bilførari misti brádliga tamarhaldið á bilinum og tað andaði við, at bilurin bóltari runt á vegnum, men endaði aftur á hjólunum. Trý fólk vóru í bilinum og umframt at senda boð eftir sjúkrabilum, mátti sløkkilið [...] at fáa fólkini úr bilinum, so trygt, sum tilbar. Tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tó at onkur teirra vóru rættiliga skelkað, og máttu fáa sálarliga kreppuhjálp, høvdu tey ikki fingið [...] av óhappinum, sigur løgreglan. Fólkini vórðu tó innløgd á Landssjúkrahúsið í nátt til eygleiðingar, men løgreglan heldur, at tá ið hugsað verður um, hvussu ógvusligt óhappið var, vóru tey ómetaliga heppin
var í dysti ímóti Jamaika, sum Argentina vann 1-0. Í sjálvum sær var dysturin ikki nógv at reypa av, men tað er í størri mun tað, sum hendi beint aftaná dystarlok, ið fær alheimsumrøðu í hesum døgum. Helst [...] Helst er Lionel Messi vanur við at verða biðin um at taka myndir við fjepparum av ymsum slagi. Men leygarkvøldið var tað ein mótstøðuleikari, ið vildi hava ein mynd saman við Messi á avrikslistan. Dysturin [...] stóð klárur á vøllinum við sínari telefon og vildi taka sjálvsmynd við Messi. Messi sá bilsin út, men var kortini fúsur at stilla upp til mynd. Sjálvsama og óvanliga hendingin kann síggjast her .
á tíðindafundi í dag. Nógvir eru um boðið at gerast nýggjur forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, men ein teirra, ið tykist at hava hollan stuðul, er núverandi UEFA forsetin, Michel Platini. Platini er [...] heitt hevur eisini verið á hann, um at stilla upp til valið. Ongin áheitan er tó komin úr Føroyum, men við Kringvarpið í dag, sigur forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian Andreassen, at um Platini [...] stillar upp, so kann hann rokna við teirra stuðli. - Hann hevur ikki fingið nakra áheitan úr Føroyum, men tað veit hann nokk av, at hann behøvist ikki banka uppá hjá okkum, tí vit hava fyrr boðað honum frá
ella hjálparfólk, men sum í ár onga uppgávu hevur, og mátti harvið keypa sær atgongd til festivalin. Sum gøtumaður, so er tað ikki tónleikurin, ið er tað besta við festivalinum, men tað at síggja hvussu [...] hvussu heimbygdin broytist. Hetta ljóðar sum ein cliché, men fyri meg er tað stemningurin, ið er tað besta við G! At síggja sína heimbygd umbroytast til ein metropol av mentan, tónleiki og ungu fólkum, er
um stutta tíð seta skattaroknskapin upp eftir nýggjum leisti. Taks hevur í nøkur ár arbeitt við at menn sonevnda eroknskapin, har endamálið er, at allir roknskapir til myndugleikarnir verða standardiseraðir [...] standard roknskaparleisti. Tað vil siga, at roknskapirnir fyri 2014 ikki eru fevndir av kravinum, men kortini hevur Taks lagt nýggju vegleiðirnar tøkar, so fyritøkur, einstaklingar og onnur longu nú kunnu [...] ki og tríggir til feløg og felagsskapir. Flestu einstaklingavirkini skulu nýta ein og sama leist, men bóndir, hýruvognsánarar og útleigarar skulu nýta hvør sín serstaka leist
útsynningi og fyrrapartin regn, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Hósdagin verður frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin [...] Hitin millum 2 og 5 stig. Fríggjadagin verður frískur vindur av útnyringi og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Allir djúpvatnstrolararnir liggja, men helst fer onkur út um vikuskiftið. Tveir frystitrolarar [...] allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. - Teir fara út at fiska havtasku, tá veðrið verður betri, men sum veðurforsøgnin er, kann tað ganga rúm tíð, áðrenn bátarnir loysa. Marknaðurin veit at siga, at
G! er, men eg royni at lurta eftir tí, ið eg kann. Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? - Eivør er altíð nakað serligt, og royni eg at fáa stundir til at lurta eftir henni, men tað er [...] nái tað, tí her koma fólk í heilum. Hvat er títt besta G! minni? - Tað er ikki nakað ávíst minni, men heldur stemningurin, tá veðrið er gott og man hoyrir tónleikin út til har sluppin liggur.
við uppskotinum um fiskivinnunýskipan innan 1. februar. Men løgmaður segði herfyri við Kringvarpið, at hann væntaði ikki, at so fór at vera. Men Jørgen Niclasen var ikki samdur, og Jenis av Rana hevur [...] hevur sagt, at fyri Miðflokkin var tíðarfreistin framvegis 1. februar. Men nú er semja í samgonguni, sum er komin til eitt felags forstáilsi, sum samgongan skal leggja fyri andstøðuflokkarnar. Tí hevur samgongnan
fyri at gera skaðan verri, men tað hendi ikki í hesum føri, tí maðurin hevði roynt at koma sær á føtur og varð fluttur. Fallið úr lyftuni var einar fýra til fimm metrar, men hann er kortini ikki verri [...] Danmarkar til viðgerar. Løgreglan sigur, at hann hevur brotið hælin illa, hann hevur brotið kokuna, men tað mest álvarsliga er, at hann hevur brotið eisini ein ryggjargeisla. Les eisini: Fall og misti viti