er eisini at menta børnini. Onkur helt enntá, at hetta er ein snildur máti at avtaka ansingarstovnarnar, spakiliga, og tey vísa samstundis á, at kommunur hava, longu sum her, heimild til at hava ansin [...] undir við uppskotinum. Summi halda, at tað fer at føra til spekulatión, tí hjá familjum við góðari inntøku, fer hetta at føra til, at kvinnan fer at ganga heima at passa børnum, og eiga tvey tvey børn [...] undir við, at foreldur eru »tvingað« at koyra børnini í barnagarð, tí har verða børnini einsrættað, siga tey. Tey stúra eisini fyri, at samgongan hevur eina fjalda dagsskrá og at LGBT fer at sníkja seg
Tað vil siga, at tá fólk skrivaðu nic.fo, so endaðu tey á eini aðrari síðu, har tey fingu boð um, at nic.fo var hackað. Men skaðin kundi verið so ómetaliga nógv størri. At teldusníkarnir megnaðu at taka ræði [...] løgreglumaður. Vit eru kanska heppin, at tað í júst hesum føri - álopinum á heimasíðuna nic.fo - eru teldusníkar, sum siga seg bara gera tað til stuttleikar. Men sannleikin er, at Føroyar eru í einum elektroniskum [...] Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskar heimasíður eru álopnar. Fyri nøkrum árum síðani boðaði ein bólkur av teldusníkum frá, at av tí at føroyingar drópu grind, fóru teir at gera føroyskar heimasíður til
telva vit móti Libya, sum er styrkismett nummar 130. Teimum møttu vit seinast í 1982. Tá vunnu vit 3-1. Ein freistast at siga, at í løtuni liggja vit so lágt, at vit eru sum bumbaðir næstan fjøruti ár aftur [...] fyrimunin, men Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen lorkaðu so illa, at báðir taptu. John Rødgaard plagar at vera tryggur, tá ið hann fær upp støðu, sum hann hevði í endatalvinum í gjár, men hann misti tráðin, og [...] kortini soleiðis, at rættilig skarvslop kunnu gerast á stiganum eftir fáum umførum. Tveir góðir føroyskir sigrar í dag og aftur í morgin, so eru vit aftur á leið har, sum vit halda, at vit eiga at vera. Men dysturin
Tað verður Djóni Nolsøe Joensen, sum missir løgtingssessin, nú Henrik Old hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður og tekur sítt sæti í løgtinginum. Djóni Nolsøe Joensen er nevniliga í dag fjórði eykamaður [...] in til síðsta løgtingsval, og bleiv nummar trettan á listanum við 135 atkvøðum. Hann sleppur tó at siga eina løtu afturat, tí Helena Dam á Neystabø er á ST-aðalfundi í New York. Hilbert Elisson hevur sitið [...] York. Enn veit ongin, hvør verður nýtt landsstýrisfólk. Verður tað onkur í sitandi tingbólki, kemur Djóni Nolsøe Joensen tó innaftur sum fastur eykamaður.
sindur. Ferðafólk, sum Miðlahúsið hevur tosað við siga, at tað bleiv púra kvirt í flogfarinum. Lítla løtu eftir boðaði flogskiparin frá, at tað var eitt snarljós, sum rakti flogfarið, men at alt var í lagi [...] verður tað rakt av snarljósinum. Ferðafólk siga, at tey sóu eitt bjart ljós og onkur, sum hugdi út júst tá, sá onkran neista. Tað gjørdi tað enn verri, at stutt eftir rakti flogfarið eitt sindur av turbulensi [...] so at tá flogfarið lendi, kannaðu teir flogfarið beinanvegin, fyri at tryggja sær, at einki brek var á. Flogfarið fór avstað aftur til vanliga tíð, sigur Jóhanna á Bergi. Sum skilst er sannlíkt, at hvørt
partrolarapør fiska makrel. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at partrolarapørini, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa, sum henda vikar gongur. Men, eru flestu partrolarapør til fiskiskap [...] við bryggju. Hinvegin eru garnaskipini til fiskiskap, og væntandi er, at øll tey fýra garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa í vikuni. - Garnaskipini hava eisini brúkiligan fiskiskap, verður [...] fiskiskap í løtuni, kann ikki tað sama sigast um djúpvatnstrolararnar sum fiska ísfisk og teir smáu trolbátarnar. Tí, sambært Fiskamarknaði Føroya í dag er eingin djúpvatnstrolari á ísfiskaveiði, og allir teir
hevur onkuntíð sagt, at tað eru serliga tvær umberingar, tey javnan hoyra fyri at børnini ikki sita í trygdarbelti. Onnur er, at tey høvdu slíkan skund, at tey góvu sær ikki stundir til at spenna børnini í [...] fer løgreglan at hava eitt vakið eyga við ferðsluni við skúlarnar um morgunin, tá ið skúlin byrjar. Løgreglan plagar at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, men nú hava tey gjørt av at gera tað til [...] fyri, at ferðslan í sambandi við skúlarnar skal vera eitt øki, tey serliga skulu seta kikaran á. Í hesum sambandi fara tey serliga at ansa eftir, um tey sum koyra børn í skúla hava tryggjað sær, at tey sita
Jacobsen, sum skjótt kundi siga, at talan var um grindahval. Sýslumaðurin, Karl Johansen, sigur, at sambært grindalógini eiga hesir fýra ungu dreingirnir, sum funnu grindina, finningarfiskin, sum er størsti [...] Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at dreingirnir sóu ein bólk av hvali í sjónum, men kundu sjálvandi ikki við vissu siga, um talan var um grindahval ella springarar. Onkur bátur legði skjótt út á víkina, [...] Tað vóru fýra ungir dreingir, sum boðaðu frá grindini á Gøtuvík í gjárkvøldið. Teir vóru farnir úr Syðrugøtu og út á víkina at vita, um teir kundu fáa nakrar fiskar. - Talan var um fýra dreingir um ko
í kvøld at siga, at tey fáa umleið 25 hvalir úr grindini, sum í kvøld legði beinini í Syðrugøtu. Avgjørt er, at henda grindin skal býtast í heimapartar í Fuglafjarðar kommunu. - Ætlanin er, at borgararnir [...] skulu koma at fáa sær eitt kók í morginárini klokkan 08 uttan fyri Havnaskrivstovuna, verður lagt aftrat. Á Facebok-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður eisini sagt, at um onkur er áhugaður í at hjálpa til [...] til við at skera upp, eru fólk vælkomin at ringja á tlf. 239112.
hon eisini, at tað hevur ikki verið lætt at fáa tað fram. Hon sigur nevniliga, at tað var týðiligt, at hetta varð ikki væl móttikið høgt uppi í skipanini. Tinglimir vistu eisini at siga, at fakfelagsformenn [...] umfatandi málsøki at umsita. Men hon hevur fingið at vita, at tað letur seg ikki gera uttan at broyta kommunulógina. Síðani hevur hon kortini aftur fingið at vita, at tað er ikki vist, at tað er so. Og nú [...] samstundis, at hjá smáu kommunum kann tað verða ein trupulleiki, tí har eru starvsfólkini so fá, at tað er ómøguligt at vera dulnevndur. Kristina Háfoss heldur, at tað er sjálvsagt, at at kommunur eru