klaksvíkingum, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað í storminum leygardagin. KÍ hevði vunnið 1-0 á Skála, og tað sást á bæði spælarum og viðhaldsfólkum, at tað hevði ovurhonds týdning, at hesi stigini komu [...] øllum vindinum. Og harafturat stóð tað ikki so lítið á síðstu løtuna. Skála venjarin, John Petersen, hevði vánaligar fyritreytir at arbeiða út frá. Fleiri av stuðulsspælarunum vóru ikki tøkir orsaka av skaðum [...] , eitt nú setti venjarin seg sjálvan á vøllin. Um úrslitið gjørdist eitt, tvey ella trý mála tap hevði ikki so stóran týdning. Liðið varð umskipað, og seinastu løtuna vóru tað bara tveir ella hálvur triði
uppá snarálop, og tí hevði TB bóltin meira. Hóast leikliga yvirvág, so hevði TB trupult við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar, og ÍF var vandamiklari frammanfyri málinum og hevði fleiri møguleikar enn [...] hjá ÍF stóð eldri bróðir Bárð fyri. Høgni á Lakjuni hevði seinasta fótin á einum innleggi úr høgru frá Hergeiri Eldevig, eftir at hesin mestsum hevði runnið longdina á vøllinum. Verjan fekk fatur á bóltinum [...] púra fríur og lobbaði uppum málverjan til 1-1. Fuglfirðingar vóru í øðini um, at linjuverjin ikki hevði flaggið uppi, tí teir mettu, at Jón Tórur var klárt rangstaddur. Dómarin lat málið standa, og hetta
10 ? 12 ár. Hóast hon bert var níggju ára gomul, so slapp hon at byrja við teimum. Tað vildi hon sjálv, tí tvær vinkonur hjá henni, byrjaðu eisini tá, og tær vóru tvey ár eldri enn hon. Jóhanna bleiv málverji [...] ikki bert fingist við bóltspøl. Eitt skifti gekk hon í musikkskúlanum, har hon spældi horn. Og nú sker hon í ein skellilátur og sigur stórflennandi, at hon byrjaði tvær ferðir at spæla, men gavst báðu ferð [...] eg enn kundi spælt horn, um eg hevði hóskað betur saman við lærarunum, sigur hon og flennir í kíki. Vinkonur hevur hon nógvar, og tá tær ringja til hana fyri at vita, um hon hevur hug at koma við út, so
fyri fótbólti, tá hann sigur, sum hann ger. Víst verður á, at Noreg hevði nógv meiri spæl og nógv fleiri møguleikar, enn Danmark hevði. Svøríki framvegis ósigrað Sviar vóru í Riga, sum heilt síðani vík [...] fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Niclas Jensen, sum nú spælir í Manchester City, frágera væl hevði spælt hann leysan dygst undir málinum. John Arne Riise úr Liverpool skoraði fyrra málið hjá Noregi [...] Danski venjarin, Morten Olsen, heldur atfinningarnar vera tað bera tvætl og vísir á, at tað altíð er torført at spæla ímóti liðum, sum eru so primitiv í spælistíli, sum hann heldur Noreg vera. Í Noregi eru
havi ongar sum helst viðmerkingar um hatta, annað enn at eg hevði frí í dag, svaraði Rógvi, tá vit spurdu, um hann annað hvørt var givin, ella hevði fingið sekkin. Rógvi er annars eisini høvuðsvenjari fyri [...] málinum, so er nú líkt til, at Rógvi Nielsen ikki longur fer at standa við ábyrgdini av liðnum. Sostat hevði Vesna Tomajek, sum í fjør var leikandi venjari hjá Stjørnuni, ábyrgdina, tá Stjørnan vitjaði hjá Sóljuni [...] Sóljuni sunnudagin. Sambært okkara upplýsingum er hetta íkomið, eftir at liðið um vikuskiftið hevði tveir leikarafundir, harav í øllum førum annar helst kann rópast kreppufundir. Hetta var eftir tapið
