eigur at sleppa at gera av, hvussu tingini skulu fyriganga. Ynskja gestirnir okkurt annað enn tað, tú hugsar tær at borðreiða við - ja, so noyðist tú sum vertur at siga frá, at tú ikki hevur hug at gera [...] brúk fyri at halda fast um siðvenjur, tí tey halda, at tað eru so fáar slíkar eftir. Tá alt ”uttan fyri” kann tykjast so kaotiskt, kann jóladøgurðin vera ein máti at savnast um siðvenjur – at halda fast [...] sama sum kærleiki. Hugsa tær, hvat tað ger við okkum, tá tey smáu ikki eta matin. So, um gestirnir ikki vilja eta tað, sum borðreitt verður við, kann hetta kennast sum ein havnan. Tú kanst velja at halda
tilvit. Tað eru tey, sum halda, at Kringvarpið og aðrir miðlar fyrst og fremst skulu vera ósekir, upplýsandi mentanarberar, og at uppgávan ikki er at hava eftirlit. Tað eru tey, sum halda, at ágangandi ella [...] linjan, sum seinni hevur við sær, at Eik ikki fær frádráttin. Svik í fleiri løgum “Svikið” í bókaheitinum sipar fyrst og fremst til frádráttin, sum Eik kannar sær. Onkur heldur enn í dag, at Eik hevur [...] hevur rætt til frádráttin, og onkur heldur fram við at siga hetta alment, hóast avgerðin hjá TAKS at enda er, at frádrátturin ongantíð var lógligur. Men meðan hesi grípa eftir skattatekniskum halmstráum er
uttan at Karin er við og stílar fyri og tryggjar sær, at skil er í. Karin er aldrin bangin fyri at siga sína meining. Hon er avbera hjálpsom og arbeiðssom, avgjørd og fitt, men mann má finna seg í, at hon [...] Vaktplan. Karin er arbeiðssom sum fáur og er altíð klár at taka eitt eyka tak. Karin hevur eisini í nógv ár havt uppgávuna at skipa fyri vali saman við valstýrinum - og at skipa fyri grindabýti. Og tað [...] kommunu tann 15. desember 1974. Tað vil siga, at tað nú sunnudagin eru 45 ár síðan! Tá var Petur Christiansen borgarstjóri. Hesa setuna sótu 15 menn tilsamans – onkur bara fyribils fyri ein annan – og eingin
Tað er sjáldan, at partrolararnir liggja longri enn ta tíð, tað tekur at landa skipini. Soleiðis er eisini í løtuni. Í dag vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap [...] fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Vanligt er, at flestu partrolarapør liggja um jólahøgtíðina, men tað eru altíð onkur pør, sum loysa aftur beint eftir jól. Í løtuni [...] havtasku, og teir hava brúkiligan fiskiskap. - Onkur trolbátur kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma miðskeiðis í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Trý garnaskip fiska svartkalva, men
familju og vinir, sum ikki kosta alt ov nógv, men krevja nakað av tíð. Nógvar av gávunum eru okkurt slag av mati, sum hon hevur gjørt til. – Eg føli, at tað er býttisligt at lata sum um, at vit hava nógvar [...] heldur ikki, at tað almenna eigur at taka serliga hond um tey, sum velja arbeiðsmarknaðin frá, tí tey vilja hava børnini heima. Men hon skilur heldur ikki, tá fólk siga, at um hon velur at vera heima, so [...] dugi ikki at koma við einum boði, sum hevði gjørt tað lættari hjá fleiri at tikið somu averð sum vit, og sum samstundis ikki hevði havt fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Vit hava kempað fyri at koma har
gott innlit í grønlendska søgu. Men tað er synd at siga, at mann ger tað sama um Føroyar við lítlu montruni, sum er ein góðan metur til longdar, og sum hevur ein heilt stuttan tekst aftrat sær. ##med2## [...] fingið rolluna sum nakað, sum allatíð kann geva danum altjóða útsýni og perspektivir, og tað er ein partur av savninum, sum fyllir uppá sínar egnu treytir. Tað er givið, at har eru temu, sum rúmliga fylla [...] fara vit í størri mun at taka støði í at fortelja nakrar stórar søgur og so aftaná finna lutir, sum umboða søguna. Hetta í staðin fyri at hava eina rúgvu av montrum, soleiðis sum tað er nú, sigur Anni
átrúnaði, og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin. Mouldi Manai er vanur við, at fólk skemta við hansara átrúnaði, og ofta er skemtið rættiliga groft. - Fólk skemta ofta og siga "helvitis arabari" [...] har onkur muslim hevur gjørt okkurt býtt, so siga fólk "tig tín helvitis fani." Men eg havi verið her í 49 ár. Eg veit, nær fólk meina tað, og nær tey ikki meina tað. Mouldi Manai helt eisini, at dømdi [...] tímdi ikki. Eg tími ikki at fara upp at berjast á einari kafé, so eg ringdi eftir løgregluni ístaðin, sigur Mouldi Manai. Les meira um Føroya fyrsta 266b mál í Sosialinum í dag, sum kann lesast á netinum
Manai og vísir á, at nú greinin hevur verið roynd í Føroya rætti, kunnu fólk ikki lata sum um, at tey ikki vita, at tey ikki kunnu gera, sum teimum lystir. - Hendan greinin vísir á, at talufrælsið gongur [...] tey, sum eru annarleiðis. Øll lóggáva, sum verjir onkran - til dømis minnilutar - er góð. Tað er umráðandi at hava. Hetta varpar ljós á nakað umráðandi, so fólk vita, at tey kunnu ikki gera, sum tey vilja [...] og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin. Maðurin greiddi í Føroya rætti frá, at hann hevði tosað um víðgongdar islamistar - og ikki muslimar sum heild - men dómarin metti, at maðurin var sekur
samstundis, at áhugin at fáa eina íbúð hjá Bústøðum er ovurstórur. Men nú er vandi á ferð, tí ivasamt er, um nýggja landsstýrissamgongan fer at veita Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur, sum verða [...] íbúðirnar fyri ein góðan prís, sum er langt oman fyri tann kostnað, Bústaðir byggja sínar íbúðir fyri. Harafturat er tað óivað í fínasta lagi, at privat, sum hava ráð, keypa eina íbúð at leiga út til fólk í bú [...] bústaðarneyð. Tað vil við øðrum orðum siga, at onkur skal fáa beinleiðis vinning av tí vanlukkuligu støðu, at fólk eru í íbúðarneyð. Hóast landsstýrið bara hevur sitið slakar tríggjar mánaðir, síggja vit
higar til lands. Hann vísir á, at hetta í fleiri førum eru gomul skip, og tað er neyvan bara sum at siga tað at syrgja fyri, at skipini kunnu koyra upp á landstreym, tí hetta krevur helst eina umfatandi [...] Russlandi, at tey kunnu kenna seg trygg við umstøðurnar her heima. Eg fegnist um, at arbeitt verður við loysnum, men tað verður neyvan lætt at bera so í bandi, at einki hoyrist frá stórum skipum, sum koma higar [...] ár. Árni Dam ásannar, at tað var ikki uttan trupulleikar ta fyrstu tíðina, tá russiskir trolarar og russisk sjófólk komu til Skálar. - Tað var onkur her í Føroyum, sum royndi at øsa fólk upp um hetta,