og spældu í løtum fram eftir vøllinum, og tað er als ikki óuppiborið, at vit vóru á odda. - Eftir steðgin verður talan tó um eitt øgiligt trýst, sum stóð á fram til dystarenda, og í so máta kanst tú nokk [...] eri sjálvandi glaður um, at eg havi havt so nógvar dystir á landsliðnum. Men tað er als ikki soleiðis, at metið er nakað, sum eg gangi og hugsi um. Eg taki bara ein dyst í senn, og so má tíðin fara at vísa [...] Nicosia, Cypros: Hóast troyttur, so helt Óli Johannesen seg ikki kunna vera heilt nøgdur um, at talan gjørdist um javnleik niðri á Cypern. Og í øllum førum vildi hann ikki góðtaka, at føroyska liðið longu
løgregluni. - Um okkurt fer fram, sum er brot á politiviðtøkurnar ella revsilógina, so boða tey okkum frá, og so taka vit yvir. Har eru eisini mannagongdir fyri, hvussu handtøka skal fara fram. - Um viðkomandi [...] viðkomandi er so mikið friðarligur, at vaktirnir kunnu føra persónin út til løgregluna, so ger mann tað. Um ikki, so koma vit eftir viðkomandi, sigur vakthavandi og vísir á, at løgreglan sjálvsagt er eyka uppmerksom [...] Tá talan er um stór tiltøk sum G! festivalin úttalar løgreglan seg ikki um taktiskar ætlanirnar í teirra arbeiði. Tey nevna eitt nú ikki nakað tal um, hvussu nógv løgreglufólk tey hava á vakt. Men annars
nýta alternativar samansetingar, og dysturin leygardagin var einki undantak í so máta. Um tað var ótryggleiki í verjuni, ella um aðrar orsøkir vóru, er ilt at vita, men Chelsea fótaði sær ongan tíð av álvara [...] munur, so er hann tó væl minni, enn vandi var fyri fyrr í ár. Tá tóktist talan gerast um eina kapping, har Chelsea og Manchester United skuldu stríðast í oddinum, meðan eini 6-8 onnur feløg so kundu stríðast [...] lagt teir á odda, tóktist alt ganga rætta vegin. Fram til 83. minutt var støðan soleiðis tann, at Manchester United hevði togað seg níggju stig fram um Chelsea. Men tá fyrst Robin Van Persie og síðani
n heldur, at um viljin er til staðar, so ber væl til at nøkta tørvin 100%. Hagtøl, sum byggja á ein vøkstur í fólkatalinum uppá 5% um árið, vísa okkum, at barnatalið ikki fer at vaksa so nógv sum nú, nøkur [...] nýggj pláss um árið. Tá stóðu 289 børn á bíðilistanum, sum ikki høvdu nakað tilboð um pláss. Seinastu 4 árin hava vit útbygt barnagarðsplássini við 280 plássum afturat - 70 nýggj pláss um árið. Vit hava [...] nøkur ár fram yvir, tí duga vit ikki at skilja, hví aðrir flokkar eru so bangnir fyri at loysa barnaansingartørvin. Fyri Javnaðarflokkin er tað ein spurningur um vilja, vilja til at loysa tann mest átrokandi
at fáa fatur á, um tú hevur nakað at siga okkum, so vit sleppa undan at viðgera ósemjur á fólkatingsins røðarapalli. Við vón um hetta verður framferðarhátturin framyvir - og við vón um skjótt svar. [...] valið. Og hvørja ferð hevur tú ført heilt onnur sjónarmið fram, enn tey, sum tú førdi fram í valstríðnum. Tú hevur tikið undir við donsku uppskotunum um yvirtøkur og uttanríkismál, har ein donsk hjálandafatan [...] fáa eitt aðalorðaskifti um ES-grundlógina og eina samtykt um, at ein óheft kanning skal lýsa, hvørjar avleiðingarnar av hesi lóg verða fyri Føroyar og Grønland. Lógaruppskotið um ES-grundlógina fær jú 2
fleiri fráboðanir um, at ungfólk hava hildið veitslur. Løgreglan sigur, at tað er úr øllum landinum, at hesar fráboðanirnar eru komnar. Løgreglan sigur, at talan hevur í hvussu so verið um, at meiri enn 10 [...] eru komin fram á ungfólk úr hesum veitslunum, sum hava staðið uttanfyri og roykt, ella sum hava verið og fingið sær fríska luft, hava tey stegðað á og hava tosað við tey ungu um korona og um tilmælini [...] minst tveir metrar frá hvørjum øðrum. Men tað eru nú ábendingar um, at tey ungu eru farin at troyttast av tilmælunum frá myndugleikunum um at fólk eiga ikki at savnast í bólki. Í øllum førum hava tey ikki
Jørgen Niclasen. So sambært føroyska uttanríkismálaráðharranum var tað einki at skriva heim um, og døgurðin fór fram so sum slíkir døgurðar nú einaferð fara fram. Fyri tingfund Málið um tann nógv umrødda [...] kom, hvussu nógv kann eg av góðum orsøkum einki siga um. Men døgurðin gekk sum hann skjuldi, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur víðari, at talan var um ein døgurða, har íslendski uttanríkismálaráðharrin bjóðaði [...] Johannesen, løgmann, um tað kann góðtakast, at landsstýrisfólk eru ávirkað av rúsdrekka, tá tey umboða Føroyar í almennum ørindum uttanlands. Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin
Kortini sigur hann seg fegnast um, at løgmaður nú hevur ætlanir um at senda spurningin um Føroyar sum eitt valdømi út til fólkaatkvøðu. - Sum tey flestu helst vita, so er hetta eitt mál, sum eg taki undir [...] ikki tosaði meira um framtíðina, nú hann hevur fingið eitt heilt idekatalog í Visjón 2015. - Eg hevði væntað mær nógv fleiri visjónir um framtíðina, men her vóru næstan bara føgur orð um tað, sum farið er [...] í røðu sínari, at samgongan fer at leggja uppskot fram um yvirtøku av útlendingamálinum. - Hetta er eisini eitt mál, sum vit í Miðflokkinum løgdu fram fyri einum ári síðani. Men tá var tað felt við teirri
drívmegi so, og øllum tykkum, sum peningaliga hava gjørt tiltakið møguligt. Tøkk eiga tit eisini uppiborna, ið hava lagt stórt arbeiðið í upp á so stutta tíð at fáa økið rundan um standmyndina so vakurt [...] Hyggja vit nærri at tí, ið er skrivað og yrkt um Trónd, so eru lýsingarnar av honum sera ymiskar, og skal eg her taka nøkur fá dømi: Føroyingasøga sigur um Trónd: “Tróndur var stórur maður av vøkstri, [...] Gev teimum Tróndar skarpa vit, men Sigmunds bjarta hjartalit. Tað er so vakurt, so vakurt í Føroyum at búgva Her dagar sostatt fram tann mynd, ið seinni gjørdist gjørdist alt meira ráðandi: Tróndur sum
landsins í London. Vit hava tikið øll fyrivarni, so eingin statur kann kroysta Snowden til at forða fyri, at øll skjølini verða almannakunngjørd, so alt kemur fram undir øllum umstøðum, sigur Assange. At USA [...] fleiri skjøl um loyniligu amerikanku sneytingina, og at hesi skjøl verða almannakunngjørt, óansæð hvat hendir við Snowden. Tað er einki, sum kann forða fyri, at hesi skjøl verða løgd fram fyri almenningin [...] hava svar upp á ákærurnar um, at USA hevur njósnast ímóti ES-skrivstovum í Washington, New York og Brüssel, og henda gølan kann enntá fáa avleiðingarnar fyri tingingarnar um eina fríhandilsavtalu millum