mjørkin ofta heilt forargiligur, og serliga argar hann á høvuðsstaðarleiðini. Men í nýggjari tíð hevur tað ongantíð verið neyðugt at avlýsa kappróðurin, tí tað í orðsins sanna týdningi ikki hevur sæðst [...] sum fyrst og fremst liva av tí, sum hevur við fisk og sjóvinnu at gera. ? Vit hava gjøgnum árini ikki dugað serliga væl at fáa sponsorar, og vit eru glaðir fyri, at tað eru fyritøkur, sum á henda hátt [...] framvið róðrarøkinum fyri at halda kappróðrarbátunum á beinari kós. Vit vóna sjálvandi, at hetta verður ikki neyðugt hesa ferð, men um tað skuldi verið neyðugt, so fara vit at gera okkara besta, sigur formaðurin
tað, vit hava lagt í hetta. Ískoytið, sum ætlanin var at tað skuldi geva, hevur ikki verið nøktandi, og tí hava vit ikki heilt nátt okkara endamáli, sigur Thomas Dam, fíggjarnevndarformaður í Heimamissiónini [...] felagnum hevur verið at selja flogferðaseðlar. At Heimamissiónin nú selur ferðamannafelagið er tí teir ikki hava fingið tað burturúr felagnum, sum teir høvdu vónað. ? Vit hava havt trupult at fáa virksemið [...] eisini veita eina betri tænastu. Virksemi hjá HM-ferðir verður enn tað sama, og tí meti eg avgjørt ikki at HM-ferðir er slept uppá fjall. Reka sama virksemi Hvat prísurin er, nú Tora Tourist yvirtekur HM-ferðir
1.119,40 krónur. Er tað ikki at taka í so rívan til? ? Har hevur tú ikki roknað nevndararbeiðið uppí, gerst tú tað, so fer tímalønin beinanvegin niður, men annars ber tað ikki til at nýta tíma hugtakið [...] tingformaðurin ikki tikið støðu til, hvussu nógv lønirnar skulu hækka: ? Men vit plaga at sammeta okkum við grannalondini, og t.d. í Danmark er tingmannalønin einar 30 túsund krónur. Eg fari ikki at mæla til [...] Løgtingsformaðurin, ið sambært stýrisskipanarlógini sjálvur verður løntur sum landsstýrismaður, fer heilt skjótt, eftir at tingið er komið saman á ólavsøku, at taka lønarspurningin upp í formansskapinum og
viðurskiftini, verður nevnt í røðuni, hvat vit ætla at gera á sjálvstýrisleið, men ikki um innihaldið. Tað kemst av, at vit ikki hava heimildina fyrr enn tingið hevur viðgjørt málið. Í fyrstu atløgu fara vit [...] hesaferð, sigur løgmaður. Um gongdina í samfelagnum, sigur løgmaður, at at gongdin í búskapinum ikki er heilt av leið, men at nøkur mál mugu fáast í rættlag, eitt nú er skuldin í landskassanum og í kommununum [...] ni hjá Fólkaflokkinum í løgmansrøðuni, men tað afturvísir Anfinn Kallsberg avgjørdur. Hann heldur ikki at tað er hóskandi. Tað eru serligar umstøður hesaferð, nú sjálvstýrislandsstýri hevur leiðsluna,
dámar væl, men á goymslu er tað ikki, sigur Erik. - Men tað verður modellsmíð hvørjaferð, so einki verður júst tað sama, tí allar bylgjur og snyrlar blíva ongantíð heilt líka, sigur Erik. - Eg havi eini [...] sveisitól, vinkulslípara og tílikt. Av tí sama kann eg ikki kappast í prísi við aðrar, ið hópframleiða, ella nýta fleiri tól, sigur Erik, ið ikki heldur nógv um at kalla nakað handverk, ið bert verður [...] føddur í Rituvík í 1931. Pápin var fiskimaður, sum menn flestir vóru tá. Men Erik sigur, at hann hevur ikki verið so nógv í Føroyum, tí hann hevur búð aðrastaðir. Erik flutti til íslands í 1955 og búði har
Liechtenstein og San Marino eru at finna ávíkavist á plássunum nr. 124, 142, 163 og 177. Tað er ikki heilt greitt hvussu FIFA roknar støðuna út, og sjálvt um teir hava roynt at greiða frá tí. Sjálvir halda [...] pláss aftur. Og onkur hevði kanska roknað við meira eftir stórtapið í Estlandi, men tað gjørdist nú ikki til meira enn tey tvey plássini. Listin er gjørdur eftir HM í Fraklandi, og Føroyar eru nummar 119
oljuvinnu her. Hann heldur tað annars vera eina áhugaverda og spennandi uppgávu at skula leita í einum heilt nýggjum øki við so stórum møguleikum og so nær Bretlandi og Norðsjónum, har teir hava nógv virksemi [...] um olja er her. Einki kann sigast fyrr enn borað er, men tað at so nógv oljufeløg vísa áhuga, sigur ikki so lítið um útlitini. Men vit vilja eisini við slíkum samkomum og fundum annars gera tykkum greitt [...] m at skilja, hvat føroyingar kunnu og skulu gera í eini komandi oljuvinnu. -Slíkir spurningar eru ikki lættir at svara, men eg eri vísur í, og tí eru vit eisini her nú, at oljufeløgini fegin vilja hjálpa
var í summar í eina viku og vandi saman við AB, og tað var bæði strevið og spennandi. Men eg misti ikki mótið av royndini. At Christian Andersen er ein harður hálsur sum venjari fekk eg at kenna sviðan [...] danskur fótbóltur, og eg eri hugaður at royna at venja har, áðrenn eg taki nakra avgerð, men tað er heilt greitt, at eg undir øllum umstøðum spæli við HB til hetta kappingarárið er liðugt. Fleiri pengar í [...] Lassen, sum fyri HB røkir sambandið við Motherwell, ið HB spældi ímóti í Europa Cup í 1994. ? Teir hava ikki sæð Hans Fróða Hansen, men út frá tí, teir hava hoyrt um eginleikarnar hjá honum, eru teir hugaðir
gass finst við Føroyar. Aðrastaðni í verðini, har feløg arbeiða í nýggjum økjum, plaga tey vanliga ikki at lata upp egnar skrivstovur fyrr enn tey hava fingið ein lisens ella hava funnið olju. FYRI kortum [...] um, at hendingin í dag, markerar eina byrjan til eina nýggja tíð í Føroyum. Hon signalerar, at ein heilt nýggj vinna stendur fyri framman. Her skulu vit tó gera okkum púra greitt, at eingin eigur at selja [...] tað eiga føroyingar eisini at gera sær greitt. Áhugin fyri at leita eftir olju við Føroyar merkir ikki, at olja er her. Men so stórur er hesin áhugi og so nógv olja er longu funnin beint við markið, at
har tað ikki ber til at hava annað starv við síðuna av, so beri eg ótta fyri, at tað vera færri samfelagsbólkar, sum fara at manna tingið, enn tað eru í dag, og tað hevði verið sera óheppið. Ikki nýtt uppskot [...] spurningurin um lønarhækking og betraðar umstøður ikki er nýggjur, og at gamli formansskapurin viðgjørdi hetta málið. Løgtingsskrivstovan gjørdi ikki so lítið av fótarbeiðið, sum teir kalla tað, men tá [...] hava mist pensiónsuppsparing í fleiri ár, og tað ger, at teir koma ikki á fulla pensión, áðrenn teir skulu leggja frá sær. Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt sektast fíggjarliga, tí tú tekur við politiksa