hann samstundis fær høvi at vitja eitt føroyskt blað. Seinni fríggjadagin liggur leiðin, sambært teimum fyribils upplýsingum, sum fyriliggja, í Norðoyggjar. Vitjað verður í Klaksvík og á Viðareiði. Nevnt [...] hevur verið nevnt, at umframt ríkisfundin í Tindhólmi, skal forsætisráðharrin ein túr út í Mykines. Eisini er sagt, at hann skal ein gongutúr úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin. Í Kirkjubø tekur Páll Patursson [...] morgunmatar o.s.fr., sum vanligt er, tá slíkar vitjanir eru. Sosialurin fer at fylgja forsætisráðharranum á ferðini. Og hóast blaðið ikki kemur út um vikuskiftið, fer at bera til hjá teimum, sum hava atgongd til
hjá GÍ, sum liggur væl fyri. Teir hava vunnið allar sínar seks heimadystir higartil ? millum annað fekk KÍ sítt higartil einasta tap í ár í Gøtu. Tosið um álopstrupulleikar í GÍ er horvið sum døgg fyri [...] botnuppgerð, og fyri sumbingar telur bert ein sigur. Teir hava spælt tíggju dystir og tapt níggju av teimum, og á pappírinum er heimadysturin móti ÍF ein av teimum, sum má og skal vinnast, um teir ætla sær [...] Trygvi Mortensen hevur allar teir tøkar, sum spældu í Fuglafirði, og harafturat eru Helgi L. Petersen, sum síðsta vikuskifti var leikbannaður, og Arnfinn Langgaard, sum hevði verið burturi í summarfrí, við
viðgjørt á fundinum. Við sínum vanliga væl innlærda diplomatiska snildi, svaraði hann, at tað hevði verið ein fundur við góðum samrøðum um trý evni. Búskaparligu gongdina í Føroyum, europeiskar spurningar frá [...] ógvuliga skilagóðar samrøður, lat hann at. Konkret úrslit spurdust ongi úr fundinum, men klár sjónarmið, sum gjørdu, at allir fundarluttakararnir gjørdust klókari upp á framtíðina, segði forsætisráðharrin. Ógjørligt [...] onga tíðarfreist sett. Hann lurtar eftir føroyingum bíðar eftir tí føroyska útspælinum. Bólturin liggur alla tíðina framman fyri føroyska brotsteiginum. Og sambært Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra
sær í geyma, at hann ikki byrjaði sum hin sermerkti sangarin, vit kenna. Nógv umrøddur Poul Dissing hevði longu í fimtiárunum ein frítíðarbólk saman við Freddy Fræk, sum borðreiddi við vanligum jassi, og [...] virðislønir Í Føroyum er Sanne best kend, sum hin góða songkvinnan í Anne Linnet Band. Men hon er heldur ikki ókend sum forsangari í Sneakers - vælumtókta bólkinum, sum varð stovnaðum fyri 20 árum síðan. »Sui [...] innbygdur ein sokallaður pinkufestivalur. Tað er Nordisk Jazztalent, ið er sprottið úr Nordjazz, sum skipar fyri. Eitt orkestur úr hvørjum Norðurlandi verður við í hesum partinum av stevnuni. Sum frálíður
stóra misnøgdin er at finna. ? Mín samkensla liggur heilt greitt hjá NATO og USA, og eg eri glaður fyri, at Føroyar hava verið ein partur av tí felagsskapi, sum gjørdi av við gamla Eystureuropa, sigur Bjarni [...] Sornfelli. Har vistu øll, at ein partur av fólkinum á herstøðini vóru danir og ein partur var amerikanarar. Bumbumál við ella uttan herstøð Í blaðnum í gjár endurtók Kjartan Mørkøre, ein av forkemparunum í føroysku [...] hevði verið tað allarbesta. Bjarni Djurholm viðgongur, at kanningin, sum hann gjarna vil hava gjørda í Eystureuropa, eisini er ein ideologiskur spurningur. ? Tað er upp á sítt pláss at fáa staðfest, hvønn
