tvær silvur og eina bronsu vónar norski almenningurin, at norsku hondbóltskvinnurnar loksins vinna OL-gull.
OL Hann er heimsins skjótasti maður. Eingin ivi um tað! Usain Bolt av Jamaica køvdi annars ovurstóra spenningin undan 100 metra finaluni, tá hann hálvgum einsamallur spákaði sær til nýtt heimsmet á 100
Brasil hevur havt eitt vánaligt OL higartil. Ikki minst hevur tað skapt ónøgd, at landið tapti hálvfinaluna í olympisku fótbóltskappingini móti Argentina. Og nú hevur forsetin í landinum, Luiz Inacio Lula
Kjersti Tysse Platzer syrgdi fyri sættu norsku OL-medaljuni, tá hon sum næsta kvinnan gekk um málið í 20 km kappgongd. Hetta gjørdi hon í tíðini, 1.27,07, og er hetta nýtt norskt met. Russiska Olga Kaniskina [...] Silvurið lyftur Noreg upp á eitt pláss sum nummar 30 á listanum yvir mest vinnandi tjóðirnar í aktuellu OL-útgávuni. Har er Danmark enn besta norðurlandi.
Koreanar klaga um, at tíðin er farin, men tá løta er farin er sigurin staðfestur. Noreg er í finaluni við OL í Beijing.
Ì dag er stundin komin hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti at hevna OL-finalutapini ímóti SuðurKorea, sum liðnum var fyri í 1988, og í 1992. Ivi hevur verið um 28 ára gomlu Katju Nyberg, tí hon hevur [...] frøðingar í Noregi samdir um, at verður Nyberg við, so eru møguleikarnir hjá Noregi at vinna seg í OL-finaluna munandi øktir. Hálvfinalan millum Noreg og SuðurKorea byrjar kl. 11 føroyska tíð
Grønland verður við í vetrar-OL 2010 í Vancouver. Tað sigur formaðurin í Grønlendska ítróttarsambandinum Nuka Kleemann við KNR. Vit hava longu tosað um møguleikarnar, vit vóna at grønlendsku ítróttarfólkini [...] luttøkan verður undir Dannebrog. Ti ikki fyrr enn Grønland er viðurkent sum ein tjóð, og vit hava fingið OL-limaskap, kunnu vit luttaka við Grønlenska flagginum, tað segði Nuka Kleemand við KNR.
OL Alt Ísland er á hinum endanum. Alt landið hevur staðið stilt í hálvanannan tíma, meðan fjórðingsfinalan millum Ísland og Pólland var spæld. Spennandi dysturin endaði 32-30 til Ìsland eftir hálvleiksstøðuna
Hondbóltur Danmark megnaði ikki at senda Kroatia úr OL-endaspælinum, tá liðini hittust fyrrapartin í dag. Danir vóru aftan fyri 12-14 í steðginum, og endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til Kroatia. Danir [...] støðan var 20-22, skuldi hetta ikki vera dagurin hjá dønum. Talan varð soleiðis um fyrsta endaspælið – OL, HM og EM – har Ulrik Wilbek ikki hevur heiðursmerki við sær heim aftur til Danmarkar.
at Ulrik Wilbek ikki vinnur gull, silvur ella bronsu við eitt OL, HM ella EM-endaspæl. Og dreymurin hjá mongum norðurlendingum um eina OL-finalu millum Ìsland og Danmark er brostin.