summarfrí og høvdu ikki sæð skeiðsmappuna. Í byrjan kann slíkt ofta væntast; men nú man alt vera komið í rættlag. Depilin er liðugur at flyta inn í og byrja skeiðini í komandi viku, og tekning fer fram, til [...] gjørt av at seta seks »miðvikuskeið« í staðin fyri hesi fýra vikuskeiðini; og tey verða hildin frá týskvøldið til hóskvøld. Í flestu førum í somu vikum sum áður, tó at tvey eru komin afturat. Samanlagda [...] sum fólk hava áhuga í at fáa sett í verk. So statt verða broytingar og nýggj skeið lýst so hvørt. Onkur hevur kanska verið ørkymlaður um, at tilmeldingarfrestin varð framlongd í seinastu viku; men hetta
rimmarveitslu í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Tað eru teir, ið skipaðu fyri Diskotekklubbanum í Havn í sjeytiárunum, sum hava tikið stig til hesa veitslu, sum verður fyri øll, ið hava arbeitt í Diskotekklubbanum [...] duravørunum fyrstu árini. Diskotekklubbin varð stovnaður í 1970, tí tá var nærum eingin dansur í høvuðsstaðnum. ? Tað var bara almennur dansur umleið eina ferð um mánaðin. Fyri at sleppa undan stuttle [...] Sambært Árna C. Joensen, ið saman við Sigurði Beck og Petur Olivur í Hoyvík skipaði fyri klubbanum, hava eini 6-800 fólk arbeitt í Diskotekklubbanum hesi árini, og er ætlanin at savna sum flest av teimum
frá okkara endamáli við samtakinum, út í hvørt hús í Gøtu og nøkrum øðrum bygdum. Og samstundis varð boðið til fundar í losjuni í Gøtu eitt kvøld í oktober mánaði í fjør.? Tað vísti seg at áhugin var stórur [...] til nakað haldgott veiggj í tónleikalívinum. ?Áðrenn Grót kom í verðina, var næstan tað einasta regluliga tónleika tiltakið í oynni, ið ein kundi fara til, dansur á Kambsdali í vikuskiftinum. Tað var ikki [...] upp og annars at koma meira runt í landinum. Men høvuðsendamálið verður tó eisini í framtíðini at fjølga um og menna tónleika lívið í Eysturoynni, eins og sett var út í kortið fyri sløkum ári síðani.
Í kvøld verður ferðavinnustevnan, Vestnorden Travel Mart 1999, sett í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina tríggja daga drúgva stevnu, ið hevur til endamáls at gera vart við ferðamøguleikarnar í Føroyum [...] siga sama snið sum vanligar sølustevnur, ið hildnar verða í ítróttarhallum kring landið, men hópur av tiltøkum hongur eisini uppi í søluátakinum í høllini á Hálsi. Skipað verður fyri útferðum og fundum, [...] teimum innbodnu í morgin klokkan 9.00, og millum klokkan 17.00 og 18.00 er opið fyri almenninginum. Fríggjakvøldið er stevnan lokin, og endabresturin er stórur farvæl-døgverði og dansur á Hotel Føroyum
uni í almanna- og heilsumálum, sigur Bartal Kass, formaður í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið í Føroyum. Eldraárið er av við árslok, men formaðurin í Fyrireikingarnevndini sigur, at arbeiðið í kja [...] tiltakið í sambandi við Eldraárið í Føroyum verður í næstu viku. Frá hósdegnum og fýra dagar fram verður Norðurlandahúsið karmur um ørgrynnu av tiltøkum, ið so ella so lýsa støðuna hjá teim gomlu í samfelagnum [...] tónleikur, og dansur. Tað heilt stóra verður ein veitslukonsert leygarkvøldið 2. okt. í Norðurlandahúsinum. Fyri at so mong sum gjørligt skulu fáa gleði av henni, verður konsertin send beinleiðis í Sjónvarpi