yvir tað endaleysa havið, sum er spegilsblankt. Bert svørtu blettirnir, sum vit vita er fuglur, eru at síggja. Ein einsamallur bátur liggur stutt úr lendingini. Tað er Barbara, sum førdi pressufólkið út í [...] at tey vóru júst líka dálkað, sum vit eru í dag. Hesi fólkini hava livað av somu føðikeldum, sum nógvir grønlendingar gera enn. Og allar hesar øldirna, hava so tey, sum hava verið ímillum, livað av tí [...] ávarar samstundis í móti at loypa á leistum, hvørja ferð ein kanning ella frágreiðing verður almannakunngjørd. Tað eru nógvar ávaringaklokkur sum ringja alla tíðina, sigur hann. Og viðhvørt eru tær falskar
um Barbaru, sum flestir føroyingar kenna, varð Harra Pál ( Poul) ein túr í Mykinesi. Ein lagnutúrur kann av sonnum sigast, at hann gjørdist. Barbara var ikki við. Í dag var tað Barbara, sum førdi pressuna [...] seyði somu leið, vit nú sigla. Ein døpur søga, sum líkasum tekur eitt sindur av tí stórbæra frá oynni. Tignarlig móttøka Jú, vit koma inn at lendingini. Eina løtu kundi ein ivast í, um hetta veruliga var [...] seinasti, sum sat við urguna. Hann er kanska meira kirkjuvandur enn hinir báðir. Hann er prestlærdur. Og inni í kirkjuni fingu gestirnir frá staðkendum fólki at vita um minnispláturnar, sum hanga á ki
dreingir, sum funnu uppá at spæla punk rock. Síðani funnu teir uppá at taka country tónleikin við, so teir funnu ein nýggjan stíl, sum teir kalla fyri countrypunk. Tað var hesin stílurin, sum gjørdi teir [...] hini ungfólkini, sum sova dagarnar burtur. Vit spurdu Jesper Binzer, um hann helt at tað var navnið, hevur gjørt bólkin kendan? ? Nei, tað haldi eg ikki. Tá ein ger ein bólk er tað síðsta ein ynskir, at navnið [...] greiða frá, onkur kendi onkran, so var tað ein maður í Føroyum, sum hevði opna eitt dansistað o.s.v. Manningin í bólkinum hildu, at tað var eitt gott hugstot at fara ein túr til Føroyar. Bólkurin hevur júst
at veðrið sum heild er meiri skiftandi, enn vit eru vanir við. ? Alt hetta ger, at ferðin kann verða trupul at rokna út. Tað er ein nýggj avbjóðing hvønn dag. ? Men ein stór avbjóðing liggur eisini í tí [...] eru hugtakandi. Vit rógva framvið monnum, sum fleyga lunda, og vit hitta menn, sum eru úti við snøri. ? Alt hetta gevur okkum eina greiða fatan av, at tað er ein heilt serlig mentan. ? Alt hetta ger, at [...] kajakk er nevniliga teirra fremsta ítriv. Og hetta er eitt ítriv, sum teir hava íðka nógva staðni í verðini. Nú vóru tað so Føroyar, sum stóðu fyri tørni. Teir báðir bretarnir, Tom Turner og Mike Bartle
fólkakirkjuni, sum hvalbiarprestur eisini hevur verið partur av. Seks mans, sum eru í prestastarvi, søgdu seg í skrivi stuðla hinum víðgongda fuglafjarðarpresti, og Andreas Andreasen var ein teirra. Meti [...] sama, sum tað hevur verið síðan 1947, tá kvinnuligir prestar vórðu góðkendir við lóg. Hevur tú guðfrøðisprógv, og ert vígdur, so kanst tú virka sum prestur? Bispur kunnar kirkjuráðini ? Einasta, sum vart [...] trupulleikar stinga seg upp, tá summi vilja vísa hugsan sína, á ein hátt, sum gongur út yvir onnur menniskju. Kvinnuligir prestar eiga somu rættindi, sum menninir, og hesum noyðast teir, ið halda tað vera skeivt