tendra – ikki aftan. Tí er tað, at nógvir nýggir bilar koyra við sløktum baklyktum, tí fólk bara koyra við koyriljósunum. Hetta kann skapa vandar í ferðsluni. Ein orsøk til, at baklyktirnar ikki eisini tendra [...] orku, minni brennievni, og CO2 útlátið verður eisini minni. Góð ráð: Hevur tú bil, har lyktirnar ikki tendra sjálvvirkandi: • Kanna, um til ber at broyta tað, so lyktirnar altíð eru tendraðar, tá tú koyrir
fólki heilt at loysa Føroyar frá Danmark. Høgni var eisini skjótur við treytaleysum stuðli til Magna. Selja ikki til Danmarkar Magni Arge er meira nuanseraður enn Høgni – men hann hevur hug at fara sama veg [...] at Danmark bara skuldi noktað at sett tiltøkini í verk. Men tað hevði ikki borið til. Og tað hevði heldur einki hjálpt. Tað er ikki Danmark, sum keypir okkara makrel og sild. Høvdu vit kunnað lagt fiskin [...] heldur ikki verið ljósareytt. Sumt hevur ikki verið uttan svørðslag. Eitt dømi er, tá ES skuldi atkvøða um ta heimildarlógina, sum gav ES rætt at boykotta Føroyar. Stjórnin skuldi hava mandat til hetta
landsliðnum náddu ikki at syngja tjóðsangin til dystin móti Russlandi í Belfast í gjár. Stadiumspeakarin var so skjótur at trýsta á play, at føroysku venjararnir og hjálparfólkini ikki vóru komin upp á [...] á pláss, tá føroyski tjóðsangurin bleiv spældur. Tá vóru góð ráð dýr. Tvey valdu at steðga á og syngja við. Síðani royndi tey at renna upp á pláss áðrenn russiski tjóðsangurin bleiv spældur, men aftur var
karmar eg, havi, eru ikki ráð til at hækka pensjónirnar. Eitt, Annika Olsen sipar til, er, at andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka viðbótina hjá pensjónstum, sum lítla ella onga aðra [...] at tað er ”ikki sørt nasadjarvt” av Anniku Olsen at gera andstøðuna til syndabukk fyri at einki hendir í pensjónsmálinum. - Landsstýriskvinnan leypir á og sigur, at ” tað er andstøðan, sum ikki torir” at [...] taka støðu til fólkapensjónina í framtíðini. Men Helena Dam á Neystabø sigur, at andstøðan hevur ikki fingið eina einastu áheitan frá samgonguni um ein framtíðar pensjónsskipan. Hon helt ikki, at Annika
øll fara at kenna seg aftur í. - Tað ber væl til at snikka uppskotið til, so at øll kenna seg aftur, sigur hon. Tí heitti hon inniliga á andstøðuna um ikki at senda eina rakett fyri og aðra eftir upp í [...] andstøðan við til borðs, er møguleikin avgjørt til staðar, sigur landsstýriskvinnan. Men hon heldur, at orðadrátturin hevur verið harður, so spurningurin er um nakar er at taka ímóti innbjóðingini til samstarv [...] aðrar pensjónir, so at hon kann hækkast hjá teimum, sum bara hava fólkapensjón. - Eg vænti ikki, at vit hava ráð til at leggja oman á hjá teimum, sum hava eina ”feita pensjón”, tí so fer samfelagið at hoykna
við sær, at tað aftur er pláss til uppraðfestingar av týðandi økjum. Tað er bæði gott og neyðugt, at meira er sett av til fyribyrgjandi sjúkuviðgerð og serstakan heilivág, til stakar uppihaldarar og útbúgving [...] Suðuroyar Sjúkrahúsið tilsamans. Hetta eru upphæddirnar, vit tosa um. Pengarnir skulu brúkast til vælferð og ikki til at gjalda rentur. Í míni verð snýr tað seg um, hvussu vit røkka málinum um at fáa avlop í [...] av hesum nýskipanum, ið ikki eru gjørdar. Tað er harmiligt, tí tað er við nýskipanum, at vit veruliga flyta mørk og kunnu fáa fíggjarlógina til at hanga betur saman. Skjótt til løgtingsval Tað er nú eitt
kanningina, søgdu tey, at tey vildu ikki lata so illa at, fyri ikki at avdúka seg sjálvi og, hvussu støðan veruligu var. Politikarar hava annars verið dúgligir til at vísa til hesar kanningarnar sum eitt prógv [...] gott við egnum pensjónum og har B pensjónistarnir ikki hava ráð til eina ferð við Norrønu, segði Rósa Samuelsen. Sambandsfólk halda eisini, at tað er ikki so løgið, at nettupp pensjónistar í Havnini lata [...] hvussu gott tað er at liva í Føroyum. Ikki minst hevur løgmaður sjálvur, Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum aftur og aftur víst til hesar kanningarnar sum prógv fyri, hvussu
at tryggja sær, at giftin er roknað til morsniglar og ikki einans tekur vanligar sniglar. Høgni Lützen sigur, at eftir at morsniglarnir eru tiknir, er tað eitt gott ráð at leggja børk í útjaðaran av havanum [...] keypir, eisini tekur morsniglar og ikki einans vanligar sniglar. Ráðini frá Høgna: - Nýt gift. - Fá grannan við í stríðið. - Legg ein børkateig í útjaðaran av havanum. Onnur ráð: - Gakk runt í havanum og leita [...] omanyvir sniglarnar. Minst tó til, at salt er skaðiligt fyri vøkstur í urtagarðinum. - Nýt fellu. Grava eina ísboks niður og fyll hana við agni. Øl og frukt virka væl sum agn. Minst til at tøma felluna regluliga
í vøggustovu ella barnagarði. Men spurdur, hvørt kommunan hevur ráð til tað, ljóðar politiska svarið nærum retoriskt: – Hava vit ráð til at lata vera, spyr Sjúrður Olsen, sum við svarinum vísir á týdningin [...] eiga vit at lækka foreldragjaldið til barnagarðs- og vøggustovuplássini í býnum, sigur Sjúrður Olsen. Fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2015 leggur upp til sama skattaprosent og sama barnafrádrátti [...] við einum ítøkiligum uppskoti, har fitt av pengum verða settir av til at lækka foreldragjaldið, sigur Sjúrður Olsen. Býráðslimurin vil ikki seta tøl á, hvussu nógv bíligari tað skal vera fyri barnafamiljur
m loyvi til at kanna og vitja bæði almennar og privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Børn kunnu til dømis klaga til umboðsmannin, um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa [...] lesast á nýggju heimasíðuni hjá umboðsmanninum: www.bum.fo. Síðan er ikki virkin í skrivandi løtu. Kann Løgtingsins umboðsmaður ikki sjálvur hjálpa børnum við teirra trupulleikum, kann hann seta tey í samband [...] Børn fáa nú møguleika at klaga til Løgtingsins umboðsmann, halda tey seg verða skeivt viðfarin. Umboðsmaðurin, sigur, at hann nú eisini fer at kunna kanna bæði almennar og privatar stovnar, sum hava ábyrgd