sigur Jógvan Hansen, sum um vikuskiftið var við í innleiðandi kapping í íslendska Grand Prixnum. Og so dregur hann beinanvegin eitt sindur í land og sigur, at hann plagar ikki at reypa soleiðis. - Eg hevði [...] pallinum. Ofta hugsar mann aftaná, at okkurt kundi verið betri, og okkurt kiksaði eitt sindur, men hesaferð hevði eg kensluna av, at vit høvdu havt eina sera góða framførslu, og at alt gekk væl, sigur Jógvan Hansen [...] Stefanía syngur framúr væl, og tað er onkursvegna lættari at hava onkran at deila pallin við. So stendur tú ikki so einsamallur í fokus, men hevur onkran at deila uppmerksemi við, sigur Jógvan Hansen. Tvær i
Tey nærmastu kenna meg, sum eg eri, og um onkur fær ilt av hasum, so mugu tey um tað. Eg geri hetta fyri meg sjálva og ikki fyri nakran annan, sigur Connie Brockie. - Tað, sum fólk hava sagt við meg, síðani [...] er tað, sum øll spyrja meg um nú. Eg kann ikki siga, nær eg komi við. Fólk mugu bara fylgja við sendingini og vita, hvat hendir, sigur Connie Brockie. Seinastu hyggjaratølini í Danmark vísa, at Paradise [...] Paradise Hotel er so væl umtókt sum ongantíð áður, so tað verða nógvir hyggjarar, sum fara at fylgja Connie í røðini.
eru har, so sum familja. Eg haldi, at alt er eitt sindur tilvildariligt. Hvat heldur tú? OMR: Eg havi fingið ein møguleika at siga okkurt sum longu er sagt fyrr, bara á ein annan hátt. TD: Er ikki alt [...] hárið.) TD: Endamálið hjá mær er ikki at moralisera, men at vísa á eina søgu og á persónarnar í søguni, og hvat teir fara ígjøgnum. At vísa á ta broyting, sum ger at menniskju ikki altíð eru tey somu. OMR: [...] haldi, at tað er ein máti at finna seg sjálvan. Eg kann ikki gera við, at eg fái eitt hugskot – tá ið eldur kemur í búkin á mær. Eg má fylgja tí. Eg geri tað, sum gevur mær eld í búkin. Eg dugi ikki at keða
i voldske«, sum eyðkennir eitt nú Boga Kristiansen. Sverri verjir seg sjálvan við at siga, at hann ongantíð hevði ætlanir um at blíva nøkur stjørna. Men eg fari at loyva mær at pástanda, at hetta bert er [...] kenningar hansara siga um hann. Kanska er tað hansara stilla lyndi, sum er orsøkin. Hví gera nógv burturúr sær sjálvum, tykist hansara motto at vera, uttan at undirritaði skal siga, at hetta er ein góður [...] súkklaði eg bara fyri at súkkla. Tú hevur ein øgiliga framgongd ta fyrstu tíðina bara við at fara út at súkkla. Men so noyðist tú bevíst at gera okkurt ávíst. T.d. ein týsdag at súkkla lætta súkkling kanska
til at handla sum best ber til, men ábyrgdarfult at handla, og døma rættvíst, tá mannarættindi verða brotin, og onnur lógarbrot verða framd. Hetta er tað, ið vit nevna rættartrygd, og sum ger, at Føroyar [...] Føroyar eru eitt trygt land at búgva í. Í hesum sambandi komi eg í tankar um, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, endurgav ein politist fyri at siga, (og nú vóni eg, at eg endurgevi í tráð við veruleikan, tí [...] hetta er eftir minninum) – at politiið ikki hevði heimild til at verja ein drong, ið varð álopin, av tí, at hann var samkyndur. Tessvegna, segði Hergeir Nielsen, fór hann hesaferð at atkvøða øðrvísi enn síðst
