lúkurnar. Meginparturin upsi. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Fiskavirking í Saltangará keypti veiðina hjá Jaspis. Fiskurin hjá Ametyst fór til onnur virki. Ábøtur og broytingar Á Fiskavirking [...] við og við, sum árini eru liðin. Seinasta útbyggingin, er ein høll, sum er bygd suður úr virkinum. Jason Johannesen sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein móttøkuhøll til fiskin sum samstundis er kuldarúm [...] ið høllin er liðug, er ætlanin, at hon eisini skal vera karmur um skiljing av fiski, sigur hann. Virkisleiðarin sigur, at nú fólkið fer í summarfrí, verða ymiskar broytingar og ábøtur eisini framdar. -
eg sá tær tríggjar kisturnar og familjurnar hjá dreingjunum, skilti eg rættiliga, hvat var hent. Eg kundi akkurát tað sama eisini ligið í eini kistu tá, sigur Jóhanna. Vanlukkan og avleiðingarnar hava verið [...] einsamøll og leggi meg at sova. Eg havi nakað av sambandi við foreldrini hjá dreingjunum, sum doyðu, og dreingin, sum koyrdi, sigur Jóhanna, ið ikki kann lata vera við at brigsla sær sjálvari eitt sindur [...] ungfólki, sigur Jóhanna, sum undan vanlukkuni dámdi væl at koyra biltúr saman við vinum. - Mær dámdi væl at sita í bili og koyra skjótt. Í dag eri eg bangin, bara ferðin verður eitt sindur, sigur Jóhanna
júst tað sum hendir nú, sigur Mogens Glistrup. Uttan at koma inn á hvat hann meinar við hesum, sipar Mogens Glistrup til nýggja politikkin hjá stjórnini, sum ger tað truplari hjá útlendingum at flyta til [...] , ein ónevnd kelda er í telefonini og sigur, at kendi danski politikkarin og sakførarin Mogens Glistrup situr í Vágsbotni og lesir okkara blað. Tað er ikki fyrsti apríl, vit eru komin út í juli. Vit vága [...] Jú forrestin Halgir Winther Poulsen byrjaði hjá mær sum fultrúi, áðrenn hann gjørdist sakførari. Hittir tú hann so heilsa endiliga. Eg havi lært hann upp, sigur Mogens Glistrup við einum smíli. Fylgir tú
loysnaði spælið hjá heimaliðnum meiri eftir stegðin, og teir fingu stóra úrtøku burtur úr møguleikunum. Eftir lítlari løtu vóru teir frammanfyri 2?1, og harvið var møguleiki fyri, at fyrsti sigurin í bestu [...] svangir. Teir stríddust sum fyri lívinum, og teimum eydnaðist at vinna 1?0. Tað var ein góður KÍ sigur ímóti NSÍ, sum var annað av oddaliðunum. Sunnudagin vitjaðu klaksvíkingar aftur á Skálafjørðinum. [...] Runavík var heimafylgið ikki serliga stórt. Misjøvnu avrikini tóktust ikki hava skundað undir hugin hjá fótbóltsglaðu klaksvíkingunum at fara um fjørðin. Eftir útisigurin á NSÍ var avgerðin løtt at taka
arbeiða eini 35 fólk hjá Select Fish. - Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er strævið. Tað er stór kapping og stór virki. Men vit hava funnið nakað serstakt, sum er okkara, sigur Eyðfinn Tausen, sum [...] komin fyri at vera, sigur Eyðfinn, tá vit koma inn á føroyska samfelagið og broytingarnar her seinnu árini. - Men alivinnan er eisini ein ídnaður í vanda, tí teir vinna ikki pening, sigur Eyðfinn, meðan hann [...] Alaska, tað hendi eisini innan aling, sigur Eyðfinn. Broytingar heima Tosið hevur nú verið kring bæði etikk, sjúkur og gen-manipulatión. Men hvussu er annars hjá so fjarskotnum føroyingi at vitja heima
Eg taki meg longri niðan, og alt meira leggjast Vágar opnar fyri mær. Og Streymoyggin hinumegin. Suður á Dalarnar og norður gjøgnum sundið. Dalanípan stendur so skørp, samstundis sum Prestlandið hinumegin [...] Flogið, er mær sagt. Har skal vera rættiliga ringt at ganga. So mikið ringt, havi eg frætt, at hundurin hjá Niels Mariusi datt oman. Eitt lítið lot er eystaneftir, og tað kølnar skjótt her uppi. So eg sleppi [...] hyggja meg um. Og tað er av sonnum ein sjón, sum vekir fosturlandsást í sál, sum Mikkjal á Ryggi sigur í yrkingini um Wenzel Hammershaimb. Tveir kappar úr grannalagnum. Her liggur Steigin beint undir,
í hesi vikuni. Róðrarfeløgini hava fingið boð um hetta, og vit hava skilt tað soleiðis, at ferðin hjá Smyrli vestur í Vágar og aftur til Havnar og Suðuroyar er løgd eftir ? sammett við hinar stevnurnar [...] Miðvági varð broytt, so tað bara verður róð á eitt túsund metrum og harvið innanfyri grótkastið. Tað sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum. Hann leggur afturat, at tað ber ikki til at starta róðurin [...] hava við sær, at tað fer at draga langt út á kvøldið, áðrenn 10?mannaførini sleppa framat, sjálvt um fyrsti róðurin ikki verður fyrrenn klokkan fimm: ? Fyri fýra árum síðani var FM kappróður í Miðvági. Ta
Hann siglur síðani av Miðvági til Havnar kl 20 og so suður aftur á Drelnes kl. 21.30. ReginVágadal , ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at sostatt missa suðuroyingar ikki túrin mitt á degi [...] stundir at bíða til Smyril siglur, ber til at fara um Vestmannasund og síðani yvir land. ReginVágadal sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Strandferðslan royndir hendan leistin og eydnast tað væl, er tað ikki [...] hava so nógva sigling sum gjørligt og betri fáa vit ikki gjørt tað, tí skipini eru ikki til tað, sigur hann.
stúrir ikki fyri kappróðrinum. Heldur sigur hann seg gleða seg. Tá vit tosaðu við hann hóskvøldið var alt mest sum klárt. Sum vit áður hava sagt, so verður fyrsti róðurin ikki fyrrenn klokkan fimm í dag [...] seg upp, so rokna vit við, at Smyril lagar seg eftir tí. Hetta er jú ein kappróðrartúrur burturav hjá honum. Men vit fara at gera okkara besta. Róðrarmanningarnar og teir í Róðrarsambandinum hava fyrr
spælararnar, sum teir vilja hava. Sum hjá so mongum øðrum feløgum, so er ikki so nógv í kassanum hjá FCM. Í staðin fyri at góði vongverjin fer fyri einki, tá sáttmálaskeiðið hjá honum og felagnum er liðugt, hava [...] at ein tann besti maðurin hjá teimum verður komandi kappingarár ikki á teirra liði, men á einum av mótstøðuliðunum. Talan er um vinstra vongverjan Urmas Rooba, sum felagið hjá Toda Jónsson, FCK, keypti [...] Møller var heldur ikki við, tí hann fekk ein snudd í høvdið, tá FCK leygardagin spældi í Oslo. Fyrsti málverjin hjá FCK, Magnus Kilhlstedt, var heldur ikki í hópinum. Hann hevur síðstu vikurnar havt trupulleikar