fyri einum hjarta her og nú. – Tílík boð verða bert givin við lívsvanda, sigur Ólavur. Nú byrjaði tann harðasti bardagin av øllum. Tað einasta, sum kundi bjarga Ólavi nú, var eitt nýtt hjarta. Men einki [...] einki hjarta kom. Har var einki at gera. Tað einasta, Jona og Ólavur kundu gera, var at bíða, meðan hansara egna hjarta alsamt gjørdist vánaligari og vánaligari. Tað frættist eisini um hesa álvarsomu støðu [...] ógvuliga harðir sjógvar lógu í nærmastu framtíð. Ólavur hevði tvær systrar, sum frá barni av høvdu ringt hjarta. Tær vórðu tó ikki mettar at vera í serligari vandastøðu. Í februar 2003 fór elsta systurin, Synnøve