næmingunum um at finna okkurt tungt at leggja oman á rullupylsurnar. Nú eg komi aftur síggi eg, at hann hevur lagt eitt kartong av margarin oman á heitu rullupylsurnar. Tað er neyvan neyðugt at siga, at tær ikki [...] tilvild, at hann byrjaði sum lærari í kokkaríi í Klaksvík. - Fólk í býnum róðu upp undir, at eg skuldi taka mær av einum kokkaskúla, og tað endaði so við, at eg eftir samráð við Fischer Heinesen, sum hevði [...] framvegis nógv at siga á skúlanum. Men eisini har er nógv broytt. Fyri fleiri árum síðani plagdi eg at slakta eitt stað millum hundrað og tveyhundrað seyðir, og tá stóðu fólk í kø fyri at fáa fatur á slambri
ikki var bangin fyri at drepa eitt annað menniskja. Hinvegin væntaði hann ikki, at eldsásetingin fór at gera serliga stóran skaða, sjálvt um bensin varð nýtt at fáa eldin at festa í. Teir báðir vóru tó, [...] av løgregluni at broyta meining viðvíkjandi hvør tað var, sum stoytti bensinið. Hann skilti í veruleikanum ikki, hví tað skuldi hava nakað at siga, hvørt tað var hann ella meðákærdi, sum hevði gjørt tað [...] hendingini, sum ætlandi verður víst í rættinum seinni í dag, og tað er henda partin av sakarmálinum, sum annar ákærdi metir ærumeiðandi. Ákærin mótmælti tó hesum og helt, at almenni áhugin í málinum átti at telja
trækassar, sum skulu lakerast, polstrast og pyntast. - Man skal ikki altíð gera alt sum hini. Aftan á kreppuna í 1990-unum fór eg at veita kistur, og fyri seks árum síðani startaði eg »Gravarhjálp«, sum eisini [...] Grátt hár, fýrakantaðar brillur og stórt smíl. At fólk líta á hann er ikki torført at skilja. - Tey avvarðandi ringja til mín fáar tímar eftir, at onkur av teirra nærmastu er deyður. Eg fari oftani heim [...] fær meiri og meiri at gera. Sum tað er nú eru tað umleið 50 jarðarferðir um árið, men talið er støðugt vaksandi. - Tað eru mest fólk úr Havn, sum nýta mína tænastu. Men tað kemur fyri, at eg eri úti á bygd
vinkonu og fór málbevíst yvir móti telefonklivunum, sum jú eru har til fólk sum meg. Fann skjótt útav at eingin telelefon virkaði. Lort!. Hvat var nú til ráða at taka? Hvat ger ein omma, tá á stendur? Fult av [...] gera og rættiliga ”uppi í tíðini”, umframt at vera í húgvu langt niður um oyruni. Hon lá nú eftir heima henda lagnudag. Fekk at enda teskað, at eg ynskti at keypa eina fartelefon. Ungi fryntligi seljarin [...] hann, at eg bert hevði trý vinfólk? Og hvussu tramin visti hann um hesi trý? So tollut var eg á telefonøkinum. Eg fekk sagt honum, at mín telefon EINKI skuldi annað enn brúkast at tosa í umframt at senda
tilvild, at eg bleiv virkin í fakfelagspolitikki, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at hon plagar at vera á fundi í Fjallbrúður, har hon varð limur. Og henni so líkt, so gloymdi hon ikki at siga sína meining [...] ri, sum hevur sitið í 20 ár, heldur ikki undan málum, sum pína. ? Eitt av teimum málum, sum harmar meg mest, tað er, at landsstýrið ikki gav okkum frið til at seta tað eftirlønarskipan í verk, sum vit [...] feløgini koma at hava ov nógv at siga. Hinvegin stúra tey smærru feløgini fyri, at tey stóru feløgini fara at taka alt ræðið í einum slíkum felagsskapi. Ingeborg Vinther heldur, at stutt sagt er tað spjað