fólk halda uppat at nema. Heilt pínuleyst. Vóni teirra vegna, at tey kunnu siga við hvørt annað "áh sum tað er gott at vit eru hildin uppat at nema so nógv við hvørt annað!" Tí so er onki at vera bangin fyri [...] umráðandi at finna ein sjeik. Eg skilji tað ikki heilt. Hví er ynskið at vera tætt at hvørjum øðrum nakað, ið fer við tíðini? At hava onkran at nema við er ein tørvur, havi eg latið mær fortalt. At royndir [...] "fasuni". Bara irriterandi at eg ikki enn havi hoyrt um eitt par, sum fór frá hvørjum øðrum, tí tey føldu at tey vóru um at veksa SAMAN. Kann bara koma í tankar um fráskild, sum vuksu FRÁ hvørjum øðrum.
ein VÆLvaksnan danskara, sum vigar trísiffrað og eina trúgvandi føroyska gentu, sum ikki smæðist við at viðganga, at hon hevur lagt sær skúm inn í boppurnar. Tað er jú mannasøgn, at Robert kysti ein sissal [...] tingfólki at kalla onnur nazistar, ella um ein ráðharri fyri trivnaði sleppur at sláa sosialar trupulleikar upp í glens, ella um flotin kann loyva sær at flagga út við teirri grundgeving at føroyskir sjómenn [...] Antin mugu vit gera sum danir, ella mugu vit gera okkurt heilt annað. ? Men tað skal sum so ikki vera evnið í hesum lítla stubba ... Kortini átti komandi grundlógin hjá Evropa Samveldinum at havt okkara áhuga
fáa hetta at vita, sólkíndu børnini, so eru tey fús at hjálpa børnunum hinumegin. Tey ætla at flota ein trækassa, sum tey hava fylt við gomlum skóm og hálvetnum súreplum og øðrum, tey ikki fara at sakna, [...] lat okkum bara siga í jólamánaðinum - so høvdu vit latið 13 milliónir krónur. Men tað gera vit heldur ikki. Heldur ikki til jóla hava vit ráð at geva tað, sum kristindómurin nevnir sum ein passandi part [...] summi ting alt ov álvarslig at skemta við. "Tú! Tú hugsar bara um teg sjálva! Heldur tú kanska, at tað bara er tú, sum skal hava eitt gott lív? Hvussu hevði tú havt tað, um onkur vildi hava teg til træl,
At gera film er ikki sum at siga tað. Tað krevur avbera stórt dirvi at fara undir - ja, onkur vil helst meta tað óðamannaverk at gera film serliga í Føroyum. Millum annað tí tað er so ógvusliga dýrt. Tað [...] etablering av stemningi, umframt at ein allatíðina skal hugsa um at halda fast í innihaldsliga samanhanginum. Tað er ræðandi lætt at missa yvirlitið við so nógvum bóltum á lofti. At stýringin fer av lagi her [...] enda, men tú hevur onga trygd fyri, at aktørarnir spæla við júst á tann hátt, tú hugsaði tær frammanundan. Tað krevur dirvi at lofta teim góðu løtunum, sum koma sum manna av himli, og lata tær fáa pláss
gjørdust dekan ov nógv at enda. Eg var ikki von at drekka SO nógvan sterkan løg. Áðrenn eg visti av, fór alt at sigla fyri mær, og tá vit endiliga vóru um at lenda, var tað nóg so, at eg sansaði tað. Eg ørminnist [...] skeldaðu meg - søgdu, at tað var eg, sum gjørdi børn teirra bangin. Í samfullar góðar tveir tímar, sum ferðin vardi, var eg mest sum frá mær sjálvari, hóast flogternur og onnur royndu at tosa meg til vit og [...] til Danmarkar at lesa. Móti jólum bílegði eg mær flogferðaseðil til Føroya, tí eg vildi heim at halda jól saman við familjuni. Eg var rættiliga bangin at flúgva - eisini tá, men tó ikki so, at eg legðist
