hansara huga, men eisini systkin hansara, sum hann so trúliga helt samband við. Kaj fekst við seyð og annars alt fyrifallandi arbeiði, sum hoyrir til á bygd. Honum dámdi eisini væl at ferðast, og vitjaði [...] virdur millum manna, bar tann stóri skarin, sum fylgdi honum út á Leiribø, boð um. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Kaj Berg. Hvalbiar skúli [...] fyrimyndarliga. Hann hevði altíð eitt vakið eyga við skúlanum. Kaj var altíð tilreiðar, tá tað snúði seg um Hvalbiar skúla. Kaj giftist í 1961 við Annu Elisu f. Midjord úr Hvalba. Tey fingu tvær døtur, Kirsten
kúnni súrhoyggj, at fara út um eyggjatromina eftir havhestaeggum, at veiða fugl og at verða á seiðabergi, umframt mangt annað, ein ikki áður hevði upplivað. Náttúrutilfeingi um Skúvoynna hevur altíð verið [...] leingi og skjótt kom hansara milda og blíða lyndi aftur. Umframt at hava sera gott hegni til at røkta seyð, var Jens eisini tiltikin góður bjargamaður. Eitt lív tengt so tætt at náttúruni kravdi eisini eitt [...] leggja okkum í beinini. Seinni í lívinum hava Gunnar bróður og eg havt ágóðan av hennara lívsklóku orðum um ikki at gevast, hóast mótgangur til tíðir kann tykjast stórur. Og tað eru vit henni sera takksamir
kjallaranum heima við hús við at smíða køkar, eftir at Páll hevði arbeitt úti sum snikkari um dagin. Tey bæði hava alt lívið verið eitt framúr gott toymi, hava stuðlað hvørt øðrum væl og sett sær høg mál. Tey [...] Hvítanes at koma til Havnar. Tað vóru treytirnar so nýliga sum í ungdómsárum okkara, sum nú hóast alt bert eru seksti og eldri. Foreldrini hjá Pálli vóru Herborg (f. Vang) úr Kaldbak og Ingvard Petersen [...] arbeiðsskaða, og Páll er ikki sloppin undan. Fleiri ferðir hevur heilsan verið fyri bakkasti. So veldst um mannin: antin hann setur seg hendur í favn, sum viðhvørt ikki slepst undan, ella hann tekur upp annan
varð útlærdur 7. deseber 2009, og fyri at betra um møguleikarnar at fáa starv, tók hann eitt sonevnt Jet Orientation Course. - Hetta var fyri at betra um møguleikarnar at fáa starv hjá einum Jet-felagi [...] lágprís flogfelag, og tað vil siga, at teir einans flúgva upp á frítíðardestinatiónir. - Vit flúgva um alt Europa, allastaðni, har frítíðarstøð eru. Arbeiðstíðin er fimm dagar til arbeiðis, fýra dagar frí [...] saman, sigur Tommy Andreasen. Annar teirra var størsti kongsbóndi í Nólsoy, og hevði tí bæði neyt og seyð, og tað ruku nógvir tímar av barnaárunum hjá Tommy í fjósinum saman við seyði, kúm og kálvum. - Eg
van. Har situr ein fróðarmaður og skrivar. Hann hevur hetta sum sítt skrivihús og kunnar um myndir, bøkur, seyð – ja, eina vanliga bygdarmentan, sum livir bæði á mannamunni og í verumáta hjá fólki her [...] livað eitt heilt lív á skipabunka ella við havsins rendur her á landi. Hava havt konu, børn, seyð og siga søgu um torvskurð, t. d. á Góðadali, Úti á Dølum, í Halgadali, og sitera onkran gamlan fuglfirðing [...] Nú eru tað bøkur úr gomlum døgum, sum tosa sítt stumma mál við mannin. Tá ið vit sum ungir reikaðu um tún og teigar her í staðnum, so lá fljóðið fremst í huganum; men Petur Martin var annarleiðis. Vit
