samgonguni. Men hetta er so fyrst og fremst ein spurningur millum Óla Breckmann og formann hansara Anfinn Kallsberg. Tá sami Óli í 70-unum og 80-unum bar fram eins ekstrem og fyri Føroyar og føroyingar oy [...] øll sjónarmið at verða hoyrd. Tað skulu vit virða. Men spurningurin er, um ein flokkur sum Fólkaflokkurin eigur at góðtaka, at ein av hansara á henda hátt særir umdømi hjá okkum øllum í Føroyum. Hvussu fór [...] bara Óli”. Men tað er ikki bara Óli, tí sum løgmaður eisini sigur í viðmerking í dag, so er hetta ein av okkara mest royndu og kendu politikarum, og sum verður hoyrdur uttan fyri landoddarnar. Vit hava
Hoydal, rithøvunda, sum nøkur ár herfyri helt fyri, at ein komandi føroysk oljuvinna átti at seta sær sum mál at lata inntøkurnar, sum svara til ein pott av olju av hvørjari framleiddari tunnu av olju, til [...] til føroysku mentanina. Hvør veit, kanska hetta hetta átakið hjá føroyska oljufelagnum er ein staðfesting ella byrjan í so máta. Felagið hevur annars fyri kortum verið úti eftir meiri partapeningi millum [...] millum føroyingar og útlendingar til nettupp at kunna fara undir umrøddu framleiðslu. Ein kann so eisini siga, at avgerðin at lata pengar til eina føroyska operu er tøkk fyri tann áhuga, sum er vístur AP
Galathea 3. Rannsóknarferðin er ein náttúruvísundalig verkætlan, og umframt serfrøðingar, granskarar og skúlanæmingar, eru eisini fjølmiðlaumboð umborð, men nú eru tey so vorðin ein færri. Eitt danskt blað veit [...] tað gera teir heldur ikki í hesum førinum. Ein av myndamonnunum umborð á rannsóknarskipinum Vædderen, blandaði sítt uppihald á Galathea 3-rannsóknarferðini við ein rukkutúr á Oslo-leiðini , siga teir millum [...] myndamaðurin sjálvur hava hug at viðmerkja málið, men Søværnets Operative Kommando kann kortini vátta, at ein av manningini er sendur heim, og at tað er gjørt eftir boðum frá skiparanum. MYNDTXT: Vædderen tá hann
eftir kl. 7 í morgun hendir ein ferðsluvanlukka stutt sunnanfyri frákoyringina til Kaldbak, sum kravdi eitt mannalív. Ein syndarlig ferðsluvanlukka kravdi í morgun eitt mannalív. Ein bilur á veg norðureftir [...] r yvirhálaði stutt sunnanfyri frákoyringina til Kaldbak ein betongbil, og sambært politinum gekk sjálv yvirhálingin væl. Men tá bilurin er um at koma inn aftur á egna koyribreyt, missir førarin knappliga [...] i sigur, at sjúkrabilurin var ógvuliga skjótur á staðnum. Í einum av fyrstu bilunum á staðnum var ein sjúkrarøktarfrøðingur. So unga kvinnan kom undir so køna hond sum tilber beinanvegin. Men kortini var
teir kjansirnar, sum skulu til, um tú skalt vinna ein dyst, men vit megna ikki at umseta hesar til mál. Og gert tú ikki tað, so vinnur tú altso ikki ein fótbóltsdyst. Enn vil Popczynski tó als ikki hoyra [...] a, at teir eru stjørnur, og so gloyma teir, at tað eisini skal hart arbeiði til, um tú vilt vinna ein fótbóltsdyst. Orðini eigur Krzysztof Popczynski, tá hann eftir heimadystin móti GÍ varð spurdur um [...] helst eisini til, at hansara menn vóru ov lítið avgjørdur í teimum støðunum, sum annars eiga at avgera ein fóbtbóltsdyst. - Móti B71 er støðan kanska øðrvísi, tí møta vit einum liði, sum pakkar seg niður í