fyrstarætt og nakrir handlar, sum tú eins væl kanst finna í sølumiðstøðini. Ongastaðni at fara inn at prátast ella kroka, - bæði eru lívsneyðug í Føroyum, - ikki at kunna kanst siga: "Vit hittast á Kondittarínum [...] enn at biðja til hægri maktir um, at tey ella tann, ið yvirtekur Kondittaríið, fer at vera ein, ið hevur gingið her alt lívið, ja, allarhelst fekk tað inn við móðurmjólkini, og tí veit, hví hetta at síggja [...] Alternativið verður at útseta alt til um døgurðatíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?). Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur yvir
gleðist um, at eg kann hjálpa til at gera lívið lættari hjá teimum sum hava minni. Skatturin er okkara háttur at deila tær byrðarnar sum vit bera. Við skattinum gera vit lívið liviligt fyri tey sum hava minni [...] av skatti, sum vit vanligu fólk gjalda meiri enn sjómenn. Eg haldi, at okkurt undrunarvert kom fram í kjakinum. Serliga vóru tað okkara vinir í fólkaflokkinum, sum brúktu møguleikan til at marknaðarføra [...] skrálaði beinanvegin, at teir ikki vildu avtaka avdráttin hjá fiskimonnum, men at teir fegin vildu skera 7,5 % av skattinum hjá okkum øllum. Jú, tankin um at skerja tær byrðarnar, sum fleiri herðar bera,
annars. Ynskja vit sum føroyingar ikki at vera ein partur av hesum, mugu vit gera vart við hetta og tað nú. Hvussu fer eitt handilsboykott av Danmark at ávirka okkum? Neyðugt er at Føroya Landsstýri eru [...] altjóða átøkunum móti Danmark, hetta vísur altjóða samfelagnum at vit sum føroyingar ikki stuðla fremmandahatri, og ikki velja at síggja onnur fólk sum annanflokksborgarar bara tí danska stjórnin sigur tað. Seinastu [...] er lætt at skilja, at nøkur av hesum fólkum, ofta ungir strongdir menn, enda úti í brotsverkum. Og júst hetta við brotsverkunum hava Poul Nyrup Rasmussen og hansara kumpanar brúkt sum orsøk til at gera
hondini um, at Jósef var við at lata seg úr fyri at ... og Jósef endaði í fongsli, sjálvt um hann júst hevði smoykt sær úr kappanum fyri at flýggja frá syndini, sum kona Potifars legði upp til, at hann skuldi [...] r, plagdi eg at biðja ein av dreingjunum um at koma við út um hurðina. Eg bað hann tá um at skríggja hart, meðan ið eg dukaði ein stól í gólvi. Aftaná skuldu hinir konfirmantarnir so siga frá, hvat ið [...] ? og so heldur tosið fram. Men var tað nú eisini rætt, sum sagt varð? Tað er ein gylt regla, sum játtandi orðað sigur: ?Alt hvat ið tit vilja, at menniskju skulu gera ímóti tykkum, tað sama skulu tit gera
tað ikki júst hetta, hann hevur brúkt til at marknaðarføra seg við. Tá samanborið verður við landsliðið, og at føroyingar eru stoltir av at hava ein Teit, sum fær ein altjóða sáttmála sigur hann: ? Sjálvandi [...] fram, at Teitur Lassen, sum vit frá sínari tíð kenna frá Mark No Limits, hevði undirskrivað sáttmála við risastóra plátufelagið Universal. Nú er fyrsta fløgan innspæld og verður hon væntandi klár at senda [...] Orsøkina til heitið á fløguni sigur Teitur vera, at tá hann sat og valdi løg út til fløguna, so uppdagaði hann, at øll løgini høvdu nakað við »Poetry & Aeroplanes« at gera. ? Eg hugsaði ikki um tað áðrenn, men