki at siga, um tað er tríggjar ferðir so strævið, tí vit hava ongantíð bara havt eitt. ? Í fyrstuni er tað eitt sindur strævið, sigur Jónfríð, sum [...] fór at vera sindur seinur á veg, men tað vísti seg at verða púra øvugt. Hann var tann fyrsti, sum gekk framvið, sigur Dia. ? Hann er eitt ordiligt slangumenniskja. Tað kann knútur koma á hann, so bleytur [...] sum tey "óndu" tølini. Og tað var ikki sørt ævintýrkent at stíga inn í garðin í Fuglafirði. Tann fyrsti kemur rennandi ímóti okkum "Hygg!! Eg havi slikkipinn!!". So kemur tann næsti og áðrenn tú veitst
dreymurin hjá mær er møguliga at lesa í London seinni. Skúlaskipan um allan heimin Eftir at hava tosað við Hugo, fór eg á bókasavnið, har eg tosaði við 19 ára gamla Alexei Rakov, ið er úr Suður Uraløkinum [...] Kings College í London, tí hann vil heim til Russland aftur at verða ráðharri ella advokatur. Hann sigur, at á hesum skúlanum er tolsemi alneyðugt, tí her lærir ein, at tolsemi ikki bert er eitt orð, men [...] ið skúlasamvirkið UWC, ella United World College umsitur. Nelson Mandela, fyrrverandi forsetin í Suður Afrika, situr í høvuðsnevndini. Heimspekin byggir á dreymin um veruligt altjóða samstarv og semju
javntstillaði, sigur Henrik Old, ið eisini vísir á, at t.d. saltfiskavirkini eru verri fyri, enn onnur, tí tey fáa ikki flutningsendurgjald, tá avskipað verður. - Trupulleikin hjá bæði ferðandi og hjá fiskafr [...] sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani, og sum upprunaliga endamálið var, vísir Henrik Old á. Hann sigur, at nú er einki skil á leiðini, siglt verður ongantíð til ásettu tíð, og fólk og farmur er hvørt um [...] ílatin, í góðum klæðum, so skal fartast millum farm og fiskaflutning. - Ein má hava eyka klæðir við, sigur Henrik Old, ið ikki metir, at umstøðurnar eru at bjóða ferðafólki í dag. Bilar standa eftir í dagavís
Gibson Sloan kom frá. - Eg haldi, at Sloan var tann fyrsti útlenski trúbóðarin í Føroyum, og hann var eisini við til at stovna Brøðrasamkomuna her heima, sigur Sámal, sum sjálvur alt sítt lív hevur hoyrt til [...] skúlanum púra vanlig fólk við vanligum feilum. Vit ynskja bara at koma at kenna Gud betur. Hetta sigur Sámal Mikkelsen, sum í løtuni gongur á einum bíbliuskúla í Skotlandi. Ikki góður nokk - Tankin um [...] bíbliuskúla. Onnur søgdu, at eg burdi farið avstað, tí hetta hevði verið akkurát nakað fyri meg, sigur Sámal. - Eg havi altíð havt eitt ynski um at tæna Gudi, og vildi eisini fáa at vita, hvat Gud ynskti
til Skotlands, so arbeiddi hann hjá gamla Landshandlinum, ið hetta dámdi honum væl. Tá hann var komin til Skotlands, starvaðist hann í familjuni fyritøkuni hjá manninum hjá mammu hansara. Millum annað seldur [...] og landaður í Aberdeen enn tað vóru dagar í árinum, sigur Sofus. Fiskivinnan og serliga føroysk fiskifør eru eisini nakað, ið hava stóran áhuga hjá Sofusi. Hann veit um óteljandi søgur um fiskiskip. Serliga [...] føroysk fiskifør, ið eg hjálpti. Hann havi mangan verið tulkur og hjálparmaður hjá fiskiførum úr øllum skandinavisku londunum, sigur Sofus. Hetta við at fáast við skip og fiskimenn var ikki eitt arbeiði frá
røkja leiðina suður til Havnar. - Orsøkina til hetta søgdu teir vera, at trupult er at fáa busskipanina at hóska saman við siglingartíðunum hjá Scaniu. Tað hjálpir bara ikki okkum so nógv, sigur eitt av s [...] og ringdu vit tískil fyrr í vikuni suður á Strandferðsluna. Tey bóðu okkum fara inn á heimasíðu teirra eftir einum bíleggingarseðla, sum vit síðani skuldu senda suður, greiða tey frá úr barnagarðinum. Men [...] gjøgnum longri tíð bjóða eina tænastu út, sum serliga er ætlað til størri ferðabólkar. Hendan tænastan sigur, at ein bert skal siga frá, hvussu nógv eru í ferðandi bólkinum, og seta teir so ein eyka buss inn