Frá í dag og fýra dagar fram verður Norðurlandahúsið karmur um ørgrynnu av tiltøkum, ið so ella so lýsa støðuna hjá teim gomlu í Føroyum. Hetta er í sambandi við Eldraárið í Føroyum, og tað er Fyrirei [...] tónleikur, og dansur. Tað heilt stóra verður veitslukonsertin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum. Fyri at so mong sum gjørligt skulu fáa gleði av henni, verður konsertin send beinleiðis í Sjónvarpi Føroya [...] skipar fyri. Á eldrapolitiska økinum verða pallborðsfundur og ráðstevna, sum fara fram ávikavist í dag og í morgin. Leygardagin og sunnudagin er skráin løgd fyri eldra ættarliðið at njóta, og tá verður eitt
Um vikuskiftið var stórur dansur í Hvalba við norska Elviseftiraparanum, Kjell Elvis, og øðrum. Hóast nógv fólk var í dansi, var ógvuliga friðarligt. Løgreglan í Suðuroy varð als ikki kallað út um vikuskiftið [...] løgreglan har ger, hevur eydnast. Sum heild heldur løgreglan tað vera friðarligt í Suðuroynni. Sami friðurin, sum í Havn og í Suðuroynni, hevur eisini valdað kring restina av landinum um vikuskiftið. Løgreglan [...] eftirlitskoyringina. Kanska er tað heystfjallgongan, ið ger, at fólk ikki hava orku til at fara út at leika í um næturnar fyri tíðina?
gittarspælari í After Math. Saman við honum spæla Malan Eyðunsdóttir, Tróndur Bogason, Petur Dalsgarð og Jógvan Joensen í After Math. Tríggir av limunum í After Math hava spælt við í MC Hár. Spæla í Keypmannahavn [...] umfør eru í Spot Amager, sum er fyri tónleikabólkar á Amager, og samanlagt fara næstan 50 bólkar at verða við í kappingini. Fýra av limunum í After Math búgva á Amager, og tí eru tey við í kappingini [...] stendur í felag fyri løgunum, meðan Tróndur Bogason skrivar teir ensku tekstirnar til sangirnar. Limirnir í bólkinum hava spælt saman síðani 1997, og tey ætla at halda fram við tí. Tey tosa um at fara í upptøkuhøli
kvøld, og verður dansur í tveimum støðum. Nevniliga í veitsluhøllini og í Club 20. Í veitsluhøllini spæla Vestmenn og í Club 20 spælir Taxi, so har er nakað fyri bæði yngri og eldri. Longd nátt Ein fyrimunur [...] høllini oman í Klubban. Fyrireikararnir hava nevniliga syrgt fyri, at bussar koyra allar føðingardagsgestirnar oman. Fyri at fáa pláss fyri øllum gestunum í Klubbanum, verður alt húsið tikið í nýtslu í kvøld [...] Kvøldið í kvøld verður eitt stórt kvøld fyri limir í Havnar Klubba. Eingin ivi um tað. Tað er nevniliga í kvøld, at Havnar Klubbi hátíðarheldur 200 ára stovningardag, og við til hátíðarhaldið vera um 600
Tað er í 1988 at ein 15 ára gomul svensk genta bankar á dyrnar í Runavíkar skúla. Hetta er ikki vanligt. Øll høvdini í klassanum venda sær móti durðinum. Malin Almlöv er komin til Føroya við foreldrunum [...] eftir lærarum. Her stendur hon so í Runavíkar Skúla. Púra fremmand í fremmandum landi. ? Eg eiti Malin Almlöv, sigur hon á svenskum. Malin skrivar tað enn tá á talvuna. Í fríkorterinum hevur onkur drongur [...] Malin gekk til privatundirvísing í føroyskum og skjótt gekk framá. ? Eg byrjaði at royna at práta føroyskt á eini heystlegu í Zarepta. Eg minnist eisini, hvussu eg í tíð og ótíð spurdi um øll orð, eg