m, sum vóru har um summarið, meðan útróðurin fór fram. Um veturin stóðu húsini tóm, og tey skuldu ikki vera tespulig at koma til aftur á vári. Tað vóru nakrir ótangar á Skálum, sum um veturin gjørdu seg [...] Bakkafjørðinum. Síðan fingu luttakararnir møguleika fyri at síggja umstøðurnar hjá føroyskum útróðrarmonnum í teimum døgum, táið tað vóru fleiri føroyingar enn íslendingar í bygdini, sum greitt frá í fjør [...] Thórshøfn hevur flogsamband til Akureyrar fimm ferðir um vikuna, og haðani slepst til Reykjavíkar. Tað er eisini busssamband til Akureyrar tvær ferðir um dagin. Hendan ferðin tekur 5 tímar. Thórshøfn er ein
heilt afturi frá miðøldini. - Líka veit eg, um tað er rætt ella ikki. Eg veit bara, at hon er púra óbrúkilig í dag, sigur Jógvan Suni, og vísir m.a. til at hon er alt ov lítil. Aðrastaðni í Oyggjablaðnum í [...] sundur í fimm rúm í rættini. Hetta er ein rættiliga praktisk loysn, serliga hjá teimum ið eiga nógvan seyð. Her fáa tær ein møguleika at kunna skilja seyðin sundur í hesi fimm rúmini. Arbeiðnum við rættini [...] kemur fyri, greiðir Jógvan Suni íðin frá. Gomul rætt Tað var vist uppá tíðina, at menn tóku seg saman um at fáa sær eina rætt, her norðan fyri ytsta býlingin í Kunoy. Í rættiliga mong ár hava teir havt eina
Góði Súni, nú er ongin at ringja til at spyrja um floglíkindi o.a..Var ein í iva um slíkt var bara at ringja til tín. Vaksin upp úti á bygd og búleikast har alt lívið og verið við í øllum arbeiði, ið har var [...] segði tína hugsan um samfelagsviðurskifti, politikk o.a. serliga umstøðurnar hjá fiskimanninum høvdu tín áhuga. At vera førur fyri at bera álvarsliga sjúku og framvegis megna at gleðast um lívið og smáar [...] virðir, men altíð væl nøgdur og gleddist um lívið og tá tað gekst tínum næstu og kenningum væl. Ein góð gáva at eiga. Tú hevur víst okkum, ið eftir sita, eitt gott dømi um hvussu lívið kann livast í nøgdsemi
Tað kann leggjast afturat, at tað kom ikki fyri, at vit aftaná samráðingar vóru ósamdir um, hvat vit vóru samdir um. Jákup er annars ikki bangin fyri at ganga sínar egnu vegir. Hann hevur verið formaður [...] Óla Dahl, Hans David Petersen og Sámal Petersen. Tað kann sigast, at fyritøkan hjá Kjølbro gjørdist alt arbeiðslívið hjá Jákupi. Farin úr skúlanum fór Jákup at arbeiða í timburhandlinum og spinnarínum hjá [...] hjá Kjølbro og gjørdist fulltrúi. Kjølbro var tá tann stóra fyritøkan í Klaksvík, sum hevði mest sum alt virksemið í býnum. Fyritøkan hevði nógv skip og ta fiskavirking, sum var. Umframt vóru tað klædna-
skipum. Elin sigur, at her var tað ikki ein spurningur um, hvør lívsleiðin fór at vera. Tú varð bara kastað út í hetta. Tað var einki at tosa um, sum hon tekur til. - Eg byrjaði í fyritøkuni hjá okkum [...] ómetaliga væl móttiknað av fólkinum um hesar leiðir. Elin sigur, at tvey av børnunum hjá teimum hava fingið sær grundøki í kommununi, og tað fer ikki at undra hana, um hini bæði eisini enda við at seta búgv [...] kundu vit soleiðis fyri einum ári síðan lata upp ein spildurnýggjan handil, her alt er vorðið nógv rúmligari, og at kalla alt er nýtt. Elin á Torkilsheyggi sigur, at eini 12 fólk tilsamans arbeiða í Brotinum