Landsstýrið verjir seg við at siga, at ongatíð áður er so nógv sum nú brúkt til skúla-, heilsu- og almannamál. Hetta er nakað tvætl, tí útrokningar heilsuverkið hevur gjørt vísa, at síðani heildarveitingin [...] Tað fór sum ein skelkur gjøgnum føroyska samfelagið, tá tað hósdagin frættist, at 18 sjúkrasystrar hava sagt upp á Landssjúkrahúsinum. Ikki færri enn 18 sjúkrasystrar siga, at nú er nóg mikið. Nú orka [...] fundir, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Leiðslan er ikki samd við tær um, at deildin er undirmannað. Og leiðslan lat heldur ikki við seg koma, tá freistin fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag
Sum vit so mangan fyrr hava sæð, so fylgdu aftur hesaferð nakrar útvaldar talvur og grafar við uppskotinum, sum skuldu vísa, at heildarveitingin hevur lítið og einki at týða fyri føroyska búskapin. Upplýst [...] , um at skipa Føroyar sum fullveldi. Longu á fyrsta samráðingarfundinum legði landsstýrið upp til, at vit skuldu hava 15 ára búskaparliga skiftistíð. Eitt innviklað roknistykki varð sett upp sum segði [...] Um vit dividera 650 mió. við 3 og falda við 100, so síggja vit, at 650 mió. eru 3 % av 21,7 milliardum. Tað vil siga, at 3 ár aftaná at samlaði føroyski búskapurin var komin uppá 21,7 mia., skuldi hei
eisini í greinini, at avgerandi fyri at eitt málsøki fær eina góða byrjan, er, at kommunurnar eru klárar og væl fyrireikaðar, tá vandi annars er fyri bakkasti og fyri at projektið ikki fer at eydnast. Hóast [...] fyrstu málsøkini verða útløgd, vil løgmaður tó iki siga nakað neyvt um. Løgmaður sigur víðari, at tað er av stórum týdningi at kommunurnar fáa góða tíð at fyrireika seg og byggja upp neyðugu umsitingaramboðini [...] longu seinasta ár at leggja dagstovnaøkið út til kommunurnar uttan nakra fyrireiking yvirhøvur. Hóast dagstovnalógin varð samtykt at kom aí gildi 1. juli seinasta ár, vaknaði onkur í Fíggjarmálastýrinum
Alessio. Hann skrivar, at hann hevði eitt postkort til yvirs, eftir at hann kom aftur til Italia, og nú hevur hann valt at senda tað til børnini á dagstovninum, ella skúlanum, sum hann sjálvur málber seg [...] Á dagstovninum siga tey, at tey kenna einki til hendan Alessio. Ikki er nøkur avsendaraadressa á postkortinum, so ikki ber til at heilsa honum aftur heldur. Tað einasta tey vita, er at maðurin eitur Alessio [...] Alessio og at postkortið er stemplað á postkontórinum á Fiumicino flogvøllinum í Róm. Tey sóknast tí eftir, um onkur annar kanska veit okkurt um, hvør hesin Alessio er, ella um onnur eisini hava fingið
arbeiða, tí at tær sjálvsagt skulu verða á skúlanum og samskipa tiltakið. Hvat fara næmingarnir at gera? Onkur, sum lesur hesi orð, hevur kanska hug at spyrja, hvat fyri arbeiði, ið næmingarnir fara at gera. [...] høvuðsorsøkunum , til at hon fór í gongd við at fyrireika tiltakið, var at provokera ung í Føroyum. Hon heldur, at ung í Føroyum er alt ov "dovin". Sum hon sigur, so "hava vit bæði tíð og orku til yvirs [...] hava tey royndir við, at fólk hava heitt á dagsverkarar at gera bæði líkt og ólíkt, sum er púrasta burturi í vóni og viti. Fyritøkur, stovnar og privatfólk, sum hava áhuga í at fáa fatur á einum ella
heimabakað á skránni. Av og á skipa tey fyri onkrum serligum, tað kann t. d. verða, at onkur kemur og lesur eina søgu ella onkur sigur frá onkrari hending. Tað verður eisini skipað fyri útferðum og hava hesar [...] góða undirtøku og hava eydnast sera væl. Av og á vitja eisini pensjónistar úr øðrum feløgum, og plagar hetta at verða sera hugnaligt. Vit síggja, lata tey heilsa úr Gøtubrá [...] Tey halda til í gamla svimjihylinum, sum seinni gjørdist partur av studentaskúlanum. Gøtubrá hevur verið væl vitjað, og vanligar dagar hava komið millum 25 og 30 fólk inn á gólvið. Tiltøkini í Gøtubrá
men sum hann eftir øllum at døma er ov lítið at sær komin til at broyta. Skakandi Annað og mest skakandi er, at allir Føroya ráðharrar og allir teirra tingmenn uttan minsta fyrilit bara fylgja, sum fyri [...] hetta duldarmál at siga. Jú ? okkurt orakulsvar kom frá tingsins røðarapalli, sum eingin skilti og eingin dugdi útleggja, og hatta við samanlegging endaði jú, sum tað endaði, ófyrireikað sum tað var ? spell [...] hending sanniliga verið funnin fressur. Farið er farið ? ella ? Nú heldur onkur, at farið er farið, og at tað einkið nyttar at blíva við at grenja upp í saman, eins og Arnstein og Signar báðir ? leggja summi
Tað er næstan soleiðis, at eg føli, at eg onki havi at bjóða tykkum á Harvard, sigur Dalai Lama lítillátin, og fólkið í kirkjuni smílist, ásannandi at maðurin hevur meira at bjóða enn tey flestu. Áhugin [...] fólkini, sum fingu atgongumerki til kirkjuna. Hvussu hetta eydnaðist, skal ikki greiðast so nær frá her, men sigast kann, at henda dagin var tað ikki eitt gott hugskot at standa í kø ? betri var at ganga [...] og tað gjørdu tey flestu, sum fingu atgongumerki. Aftaná at atgongumerkini vórðu so kristiliga býtt millum næmingarnar henda fríggjadagin, var bara eftir at fáa vikuskiftið at ganga, og síðani fara í kirkju
samstundis sum samgongan skarvar so ógvusliga av hesum øki, sum skapar mest trivnað, menning og fólkavøkstur, ditta tey sær at skriva “Onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum [...] gransking hevur at siga fyri eitt samfelag sum okkara, og fyri at fáa vælútbugvið fólk at flyta heim. Hon skilir tað ikki. Og eg kundi hildið áfram - ÚSUN stuðulin skal broytast til lán, soleiðis at vit nú bara [...] landið sum eitt virki, har einasta málið er at fáa hallið vekk. Mantraið er, at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016. Tí er hetta endamál blivið umberingin fyri at niðurlaga grundleggjandi tænastur sum eitt
hálvleik var heilt týðuligt, at teir vóru betri fyri, enn vit vóru. Okkara menn orkaðu ikki at bjóða seg til, og teir, sum høvdu bóltin, orkaðu ikki annað enn at senda langt fyri at fáa luft, og so mátti tað [...] mær, at hann hevði álit á mær, tí hann helt, at tað hevði gingið væl undir venjingini. Eg skal ikki dylja, at eitt sindur av fjáltri var á fyrstu minuttirnar móti Finnlandi, men tað var skjótt, at alt var [...] men eg fari ikki at siga, at dómurin ikki var rættur. Íslendingar javnaðu til 2?2 tólv minuttir eftir steðgin, og tá var aftur brotsspark. Ta ferðina var tað Jens Kristian Hansen, sum fór eitt sindur skeivur