Fríggjadagin vóru umboð fyri Nes kommunu og vitjaðu dagstovnar í Klaksvík. Tað var borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sum var á odda fyri umboðunum hjá Nes kommunu. - Vitjað varð á tveimum dagstovnum í Klaksvík [...] møguleikar í samband við dagstovnabygging. Í Klaksvíkar kommunu, sum var vertur fyri umboðunum úr Nes kommunu, siga tey, at ferðalagið var á gátt í útibarnagarðinum Fjallafípuni og í dagstovninum, Baldursbrá
At Nes kommuna fær nýggjan borgarstjóra er einki nýtt. Símun Johannesen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu átta árini, stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð. Tveir listar vóru í Nes kommunu, ein [...] bygdaráðið, og kvinnulistin fekk tvey umboð, sum bæði vórðu afturvald. Hvør nýggjur borgarstjóri verður í Nes kommunu tey næstu fýra árini, er ilt at spáa um. Hyggja vit eftir atkvøðutalinum hjá teimum fyrstvaldu [...] og Jákup A. Olsen. Petur Jacob Petersen og Jákup Martin Kjeld fullu á valinum í dag. Valluttøkan í Nes kommunu í dag var 84,31 prosent. Á valinum fyri fýra árum síðan var hon 84,80 - og á valinum í 2004
skulu ferðast millum bygdir. Virðislønin, sum Nes-og Runavíkar kommuna hava fingið, er 7.500,00 krónur. Á myndini, sum Portalurin hevur av heimasíðuni hjá Nes kommunu, stendur Petur J. Petersen (Dakko) í [...] Í sambandi við Umhvørvisátakið 2012, hevur bygdagøtan, sum Nes-og Runavíkar kommunur hava gjørt í felag millum Svangaskarð á Toftum og Løkin í Runavík, fingið fyrstu virðisløn. Tað var Petur J. Petersen [...] Petersen, vanliga róptur Dakko, sum tók ímóti virðislønini fyri Nes kommunu. Virðislønin er latin fyri best røktu bygda- og varðagøta 2012. Grungeving fyri virðislønini er, at gøtan er skynsamt breiðkað nakað
góðveðrinum, bjóðar Bygdasavnið í Nes kommunu áhugaðum at vitja í gamla prestagarði á Nesi Gamli prestagarðurin liggur í sera vøkrum og søguríkum umhvørvi saman við Nes kirkju og støðni á Neshamri. Á savninum [...] num Hans Jacobi Højgaard og skrivipulturin hjá Fríðrikki Petersen. Í nøkur ár hevur Bygdasavnið í Nes kommunu latið prestagarðin upp fyri almenninginum ? frá fyrst í juni og til endan av august. Soleiðis [...] standa og økið kring Toftavatn, eru náttúruvøkur øki, sum eru lætt atkomilig, sigur Bygdasavnið í Nes kommunu, nú Eystanstevna er. Savnið bjóðar øllum áhugaðum at vitja fornminni og náttúru í kommununi
Súni í Hjøllum segði, at Tóra Johannessen soleiðis hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í umleið eina fjórðings øld. Vegna Nes kommunu takkaði hann fráfarna leiðaranum hjartaliga fyri sera gott samstarv [...] uttan iva eisini kennist tær sum eitt kall, segði borgarstjórin í Nes kommunu. Meira kann lesast um fráfaringarløtuna á heimasíðuni - www.nes.fo [...] í ár, nú hon hevur røkt leiðarastarvið í næstan 15 ár. Við fráfaringarløtuna segði borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, nøkur orð og handaði Tóru Johannessen ein málning sum gávu. Hann segði, at
mesta, sum nakrantíð er skrásett í Nes kommunu við árslok. Fýra mánaðir seinni er talið av borgarum nú 1300 fólk. Tað eru fimtan ár síðan, at talið av borgarum í Nes kommunu fór upp um 1200. [...] Bernhard Johannesen tryggjaði sær eitt plass í søgubøkrunum hjá Nes kommunu, tá hann í vikuni bleiv skrásettur sum borgari nummar 1300 í kommununi. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni. - Bernhard er
er komin til Nes kommunu um, at fólk eru sædd gangandi á ísinum. - Hetta kann vera sera vandamikið, tí eingin veit, um ísurin er nóg sterkur til at ganga eftir. Staðiliga áheitanin hjá Nes kommunu ljóðar [...] Toftavatn - ávaring um ikki at ganga á ísinum! Soleiðis ljóðar staðiliga ávaringin hjá Nes kommunu, nú tað er vorðið lýggjari í veðrinum aftur. - Seinastu dagarnar hevur tað verið gott kavaveður, og nógv
sungin. Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen og Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum, hildu eisini røður og handaðu fráfarandi lærarunum hvør sína gávu. Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi [...] tíðindi. Fleiri myndir av hátíðarligu fráfaringarløtuni eru at síggja á www.nes.fo og á www.toftaskuli.fo , har eisini kann lesast meira um hesa løtu í skúlanum mikudagin.
bygdaráðsfundi í Nes kommunu mánakvøldið varð ársoknskapurin fyri 2013 til viðgerðar og samtyktur. Staðfest varð, at inntøkan fyri 2013 samsvaraði við løgdu ætlanina. Nettoskattainntøkan hjá Nes kommunu í 2013 [...] 3 miljónir krónur. Sostatt gjørdist inntøkan fyri 2013 júst sum mett í fíggjarætlanini. Tað sigur Nes kommuna. - Av staðfestu skattainntøkunum á 33,3 miljónir krónur, stava 33,0 miljónir krónur frá pe
Í morgun var lítil móttøka á skrivstovuni í Nes kommunu fyri Elsibeth Johannessen, sum byrjaði í skrivstovustarvi hjá kommununi í dag. Tað var seint á heysti í 2023, at lýst varð eftir skrivstovufólki [...] til umsitingina hjá kommununi, og inn komu 19 umsóknir. Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 27. november í fjør varð eftir tilmæli frá setanarbólkinum samtykt at seta Elsibeth Johannessen á Nesi í starvið [...] Taks í Klaksvík. Í morgun nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri, høvi vegna býráðið og umsitingina í Nes kommunu at bjóða Elsibeth Johannessen vælkomnari og ynskja henni allar bestu eydnu í nýggja starvinum