hevði verið sum í boksing, so hevði KÍ verið á odda við einum trimum ella fýra stigum. Men tað var ikki boksing, hvørki so ella so. Spælið var sera hampuligt í dýrdarveðrinum, og tað var ein fragd at eygleiða [...] kropskontakt, og hann dugir sera væl á at skyna, hvar markið gongur millum, hvat er lógligt og hvat ikki er lógligt. Hesa ferð hevði hann gula kortið á lofti tríggjar ferðir, og tað var akkurát, sum tað [...] Í fótbólti eru tað málini, sum telja, og klaksvíkingar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki hava eina størri leiðslu undan seinnu semifinaluni. GÍ gjørdi eina røð av mistøkum, serliga í 1. hálvleiki
Tað ber ikki til at tosa um kreppu í B36, tí teir hava bara tapt eina ferð í ár, og tað var móti HB, sum teir hava kompleksir yvirfyri. Men tað er dyggur smeitur hjá meistarunum, at teir ikki megna at [...] nú, enn HB spælarar nakrantíð áður hava gjørt. Verður títt lið FM vinnari í ár? ? Tað fært tú meg ikki at siga nakað um. Vit taka eina viku í senn. Eina ferð fer HB at missa stig og tapa, og so verður [...] og umframt hesar eru Kaj Leo Johannesen og John Heri Dam við í 1. deildarhópinum. John Heri spældi ikki móti GÍ, tí hann í síðstu viku og í hesi vikuni er niðri í skúla, og Jan Dam, ið hevur verið mettur
miðvøllinum, har hann dugdi væl at samanspæla, men ikki var so góður í nærdystunum. Í 2. hálvleiki varð Andréy Stakhánov skiftur inn, og hann vísti ein heilt øðrvísi hugburð til spælið, enn hann hevur víst [...] Bjarna Johansen at bjarga. Í royndini at koma afturíaftur skifti VB Birgir Jørgensen inn. Hann er ikki heilt klárur eftir skaðan, og tað eydnaðist honum ongantíð at fáa orduligt skot á. Men at hann og Jón [...] verður fongur í honum var sjón fyri søgn. Dan Djurhuus og hann vóru einsamallir á toppinum. Teir fingu ikki altíð so nógva hjálp, men serliga Jón Pauli megnaði sjálvur at skapa vandamiklar støður. Hann lobbaði
at bóltspælið hevur ikki hingið nóg væl saman, møguleikarnir hava ikki verið nóg nógvir, og úrtøkan hevur verið syndarliga lítil. Í Fuglafirði spældi B36 4-3-3. Hóast venjarin ikki er rættuliga komin fyri [...] Fuglfirðingar tóktust ikki at seta álopspartin høgt, tí teir høvdu bara ein mann heilt frammi. Miðvøllurin arbeiddi nógv, men tað var fyri tað mesta í verjupartinum. Tað var heilt týðuligt, at teir á h [...] fyri, at teir ikki fingu fulla úrtøku. Teir høvdu bóltin nógv meiri enn teir á heimaliðnum, og teir vóru nógv ágrýtnari, enn teir t.d. vóru, tá HB var mótstøðuliðið, men teir megnaðu ikki nóg væl at halda
taptu 2-1 á grasvøllinum í Hvalba, og einki kundi setast á sigurin hjá heimaliðnum. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum, men Royn hevði teir flestu, sum vóru. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði [...] minuttirnar, men meira kom ikki burturúr, og sandoyingar noyddust norður um aftur uttan fong. B71 spældi væl til tíðir, men sum oftast gekk tað bert fram til Royn-verjuna, og so kom ikki meira burturúr. Liðið [...] hevur Royn nú vunnið tríggjar dystir. Hesaferð gekk tað út yvir B71, ið ? sum tað sær út í løtuni ? ikki skal gera sær stórar vónir um at venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu í fjør. Sandoyingar
odda, tá 13 minuttir vóru spældir. Hornaspark varð sent innfyri, og Eirikur Joensen, sum annars ikki var heilt skaðafríur undan dystinum, stóð við nærmastu stong og setti pannuna á. TB fekk nú eina lítla [...] bleiv Óli Johannesen ? fer ikki við landsliðnum til Estlands, tí hann hevur próvtøkur á læraraskúlanum júst um tað mundið ? leysur nakað inni á hálvuni hjá sumbingum. Hann rak heilt fram til Sumba-málið, rundaði [...] frammanfyri, men leiðslan helt sær ikki hálvleikin út. Stutt áðrenn Lassin Isaksen bríkslaði fyri steðgi, fekk Sumba tað, sum TB-ararnir av røttum kundu kalla eitt kloddamál, ikki minst frá teirra egnu síðu.
