returbóltar frá málverjanum og verjuni, og í øllum førunum vóru málini í eyðkendum stíli fyri sannar miðframherjar, sum í røttu løtuni eru á rætta staðnum, og sum í knappari vend reagera upp á møguleikan. [...] hevur verið rættuliga sannførandi í teimum fyrstu umførunum í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í landsliðsálopinum tær seinastu ferðirnar. Í hvussu so er tveir og kanska tríggir ella fýra aðrir [...] Norska pressan fleyt yvir í positivum lýsingarorðum sunnudagin, og tað vóru eisini fleiri dømi um, at Todi ikki er gloymdur í Danmark, hóast hann tey bæði seinastu árini í FCK ikki fekk møguleika at vísa
av, so ein bátur verður tikin upp í mølina inni í gjónni. Kyrt er, so einki er at óttast. Hann taka vit á veg heim aftur í kvøld. Farið verður til gongu, meðan tey trý í øðrum bátinum hava hin upp á sleip [...] upplivað hetta at ganga í haganum soleiðis umaftur og umaftur. Likkurnanr leika í, sum teimum er vant, og grundin er sjálvandi, at vit koma ov nær teirra øki. Finna ein skura, sum í síni fávitsku hevur stungið [...] bakka í teirri trúgv, at tá hann einki sær, er heldur eingin, sum sær hann. Men tað gjørdu vit kortini. Hann varð tó verandi eftir har, hann eigur at vera. Í erva síggja vit miðvingin, sum komin er í samgongu
Jenis av Rana Fyrr í vikuni endurgav eg part av frásøgnini um Lot, sum vit lesa hana í kap 13 í Bíbliuni. Nøkur túsund ár seinni lesa vit aftur um Lot, tað er Jesus, sum í røðu til fólkið endurgevur frá [...] seg yvir til Hansara, heim í sítt ríki. Álvarsliga minnir hann á týdningin av at vera tilreiðar, nemur við støðuna, tá flóðin mikla herjaði og bert Nóa og tey, ið við honum vóru í ørkini, komust undan. Og [...] at seta vit álit okra á Hann, gevur okkum í hendur hansara, so hava vit einki at óttast - eru tryggari enn barnið við bróst móðurinnar. Eisini Pætur vísti á Lot Í einum av seinastu kapitlum Bíbliunar lesa
fyriskipan varð lagt fyri tingið. Tað er tað, sum vit í dag kalla eitt ríkislógartilmæli, tá danskar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Ta ferðina í 1987 snúði tað seg um at broyta revsilógarinna grein [...] ndi 10. desember í 1987, og landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum – og Atli [...] vit ikki í Føroyum«. Hóast vit ikki duga so væl at flyta okkum, so koma broytingarnar ofta uttanífrá. Soleiðis var eisini byrjanin til, at føroyingar í heila tikið fóru at umrøða samkynd. Tað var í 1987,
hevur, sum tann størsta kommunan í landinum, serligar skyldur eisini sum høvuðsstaður í einum landi, ið hevur sett sær stór mál fyri føroyska vælferðarsamfelagið anno 2015 í einum altjóðagjørdum heimi. Her [...] Rakstrarútreiðslurnar vaksa altíð nakað í sambandi við lønarvøkstur á arbeiðsmarknaðinum, men íløgur eru eingangsútreiðslur, sum í mongum førum er við til at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, tí íløgurnar [...] undirtøku fyri. Fleiri ávaraðu m.a. um, at ein minking í almennu íløgunum fer at seta ferð á eina stóra búskaparniðurgongd. Eisini vístu fleiri á, at í føroyska samfelagnum eru ymsir strukturellir skeivleikar
Tað, sum manglaði í til sigurin, varð tikið heim í tveimum javnbrótarum. Einum lítlum um fyrsta hálvleik og tí stóra um dystin. Meira uppsettir Tað er ikki ov nógv sagt, at Fleyr í ár, hevur verið liðið [...] Landskappingina hava teir vunnið ruddiliga og tað sama hevur gjørt seg galdandi í steypakappingunum báðum ? í Havn og í Klaksvík. Eingin hevur skala teir, tí teir hava bæði havt ta bestu manningina, men [...] skilabesta spælið. Leygardagin var tað bara ikki til at fáa eygað á. Ikki í sama mun í hvussu er. Hinumegin netið stóð eitt lið, sum fyri alt í verðini vildi hava ein sigur, og hann fingu teir. Hann fingu teir
Kvinnuhondbóltur Árið í ár hevur vignast heilt misjavnt hjá føroyameistarunum í kvinnuhondbólti. Liðið, sum bert tapti ein dyst ? tann seinasta í fjør ? í tvey ár, hevur haft sera trupult við at fáa spælið [...] neyðugu sigrarnir nokk skulu fara at koma, og at tær tískil eru ov lítið uppsettar, tá dystirnir eru. Eldur í Hetta hevur eisini viðført, at viðmerkingar frá bæði áskoðarum og fjølmiðlum hava verið eitt sindur [...] at kalla beint av flogvøllinum í Høllina undirstrikar eisini akutta tørvin á bakspælarum. Tað skuldi ganga út við eitt korter, áðrenn Neistin fyrstu ferð hevði bóltin í netinum hjá VÍF, og tó at VÍF ikki
fyriskipan varð lagt fyri tingið. Tað er tað, sum vit í dag kalla eitt ríkislógartilmæli, tá danskar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Ta ferðina í 1987 snúði tað seg um at broyta revsilógarinnar grein [...] gongdin í stuttum: Tað var tann 10. desember í 1987, at landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi [...] Paula Danielsen fór Karolina Petersen í landsstýrið. Tá málið um at broyta grein 266b í revsilógini fyrru ferð var fyri í tingium 13. desember í 2005 atkvøddu tingfólk soleiðis: Nei – tey sum vóru ímóti
handilsskúlan Niels Brock í Keypmannahavn í tvey ár. Síðani søkti hann á málskúla í London, har hann var í tríggjar mánaðir. Eftir hetta tók hann við einum skrivstovustarvi í býnum í eitt hálvt ár, áðrenn [...] handilsmaður, sum lá fremst í huganum hjá Svend Krosstein. Hann fór sum tey flestu í skúla sum sjey ára gamal. Hetta var í Klaksvík, og eftir lidnan fólkaskúla gekk leiðin víðari í realskúla. Eftir hetta var [...] aðrastaðni í heiminum, enn júst í Danmark, har flestu vørurnar annars komu frá. Fyrstu árini húsaðist fyritøkan í eini barakk við Skansan, sum eingilskmenn høvdu bygt undir krígnum. Her var óhappið úti í 1967
einum rættiligum leikpalli í Vágum. Av tí, at eingin pallur er, hevur eisini verið vant í læntum hølum í einum virkisbygningi á havnarlagnum í Miðvági. Hugurin at spæla sjónleik í Vágum er góður, hóast teimum [...] hesa vikuna ein barnaleik í fimleikarhøllini í skúlanum á Giljanesi. Talan er um barnaleikin »Tann hási drekin«, sum danin Benny Andersen hevur skrivað, og Dánjal Jákup Jørgensen í Miðvági hevur týtt til [...] leikmyndini. Í seinna parti kemur meira lív í, tá vit hitta drekan, sum leikurin snýr seg um. Eitt neyðardýr, sum er upptornað og er vorðin hásur av at spræna eld, hvørja ferð onkur togar í halan á honum