26. apríl. Cletus, deyður umleið ár 90. Cletus ella Anacletus var triði maður á pávastóli eftir Pætur.
17. apríl. Anicetus, deyður umleið ár 166. Hann var pávi. Í Føroyum hevur mansnavnið Setus verið brúkt.
5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum saman við tveimum systrum. Navnið merkir friður.
Marita Pálsdóttir Mohr, ættað av Viðareiði, búsitandi í Havn, andaðist 2. apríl á Lágargarði, 84 ára gomul.
10. apríl. Ezekiel. Ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla testamenti. Navnið merkir Guð er sterkur.
22. apríl. Cajus, deyður ár 296. Hann var Pávi. Fríðrikur Petersen varð føddur hendan dagin í 1853.
21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við hesum navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um teir allar.
18. apríl. Eleuterius, biskupur í Illýriu, tikin av døgum um leið ár 200. Dagurin verður eisini skrivaður Elenterius.
21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við hesum navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um teir allar.
28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum.