hevur í morgun verið svomið um Nólsoyarfjørð. Tann, sum fyrstur var um fjørðin og fram at málinum í Nólsoy, brúkti ein tíma og stívliga 32 minuttir. Tað vóru seks svimjarar, sum lupu á bláman í Havn í morgun [...] morgun við kós móti bygdini í Nólsoy. Fyrstur út um fjørðin og at málinum í Nólsoy gjørdist Erling Eidesgaard, ið er tvørámaður, sum býr í Havn. Hann svam teinin upp á 1,32,45. Á øðrum plássi endaði Eli [...] um fjørðin í dag, var óheppin. Hann endaði ov norðarliga og hevði onkrar trupulleikar við útgerðini. Eftir setanina av ovastevnu í Nólsoy nú klokkan 14, fer Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Havn, at
góður sangur á bryggjuni í Nólsoy í gjárkvøldið, tá fólk, sum ætlaðu sær til Havnar við Ternuni um 23.30-tíðina, bíðaðu eftir at sleppa umborð. Fólk vóru úti á bryggjuni í Nólsoy í góðari tíð og fyri at halda [...] skar fjøldin út í at syngja. Lagið var sera gott, og sangurin rungaði. Tey, sum bíðaðu á bryggjuni í Nólsoy, sóu, at ein hópur av fólki, serliga ungdómum, komu úr Havn og út til Nólsoyar í hesi somu rutu [...] rutu. Sangurin, sum hevði verið á bryggjuni, helt fram, tá komið varð umborð í Ternuna., og tað var skjótt, at fólk umborð eisini tóku saman hendur og fóru at dansa føroyskan dans. Hetta gjørdist ein sera
Eitt nýtt, grønt og genialt átak er farið av bakkastokki í Nólsoy, har øll, sum búgva í Nólsoy - ella ferðast í bygdini - kunnu lána trillibørur ókeypis at koyra viðføri og annað við. - Øll kunnu læna [...] Tá ruddingardagur var í Nólsoy herfyri, tóku tey stig til eisini at rudda á sjónum við kavarum. Umframt ruskið, sum savnað varð kring um í bygdini og fjøruni henda dagin, tóku kavarar eisini nógv ymiskt [...] in í bygdini. - Tað er Vígdis Bjarnadóttir, sum eigur hugskotið, og tað er Ívar Bærentsen, sum hevur syrgt fyri at heingja trillibørurnar upp, soleiðis at tær altíð eru tøkar og ikki fúka burtur í vindi
okkurt serligt byggjarí í Nólsoy. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum. Í hesum sambandi arbeiðir Tórshavnar Býráð nú fyri at broyta byggisamtyktina í Nólsoy. Talan er um økið framvið [...] fyri økinum til nakað vinnuligt virksemi og samstundis er byggilendi í Nólsoy avmarkað, sigur Bogi Andreasen. Tí er ætlanin at seta hetta økið av til byggilendi, men tað verður ikki kommunan sjálv, sum [...] okkurt serligt byggjarí, sigur Bogi Andreasen. Tosað hevur eisini verið um at gera eitt ovasavn í Nólsoy og Bogi Andreasen sigur, at eitt hugskot kundi verið at samansjóða tað við eitthvørt byggjarí á
pengarnar at hoyra í Nólsoy. Tá hevur ÁFH sín árliga aðalfund í bygdini, og í tí sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í samstarvi við Stuðulsnevndina fyri Svimjihyli í Nólsoy. Byrjað verður frí [...] hugna um - eitt nú í handlunum í bygdini - og tað ger fólk í góðum lag. Leygardagin verður eisini skipað fyri konsert á Kaffistovuni, har m.a. sera ungir harmonikuspælarar úr Nólsoy fara at vísa síni kynstur [...] kynstur. Seinni um kvøldið verður so skipað fyri almennum harmonikudansi í Royndarhúsinum, har allir luttakararnir sjálvandi sleppa framat. So er bara at leita dansiskógvarnar fram hjá teimum, ið ætla
Ovastevnan 2021 er í hondum, og í Nólsoy eru tey klár. Í øllum førum, um ein skal meta útfrá skemtiliga videolagnum, sum nólsoyngar hava lagt á netið. Ovastevna og hartil hoyrandi kabarett er á skránni [...] skránni, og sagt hevur verið, at støðið á kabarettini er høgt í ár, og skemtiliga videolagið ber boð um, at í Nólsoy er lagið gott. Sjónbandalag til Ovastevnukabarettina 2021 Orð: Janus Nolsø Sjónband: Hans [...] Michael Jackson og Lionel Richie Og so eru tað allar røddirnar; kabrettleikarar, kendir tilflytarar í Nólsoy og kanska eisini onkur fráfluttur. Lagið er at hoyra her: Vit Eru Her - Ovastevnukabarettin 2021
líknandi royndir í einum størri øki. Talan í Nólsoy er um góð eitthundrað húsarhald. Og stjórin í Jarðfeingi er ógvuliga bjartskygdur fyri ætlanunum, júst tí at myndugleikarnir eru so áhugaðir í verkætlanini [...] líknandi royndir eru gjørdar í Noregi, men at hesar royndir bert umfata tíggju húsarhald, og at tær í mestan mun eru gjørdar uttan luttøku av lokalsamfelagnum. Við stórum áhuga í Nólsoy fyri ætlanunum metti hann [...] Her í Nólsoy, ella fyri tann part skuld í Havn, er talan um ógvuliga stuttar avstandir, og tí hevði bert verið neyðugt við einari áfyllingarstøð, og tað er tað, sum ger stóra munin og sum ger Nólsoy og
sunnan fyri, sæð úr bygdini í Nólsoy. Við vóru børn, ung og tilkomin, sum øll hugnaðu sær. Tað er ein fittligur gongutúrur úr bygdini í Nólsoy, út á Tjørnunes og heimaftur í bygdina. Hetta er ikki ein tungur [...] soleiðis sum viðheftu myndir vísa, ótu tey matpakka og høvdu okkurt at leska sær við. Tey ungu svumu í stóra hylinum har úti, og onkur fangaði kombikk. Høvi var til prát og hugnaliga samveru millum bygdarfólkið [...] bygdarfólkið. Fleiri myndir frá gongutúrinum eru at síggja á lutfalsliga nýggju facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.
Kirkjubømúrurin; hitt er svimjihylurin í Nólsoy! Nú eru tey ungu í Nólsoy ófør at skemta, og tí tekur eingin hetta so tungt. Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy ætlar ikki, at stoypiarbeiðið, sum higartil [...] 1. januar komandi ár. Men á útoyggjastevnu í Hesti fyrr í summar, lovaði Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, hestfólki, at svimjihylurin í Hesti skuldi koma í eina trygga legu við samanleggingini. So hvør [...] svimjihylin, sum stendur í gerð í Nólsoy. Biðið um tilboð Una sigur, at nú umleið helmingurin av stoypiarbeiðinum til svimjihylin er fingið frá hondini, er umleið ein miljón krónur løgd í hetta arbeiði. - Nú
fjúrtan døgum sóu spor eftir rottu í Nólsoy, hava tey sett øll segl til fyri at týna hana aftur. Rotta hevur ikki verið í Nólsoy og eydnast tað henni at fáa fótafesti í oynni, verður tað ein umhvørvisvanlukka [...] skip at brúka rottuskermar fyri at forða rottuni í at sleppa umborð á skip í aðrari havn at fyri at forða henni at sleppa í land aftur av skipi í Nólsoy. - Vit ætla at gera, alt vit kunnu, fyri at fáa lívið [...] fer hon at beina fyri heimsin størsta drunnhvítalandi, sum er í Nólsoy og lundin fer eisini at hvørva. Táið tey sóu rottusporini í Nólsoy, segði ein rættiliga fortørnaður Jens-Kjeld Jensen, at hann tey