hevði ring lungu og mátti liva tað mesta av tíni tíð við heilivági. Hóast hetta, gavst tú ikki á hondum, tú vart lívsglaður og takksamur fyri lívið, vart gávuríkur og royndi at hanga í, líka til ellisár [...] Funnings kirkju røkti tú í 40 ár - tá vóru eyguni farin at bila, so tað bar ikki so væl til longur. At koma til Guðs orð lá ógvuliga frammarlaga hjá tær, og á møtum hevði tú altíð ein góðan vitnisburð [...] lívið nú ber móti enda, og kreftirnar fjara so smátt, í bøn eg vil til tín mær venda lat skilnaðin ei vera brátt. Gev stundir og tíð til at takka, fyri alt sum eg herniðri fekk eg síggi, at sólin fer lækka
so kann tað ikki vera so ringt, heldur Erling. Hann sigur at enda, at tað var eitt sindur synd fyri dreingin, sum skuldi hava skutaran. Skutarin hevði júst verið í Havn til umvælingar, men eigarin má [...] ? Eg var eitt sindur bangin, sigur Páll, sum er sjey ár. Páll var týsdagin sloppin við pápa sínum til arbeiðis, tí hann hevði fingið tíðliga frí úr skúlanum. Pápin, Erling Eysturoy, var og koyrdi vøru [...] Eysturoynni, og hevði júst verið í Runavík og á Skála tá óhappið hendi. ? Vit vóru á veg norðeftir til Leirvíkar við einum skutara og nøkrum pakkum. Tá tók ein hvirla í reyvina á bilinum, og tók hann á
sum kendu hann. Samhugi við teimum kúgaðu burtur og heima, ein rættvorðin alskur til land og fólk, sum tikið verður til, eitt opið og leitandi sinni, og ómetaligur áhugi fyri samfelagsligum og politiskum [...] hevði fyrstuhandar kunnleika til tær kreppur og verkføll, ta øsing og neyð, sum serliga rinu við arbeiðara- og fiskimannastættirnar í Føroyum árini frammanundan og elvdu til, at fólk í túsundatali noyddust [...] mestsum av sær sjálvum inn á tíðarskeiðið frá seinast í fimtiárunum til mið-skeiðis í sekstiárunum, tá ið vit høvdu mest saman og komu til mans. Tá ernaðist hann upp, mintist fleiri smálutir, sum langt síðan
hvítum kitli spælir heilagur og sigur, at hann ikki torir at roykja? Hvat annað er hann ov ræddur til? At koyra bil í nógvum vindi? At leypa av ovastu vippu í svimjihylinum? Tá eg byrjaði at roykja, var [...] Fyribyrgingarráðið ikki tannáringar og hálvbarnsligar konur í tonkunum. Kanska var hetta ein lýsing til vaksin, skilagóð fólk, sum eru kedd av, at tey ikki klára at halda uppat. Men akkurát líka skeivt rakt [...] brúka nikotin at stressa av við, at hugna sær við, at hugsa av. Tilsamans er myndin tann, at tað er RINGT at leggja av at roykja. Ikki ein spurningur um endiliga at vilja hava eitur og krabbamein í lunguni
Skála samlast mánakvøldið til hugnaløtu kl. 19.30 har eru allar kvinnur vælkomnar. Kirtin og Andrias Andriasen vera við í talu og vísa ljósmyndir. Menn av Skála syngja. Innsavnan til sjómansmissiónina. Gøta [...] árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simonsen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant [...] eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 3. februar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Ítriv kl. 14-18 Kortspæl, landastrok, telving og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan mikud. og fríggjadag
ofta til, at eingin fær meg at syngja karaoke. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? ? Lættur klassiskur tónleikur og góður, hann skal vera góður, poppur sum Mamas and Papas til dømis [...] tónleikur fær teg í ringt lag? ? Alt sum minnir um og líkist Gluntan, gudiligur sentimentalitetur og hornblástur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? ? »Good Golly Miss Molly« til dømis. Hvat er tann [...] tú? ? 6/400/34. Hvat er tín yndisfløga? ? »Freak Out« hjá The Mothers of Invention. Ótømandi kelda til tónlistarligt upplivilsi. Nú eigi eg bæði plátuna og fløguna. Plátan ljóðar nógv betri. Hvørja fløgu
Onglendingum og teir broytti navnið aftur til upprunanavnið - Mauritius. Oyggin hoyrdi til Ongland fram til 1968, tá ið tey blivu sjálvstøðug, tó hoyra tey enn til tað ensku krúnuna. Mauritius er ein oyggj [...] upplivilsum á ferðini til hesa, fyri okkum, rættuliga ókendu oyggj, ið er eitt ógvuliga væl umtókt ferðastað fyri tey kendu og ríku. Vit mugu tíverri ein umveg til Týsklands á veg til Mauritius, tí allir [...] ígjøgnum. Frá mai til oktober er vetur og hitin liggur um 15-25 stig. Í november byrjar veðrið at gerast betri og fram til apríl er summar í Mauritius, tá svingar hitin vanliga ímillum 27 til 35 stig. Í hesum
Mannagongdin er, at ringt verður fyrst til fartelefon, sum allir sløkkiliðsmenn hava, síðani til arbeiðspláss og so til hús, um fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini [...] - Tað hava helst gingið eini 3 korter, frá boðini fóru úr Sumba til Havnar, til bilurin kom á staðið, hóast vit bert tóku einar 15 til 20 minuttir. Tað er eisini nóg long tíð, men vit hava ein gamlan [...] kom á staðið. Ein sløkkiliðsmaður, ið vit hava prátað við, sigur til hetta, at tað gingu bert eini 16 - 17 minuttir frá tí boðini komu, til teir komu á staðið. Men hann váttar, at tað eftir øllum at døma
maktsjúkar, og teir vildu gera felagið til teirra egna spælipláss. Tað skuldi eisini vera atburðurin hjá hesum báðum, ið vóru orsøkin til, at Jan Midjord ikki vildi stilla upp til formansvalið. Og harvið varð kósin [...] áhuga í at fara út í smálutir, men seg kenna einki til ákærurnar um, at hann hevði tosað ringt um fyrrverandi formannin Karl Johansen, og hann seg kenna til nógv viðurskifti, har Hans Joensen og aðrir høvdu [...] men at Jan Midjord skuldi gerast formaður til næsta aðalfund, har val kundi vera. Hesin aðalfundurin var leygardagin, men Jan Midjord stillaði ikki upp til formansvalið. Í formansfrágreiðingini kom hann
bíðilisti varð gjørdur, og tá alt kom til alt, so sluppu øll, sum stóðu á bíðilista við, tí nøkur meldaðu frá. Antin tí tey ikki sluppu til ta verksmiðjuna tey høvdu teknað seg til ella tí tey ikki tordu hóast [...] myndalist sluppu við. Tað var ógvuliga ringt at velja burturúr, tí tríggir fjórðingar høvdu okkurt at sýna fram. So tóku vit eisini fyrilit fyri um luttakarin var ov gamal til at luttaka næstu ferð, tí so varð [...] vera við til at hjálpa teimum ungu at skapa egin mentanarlig avrik. Ætlanin við mentanarstevnuni er, at tað eru tey ungu, sum skulu fortelja teimum vaksnu, hvat ungdómsmentan er, og varð lagt til brots longu