hava vit so verið vitni til enn ein politiskan glantrileik – har høvuðsleikararnir eru formaður Sambandsfloksins og borgarstjóri høvuðsstaðsins. Nú snýr málið seg um ein tingsess, sum Sambandsflokkurin [...] politikkur í málinum. Sambandsformaðurin sigur, at løgmaður nú skal tryggja, at ein javnaðarmaður ikki kemur á ting, men ein sambandsmaður, sum stendur aftan fyri javnaðarmannin í sambandskøini... Men hvat [...] meintu tað sama. Øll uttan Jenis vóru samd um at selja bankan – og um sølutilgongdina. Men so var tað ein búskaparfrøðingur, sum skrivaði eitt lesarabræv um eina leysa milliard, og so var eisini kinkur í hesum
ábyrgdina av at skipa fyri tónleikatiltøkunum á Norðuratlantsbryggjuni. Í eini er ein roynd at røkka málið um at gerast ein miðdepil í Danmark fyri mentan úr Útnorðri, hevur Bryggjan eftir r triðja heila [...] avgjørt at skipa fyri minifestivalum. Tað er lættari at fyrihalda seg til, at nú er ein singer/songwriter festivalur ella ein hip hop festivalur, enn at nøkur heilt ókend nøvn spæla. [...] Jannick Blaksmark samskipar arbeiðið á Norðuratlantsbryggjuni fyri Artiscope, og hannn greiður frá: - Eins og vit sjálvir, so kenna fólk flest í Keypmannahavn ikki so nógv til tónleikanøvnini, ið vitja á
Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at ein løgreglubilur av tilvild kom fram við og var fyrstur á staðnum. - Tá bilurin kom framvið, gekk ein kvinna á vegnum, og tað var hendan, sum var einsamøll [...] Ferðsluóhapp Ein kvinna, sum var á veg suður gjøgnum bygdina við Gøtugjógv síðstu nátt, var sera heppin í óhappinum. Tá hon kom suður móti “oynni”, sum er á vegnum omanfyri Teknistovuna við Gøtugjógv, [...] misti tamarhaldið á bilinum. Kvinnan rendi inn í bilverjuna, sum er við brúnna um sjálva Gøtugjógv. Ein partur av galendaranum endaði inni í bilinum hjá henni. Eitt sjónarvitni, sum var næst fyrstur á staðið
Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ein størri bil ella station car í Hoyvík um leið 8. januar, tí eins og tað skal ein stórur bilur til at koyra eitt slíkt pengaskáp, so verður sum [...] Stuldur Sunnunáttina 8. januar var innbrot hjá AMA-Billutum í Havn, har gerningsfólkini hava brotið ein rút, og eftir hetta varð farið eftir pengaskápinum, sum hevði hjól undir sær. Tí hevur borið til at [...] brotsgerðini, tí skápið, sum er 30 ára gamalt, vigar hálvtannaðhundrað kilo, og er tí tungt at lyfta upp í ein bil. Fríggjadagin varð pengaskápið funnið í gamla umhvørvinum í Hoyvík, har tað er rullað oman av tí
Jan Nielsen, sum er ein av monnunum aftanfyri Domus-ætlanina. Fólk hava víst hesum íbúðunum stóran ans og áhuga. Og tey venda sær í heilum til okkum við ymiskum fyrispurningum. Ein høvuðsorsøk til stóra [...] Klaksvík: Teir standa so ídnir og arbeiða uttandura henda kalda januardagin. Kuldin bítur og ein krevur heit klæði fyri bara at halda kropshitan. Men hesir dugnaligu handverkararnir her uppi í Helnabrekku [...] skal nevniliga arbeiðið við hesum fyrstu íbúðarblokkunum verða liðugt. Stórur eftirspurningur Skal ein ganga út frá eftirspurninginum og undirtøkuni fyri hesi serstøku raðhúsini í Klaksvík, so verða hesi