heilt úr Funningi, Elduvík og Oyndarfirði um Skála, Søldarfjørð, Lamba, Glyvrar og Runavík til Æðuvíkar og Rituvíkar. Havnarmeistarin, Tórbjørn Jacobsen, fegnast um, at tað er farið at bragda aftur í rakstrinum [...] var stívliga seks miljónir krónur. Longu higartil í ár er inntøkugrundarlagið væl størri og liggur um 13 miljónir krónur, staðfestir havnarmeistarin. Seinastu tíðina er stór útfylling farin fram á Bakka [...] útbyggingarætlaninar hjá Bakkafrosti og atløgubryggjan, sum er niðanfyri laksavirksemi, er longd norður eftir við umleið 30 metrum. Seinnu árini hevur Runavíkar kommuna eisini framt ábøtur á fleiri bátahyljar
hálvfinalunum fríggjadagin. Svøríki fer ikki at spæla um heiðursmerkini. Dysturin millum Svøríki og Frakland í morgin verður bara avgerandi fyri, um Frakland skal vinna bólkin ella ikki. Hitt umboðið úr [...] kvøld. Ímóti Póllandi, sum eisini á áskoðaraplássunum var greitt omaná, vórðu sviar spældir niður og norður av sera væl uppløgdum pólverjum, sum vunnu 35-25. Hálvleiksstøðan var 15-12, og eina løtu var støðan [...] ímóti væl trimmaða pólverska verju- og álopsspælinum. Og tá tað so endiliga eydnaðist at sleppa inn um verjuna, so stóð ungi og innskifti málverjin, Piotr Wyszomirski, sum ein múrur og vardi fyri. Hann
stig millum AB og TB. Tvøramenn fegnast um gongdina higartil: -Vit fegnast um, at vit eru leysir av botninum, og at tað er stutt fram til heiðursmerkjaplássini. Um tað hevði eydnast okkum at vunnið tveir [...] Treytin er, at AB í dag vinnur størri úrtøku enn 07Vestur. Avbjóðingin hjá AB er stór. TB er á veg norður á Argir, og tølini siga, at serliga í verjupartinum er TB sera væl fyri. TB er fýra tær seinsatu
aftur eftir leikbann. Meðan tað hjá TB snýr seg um at varðveita plássið í deildini, so er dagsskráin hjá KÍ at vinna pláss í altjóða kappingunum næsta summar. Um tað skal eydnast, so er hesin heimadysturin [...] hevði verið á bóltinum nógv størsta partin av tíðini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fór KÍ norður aftur eftir vitjan hjá TB við 6-1 sigri. Síðani hevur tað gingið upp og niður hjá klaksvíkingum, [...] tær seinastu ferðirnar. Ungu menninir hava staðið seg væl seinastu ferðirnar, og tí er stór kapping um plássini.
Í góðveðrinum fyrrapartin fór TB ferðalagið av Krambatanga og norður um Suðuroyarfjørð. Dagsins sentningur er at spæla á Skála klokkan 19. Tølini siga, at TB hevur tíggjur ferðir verið á Skála og spælt [...] í 2017 endaði tað 2-2. Hinar átta dystirnar hevur Skála vunnið, og fleiri ferðir hevur talan verið um trivaligar sigrar. Málmunurin í hesum tíggju dystunum er 34 – 6. Felags fyri Skála og TB er, at tað [...] Joensen, Teitur Poulsen, Hjalti Strømsten og Karl Martin Johansen eru ikki tøkir, og tað er ivasamt, um tríggir spælarar, sum eru darvaðir av skaðum, vera førir fyri at spæla í kvøld – Andreas Egeberg Jacobsen
farleiðina til Havnar gjøgnum Sundalagið og ein snarbussur, Leið 401, er settur í koyring tvær ferðir um dagin – kl. 6.45 úr Klaksvík og úr Havn kl. 16.15. - Nýggja ferðaætlanin er góð fyri tey, ið búgva [...] Havnar, tá Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Men hon er eitt stórt afturstig fyri øll tey í norður- og eysturøkinum, sum hava brúk fyri bussi at koma til Havnar aðrar tíðir á degnum, sigur Eyðgunn [...] og brúka bil ístaðin. - Tað elvir til meiri ferðslu á vegunum og størri útlát av vakstrarhúsgassum. Um fleiri túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin verða settir á Leið 400, fáa nógv fleiri møguleika at nýta
ferðaætlan er løgd við støði í manningartali, reglum um kravda hvílitíð, umframt at hon – í tann mun tað ber til - tekur atlit til tey, sum dagliga ferðast um fjørðin. - Ein av høvuðsorsøkunum til at tað hevur [...] Merkisvert er tað at nevna, at í núverandi viku varð met sett í tali av lastum, ið fóru suður og norður um suðuroyarfjørð, sigur Strandferðslan. Nýggja ferðaætlanin: 7 TVØROYRI - TÓRSHAVN Av/úr Mánad. Týsd
hildu tey, at hol var komið í laksanótina í Flatanger í Norður-Trøndelag. Men, tá tey kannaðu umstøðurnar nærri, vísti tað seg, at talan var um ein risa tunfisk, sum hevði brotið seg inn í nótina. Tá [...] seg mettan av stórum laksi. Alifelagið setti seg nú í samband við norsku fiskivinnuumsitingina og bað um loyvi at sleppa at taka stóra tunfiskin. Alifelagið fekk hetta loyvi, men tá farið varð í gongd, vísti [...] www.dagbladet.no hevur skift orð við, og danska heimasíðan www.fiskeavisen.dk ber eisini tíðindini um stóra tunfiskin, sum vísti seg at viga heili 740 pund og var slakar tríggjar metrar langur.
grind norður úr Trøllanesi. Av tí at tað var mykt, vildi sýslumaðurin ikki geva loyvi til at reka grindina inn á Klaksvík, fyrr enn tað lýsti. Báturin lógu og bíðaðu við grindini á Pollinum til um hálvgum [...] hvalvág, sigur Karl Johansen. Fyrrapartin metti hann, at grindin lá um 200 miðalstórar hvalir. Sambært Norðlýsinum vóru tilmeldaðir um 1000 menn. Seðlarnir fóru at koma út seinnapartin. Sýslumaðurin vónaði
, og tí eru serfrøðingar ikki á einum máli um, hvussu nógv prísurin á olju fer at hækka. Tey síðstu árini hava víst, at tað er serstakliga trupult at meta um framtíðar oljuprísin. Oljuprísurin hevur flutt [...] av Norðsjóvarolju seld fyri meira enn 93 dollarar. Fleiri greinarar halda, at prísurin kann fara upp um 100 dolllarar fyri tunnuna seinni í 2011. Tað er serstakliga tann betraði heimsbúskapurin og økti [...] eftirspurningurin úr Kina og India, sum hála oljuprísin uppeftir. Tann kaldi veturin í Europa og Norður Amerika hevur eisini verið við til at trýsta prísin uppeftir. Ein ov høgur oljuprísur fer hinvegin