komu sjáldan longri enn fram móti KÍ-verjuni, og lítið spurdist burturúr. Hálvleikurin var ikki heilt liðugur enn, og beint áðrenn seinasta bríkslið fyri steðgin var Rógvi Jacobsen aftur á blettinum. Málið [...] ar høvdu júst minkað til 1-2, og hetta kom ikki serliga væl við hjá teimum. Eddie Mikkelsen byrjaði seinna hálvleik fyri Kasper L. Jacobsen, men heldur ikki hann kundi fáa nóg nógv drive á miðjuna til [...] rakk hægri enn NSÍ-verjuleikararnir, sum ikki eru av hægstu monnum. Tá hálvur tími var eftir, kom Heðin á Lakjuni inn fyri Harley Bertholdsen. Heðin hevur ikki spælt upp til sítt besta í seinastuni, men
Hóast tað var eitt stórt vónbrot, at Åse Kleveland ikki var sett sum mentamálaráðharri aftur, sigur hon seg ikki sakna júst tað arbeiðið. ? Eg sakni ikki so nógv arbeiðið sum tey fólkini eg arbeiddi saman [...] í forsætismálaráðharrasessin eftir Gro Harlem Brundtland í 1996, ikki setti Åse Kleveland sum mentamálaráðharra. Åse Kleveland var ikki bert tann mest markanti mentamálaráðharrin í Norðurlondum, hon hevði [...] einfalt, at tað er uppgávan hjá einum stjórnarleiðara at seta eina stjórn. Honum nýtist ikki at greiða frá, hví hann ikki tekur ein upp á ráð, svarar Kleveland í eini vending, sum hevur hon lært hana uttanat
loysingina, sigur Mogens Lykketoft, og vil ikki nærri spurninginum. Hann hugsar seg um eina løtu og sigur síðan, at danir ikki vilja leggja forðingar, og at teir ikki aftur fara at blanda seg í føroysk viðurskifti [...] sum vit settu í verk. Vit ásanna, at vit ikki høvdu nóg haldgott grundarlag at byggja á, fyri at finna røttu loysnirnar. Tað er satt tá eg sigi, at vit høvdu ikki meira vitan enn Landsstýrið hevði, tá [...] r skund. Spurdur um tað ikki er óhóskandi at leggja seg út í arbeiðið hjá nýggja Landsstýrinum, sum hevur brúk fyri at hava stundir at seta seg inn í málini, vil Lykketoft ikki svara. Hvørt vitjanin eisini
sum fær fleiri í arbeiði. Tað er ikki nokk, at bert eitt land setur ein arbeiðsskapandi politik í verk. Hini londini mugu gera tað sama, annars virkar politikkurin ikki. Arbeiðsloysið hevur verið á skránni [...] donsku vinstrasinnaðu nei-sigararnir halda, at eitt tilmæli er ov leyst og ikki gevur fleiri arbeiðspláss samstundis sum teir ikki ynskja, at ES blandar seg í danskan politik. Og tað hevði jú verið neyðugt [...] ntini eru bæði, at Amsterdam-sáttmálin ikki er nóg víttrøkkandi og at sáttmálin gevur ES ov nógv veldi. Teir borgarligu nei-sigararnir eru ímóti, tí at teir ikki vilja at ES skal fáast við mál sum arbeiðsloysi