børn, ofta verið ójavnt, og tí setti hon sær fyri at bróta hesa forðing. Hon hevur tí ikki hugt so nógv eftir tølum ella at gjørt kanningina kvantitativa. Tvs. at hon valdi ikki at býta út spurnarbløð o [...] hetta, tók tað drúgva tíð. Sjálv metir Erika Hayfield, at hon hevur fingið vitan gjøgnum hesa metoduna ella háttalagið, ið hon annars ikki hevði fingið. Metodan er fingin til vega frá etnografiini og sokallaðum [...] sum var eitt heilt ár millum tilsamans eini 100 børn í Skotlandi, har hon gjørdi kvalitativar kanningar. Umframt hetta hevur hon virkað í 5 ár millum børn í sambandi við sína gransking. Út um sítt øki
er ikki fyrstu ferð Leila á Lofti hevur fingið áheitan um at stilla upp, men hon hevur altíð borið seg undan, av tí at hon kendi á sær, at tíðin ikki var búgvin. Ikki fyrr enn nú.Skal eg royna meg, so [...] at halda fram, sigur Leila á Lofti. Hon hevur túsund uppskot um at broyta viðurskiftini hjá fólki. Henni dámar væl felagsarbeiði og at seta okkurt í verk, tó at hon kann vera ógvuliga ótolin. Leila hevur [...] heimi, har partapolitikkur var samrøðuevni, so havi eg sett mær fyri at royna , sigur Leila á Lofti. Hon er 36 ára gomul, gift við Mikael, og tey eiga fimm ára gomlu Natashu, sum er ættleidd í India. Leila
fotogena? gjørdist Vígdis Kristiansdóttir úr Klaksvík. Tey vakrastu beinini hevði Vibeke M. Joensen úr Hvalba, eins og hon eisini hevði ta bestu húðina. Síðani varð farið í holt við at finna ársins sprund, og [...] Tað sást, at hetta kom sera óvart á hana, tí tað tóktist, sum hon ikki fataði tað beinanvegin. Hon stóð nelgd í gólvið eitt bil, áðrenn hon ovurfegin kom fram á pallin, fekk vakurleika krúnuna setta á høvdið [...] inn á pallin. Hon gongur oman ímóti dómarunum, smílist, fer síðani til báðar síðurnar og smílist til teirra, ið sita har, stillar seg frammanfyri dómarunum og smílist enn einaferð, áðrenn hon vendir bakið
at røkka saman sum einlig mamma, sigur hon. Tað eru nógvar einligar mammur í Føroyum í dag, og Rúna Berghamar vildi ynskt, at fleiri teirra kundu fingið hjálp. Hon ivast ikki í, at familjuískoyti hevur [...] hjálp, sigur hon. - Sum samkoma, so eiga vit at hjálpa, har vit kunnu. Bæði Gamla og Nýggja Testamenti biðja okkum minnast til tey fátæku og taka okkum av einkjum og faðirloysingum, sigur hon. Linni veitir [...] at vit megna tað sjálvi, sigur hon. - Um onkur stakur uppihaldari, sum lesur hetta, stríðist við at fáa endarnar at røkka saman ella veit um onnur, sum hava tað torført fíggjarliga, so kunnu tey seta seg
koma fyri meg eftir eina slíka konsert, sigur Etta. Hon var einaferð gestasangari til eitt tiltak hjá hjálparfelagsskapinum ADRA, og soleiðis varð hon biðin um at koma til Føroya við ADRA. - Eg elski [...] náttúru sum Føroyar. Um tað ikki var so torført at ferðast her til, kundi eg hugsað mær at búð her, sigur Etta. Uppvaksin við sangi og kirkju Etta er frá Bahamas. Men hon flutti við foreldrunum til USA longu [...] longu sum 9 ára gomul. Bæði mamman og pápin spældi ljóðføri, so hon fekk tónleik inn við móðurmjólkini. - Vit vóru í kirkju mest sum hvønn dag, og tað var nógvur tónleikur í mínum gerandisdegi. Eg framførdi