og er ivasamur til TB-dystin. Seinast, TB spældi landskappingardyst á Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring [...] er veruleiki. GÍ vann seinasta vikuskiftið 11-1 á Sumba, meðan ÍF í sínum lagi fekk javnleik 1-1 í Runavík. ÍF kann við einum sigri tryggja sær tilveruna í 1. deild, men teir mugu gera tað uttan Egil Zachariasen [...] vóru bæði Sumba og VB í 1. deild, men tað var sum sama lið (Sumba/VB). Annars hava sumbingar og vágbingar spælt 1. deildardyst móti hvørjum øðrum fyrr. Tað var í 1991, tá VB vann 2-1 í Sumba og 4-0 í Vági
Tað var tætt og spennandi á Svangaskarði sunnudagin, tá TB var og vitjaði B68. Dysturin endaði 4-3 til toftamenn, eftir at TB hevði verið á odda 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Men tvørámenn [...] luftspælinum, og stútaði í netið til 1-0. Eftir leiðslumálið fekk B68 betri tak á dystinum, men teir vóru í so ókonsentreraðir í verjupartinum, og hesa løtuna hevði TB ofta lætt við at renna ígjøgnum tunnu [...] Dan Mortensen, sum byrjaði á væl mannaðu miðjuni hjá TB, skallaði eitt innlegg í málið, og so var aftur javnvág í roknskapinum. Tað hevði týdning hjá TB at fáa okkurt burturúr dystinum, tí dagin fyri hevði
Avgjørt. Men vit høvdu einki val. Støðan var 2-1 til teir, tá vit mistu ein mann, og í mínum hugaheimi var tað líka mikið, um vit høvdu tapt 2-1 ella kanska 4-1. Tí kroystu vit teir í vónini um, at tað fór [...] teir hava verið frammanfyri við nógvum málum, t.d. móti TB, sum vit vunnu 10-0 móti. Eingin fer at siga, at vit ikki hava betri konditión enn TB spælararnir vístu seg at hava, tá teir vóru í Klaksvík. [...] orsøkin til, at tað hesi árini ikki hevur gingið so væl móti HB, sum vann 2-0 í Klaksvík í fjør og 1-0 í fyrraárið, lata vit fara aftur við borðinum. ? Eg eri sera harmur um, at tað ikki eydnaðist í dag
hjálp frá teimum, sum skulu spæla móti ÍF og TB. Tað sigur jugoslaviski venjarin hjá Sumba, Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum teir kalla hann. Um Sumba verður í 1. deild komandi kappingarár, so er tað góður
fuglfirðingar kemur tað væl við, at tað gongst so avbera illa at vinna hjá TB og Sumba. Tað fer ivaleyst at bjarga ÍF eitt ár afturat í 1. deild, men spurningurin er, hvussu tað fer at vera í framtíðini. Sum [...] reikaðu nógv, Henning skoraði eitt mál, og Sámal skoraði tvey og var við í uppspælinum til hini bæði. 1-0 málið skoraði Símun Petur við langskoti eftir uppspæl í høgru. Sámal Joensen hevði næstsíðsta fótin
til stuttleikar kunnu vit nevna, at HB ongantíð hevur fingið stig í 1. deildardysti móti Sumba í Gundadali. Sumba hevur bert verið í 1. deild einaferð fyrr. Tað var í 1991, og í triðja umfari av kappingini [...] Ivamálið er Eyðun Jacobsen, sum gavst at venja hóskvøldið, tí hann hevði trupulleikar við øðrum knænum. TB tvey leikbann Tvørámenn fara annað vikuskifti á rað norður á Skálafjørðin. Síðst sá tað út at skula [...] Klaksvík, men tá KÍ vitjaði á grasinum á Svangaskarði fyrr í summar gekk illa hjá B68, sum tapti 5-1. Fróði Benjaminsen er leikbannaður hesa ferð. Oleif Joensen var skaddur seinast, men hann er við aftur
fyri strikuna. Í Sumba er trýstið stórt, men tað er uppaftur størri á Tvøroyri. Bæði Sumba og TB taptu, og um TB skal verða lív lagað í bestu deildini, so skulu teir fáa stig móti GÍ, og tað verður torført [...] 1996 vunnu FM, meðan TB fór í 2. deild. LÍF hevur vunnið sær rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini, og nú bíða teir eftir, hvat mótstøðuliðið fer at verða. Verður tað TB, so kann kappingarárið [...] tað teoretiskt avgjørt, sum vit hava tikið sum ein veruleika síðani HB sunnudagin 23. august vann 3?1 í Gøtu, samstundis sum KÍ spældi málleysan javnleik í Runavík. HB er FM vinnari 1998, og vit nýta høvið
Tí kann tað eisini sigast at vera í lagi, at liðini býttu, ja? sól og vind líka og spældu javnleik 1-1. Fuglfirðingar høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki og høvdu greiða yvirvág fyrstu 45 minuttirnar, [...] brotsteiginum nart spælandi venjarin Krzystof Popczynski við hann og stýrdi honum inn í netið til 1-1. Ein strika í rokningini hjá fuglfirðingum, sum av álvara vóru farnir at trúgva upp á sigurin móti [...] støðan fór at halda sær, og at ÍF tí fór at fáa tey trý stigini, sum kundu tryggjað teimum sessin í 1. deild eisini komandi ár. Men tá fimm minuttir vóru eftir, sendi Jón Pauli Olsen, sum hesaferð spældi
føroysku liðunum. Til hesa útbúgving eru brúktar sera stórar upphæddir, men tá hugt verður at hvør venur 1. deildarliðini í Føroyum, so sæst, at tað er minnilutin av venjarunum, sum skilir føroyskt og tíðansheldur [...] er her Harry Benjaminsen setur síni stóru spurnartekin. ? Tað sæst í hvussu er ikki á úrslitunum hjá TB, Sumba, ÍF og VB, at tey hava havt útlendskar venjarar. Tey liggja øll í botninum av fyrstu deild.
Sumba, og tað dámar Harry væl. ? Leikliga passar Sumba betri til okkara enn TB, sum eg haldi hava verið stak óhepnar í ár. TB hevur ikki so vánaligt lið, at teir skulu liggja niðastir. Men tað kunnu vit [...] longdi bóltin víðari til Kristjan á Reynatrøð, sum við handara stólpa setti høvdið á bóltin og so var 1-0 til leirvíkingar. Hóast leiðsluna, so er Harry ikki nøgdur við spælið hjá leirvíkingum í fyrra hálvleiki [...] endaliga úrslitið. Hetta úrslitið hevur við sær, at leirvíkingar skulu til at spæla um uppflyting til 1. deild, meðan sundalagsmenn skulu til at spæla um niðurflyting til 3. deild. Hvør sín veg, men úrslitini