greiddi hann mær frá, at hann starvast í SimCorp Ltd. fyritøkuni, sum er donsk. Hann fór at starvast í hesi fyritøku í 1986 og tá hann hevði starvast í Danmark í 4 ár, valdi hann heldur at koma higar til [...] London enn at fara til Føroyar, og eg skilji hann so væl. Hann fekk hetta tilboð at byrja í London. SimCorp Ltd. ger telduskipanir, instalerar tær og marknaðarførir hesar skipanir. Skipanirnar eru viðvíkjandi [...] nakrar hundrað milliónir. Og felagið veksur, tí tá Helgi byrjaði í 1986 starvaðust bert 45 fólk í SimCorp Ltd., men í dag eru tey 240. Tað eru partaeigarar, sum eiga felagið og ein av teimum er so Helgi