felagið í ár valt ein leik hjá norska høvundanum Thorbjørn Egner. Seinast var tað Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, sum við 63 framførslum setti met hjá felagnum. Omanfyri fimmti fólk eru við í uppsetingini [...] eftir øllum at døma hava plantað helvtina av plantaguni inni í salinum! Herligt, tí pallmyndin riggar so sera væl, at hon lættliga vinnur á mongu tøkniligu tilboðunum, sum børn í dag hava atgongd til. Tí tað [...] ein klassikari. Men tíbetur hava tey eisini lagað hana eitt sindur til nútíðina, og ikki minst, til børnini í dag. Hetta kemur eitt nú til sjóndar í litføgru og væl skornu búnunum, modernaða kropsmálinum
uttan hetta eina: Fullveldi. Væntar hann at kapitalistarnir í Fólkaflokkinum ikki hava somu áhugamál í dag (nú Hvítbókin er komin), sum í fjør ella fyri 10 árum síðani? Um so er, so er hatta politiskur [...] Herfyri hevði hann eina sera løgna viðmerking í Sosialinum (nr. 185), sum hann kallaði ?Tað stóra takið?. Hugmyndina, sum liggur í yvirskriftini, mátti eg seta í samband við vanliga orðafelli ?Taka lógvatak [...] dróg kinesararnar ígjøgnum í fimtiárunum. Hetta seinna er kanska órættvíst at siga, um tú bert hyggur at yvirskriftini. Men í øllum tí, sum landsstýrismaðurin uppá gott eitt ár hevur skrivað og sagt, har
vaksin upp í einum musikalskum heimi, har hann er blivin tónleikaliga stimuleraður frá heilt ungum aldri gjøgnum síni foreldur, sum bæði hava spælt ljóðføri. Tí stóð eitt klaver eisini í stovuni í barndómsheiminum [...] Ingi Poulsen, sum helt fram við kornettini í eini seks ár. Byrjaðu bólk í garasjuni Tað var ikki, fyrr enn Ingi Poulsen var 14 ára gamal, at hann kastaði seg út í tað rútmiska, tá hann saman við einum vinmanni [...] persónligum royndum Í hinum sangunum er teksturin í størri mun inspireraður av persónligum royndum. – Eg skrivaði “Tá ið eg síggi teg” í 2017, og tá var eg stakur og búði enn á Oyrasundi. Í tekstinum her er
Men eg eri samdur við tær í, at vit eiga góð ítróttarfólk á nógvum økjum, men um vit eru nóg góð til olympiskar meistarar, tað ivist eg í, og eg ivist eisini í, um vit skulu hava tað sum mál! EUROVISION [...] fáa avleiðingar fyri danska stuðulin til Føroya. Her eri eg ikki samdur. Vit hava havt eina fullveldissamgongu í uml. 6 ár, hendan samgonga hevði ikki til endamáls at tæna donsku stjórnini og gjørdi tað [...] kanska brá av korruptión, »meira skal meira hava«. Eitt er sikkurt, at fult sjálvstýri gevur møguleikar fyri enn størri korruptión, lít teg bara um í ymisku londunum í verðini, Italia, Rumenia, Irak, Rusland
tvey árini. Hesi mál hava annars verið óloyst í mong harrans ár undir skiftandi landsstýrum: ?Fakfeløgini hava fingið lønarhækkingar og aðrar betringar, sum eru tær frægastu í 10-15 ár ?Allar pensiónir eru [...] hvussu tað hevði verið, um tað, sum hendir í Danmark, hevði verið hent í Føroyum í dag: Á ellisheimum hava tey eldru verið misrøkt. Eldri fólk verða funnin deyð í síni íbúð eftir hálvum og heilum árum uttan [...] kreppuni í 80?unum og 90?unum. Ikki fyrrenn vit hava ein heilt sjálvberandi búskap, kunnu vit siga, at vit eru á beinari leið. Vit hava eina ørgrynnu av økjum, sum hava verið forsømd ? ikki bara í 90?unum
rúgvu av myndum av barni mínum á Facebook, og eg hevði onki filtur. Tá eg hevði verið mamma í eitt hálvt ár, byrjaði eg at hugsa meg alsamt meir um, og valdi tilvitað at minka um myndirnar av mínum barni [...] hon ger tað, og at hon ikki ger tað ofta. -Hava vit havt tað serliga stuttligt ein dag, og eg havi eina góða mynd av tí, so velji eg onkuntíð at leggja hana út í staðin fyri at vísa hana fyri familjulimunum [...] ikki klári at lata vera, sigur hon Hví skulu øll hava atgongd til hesar upplýsingarnar og myndirnar av børnum okkara, spyr hon. Hon heldur, at hóast vit í Føroyum kenna okkum trygg, so kann tað sum vit leggja
lótu upp eftir kaffimunnin í tjaldinum. Jústinus og Poula Eidesgaard lótu upp dyrnar í fyrstu húsunum á Hellunum, sum tey hava sett í stand og nú búgva í. Millum nógv annað áhugavert, stendur rokkurin [...] ið hevur verið nógv einsamøll í fjarskotnu bygdini, fekk tíðina at ganga. Óivað høvdu tey bæði næstan givið upp, tá tey høvdu verið einsamøll í bygdini í 10 ár, og annað húski umsíðir flutti til bygdar [...] enn ikki hevði slept mjørkakloddunum, sást væl, at dapri spádómurin í SvF í gjárkvøldi, ikki fór at røkka norður hiðar. Í Dagsloki var í stuttum boðað frá, at leygardagin fór at verða vindur og regn um landi
stuttlig í løtuni. Vanliga hava gøtumenn altíð hildið seg nær toppinum, men í ár røkist fyri, at teir fyri fyrstu ferð ikki skulu vinna sær atgongd til Europa. Ein part av skuldini fyri hetta hava uttan iva [...] Tá HB í fjør vann eina sera spennandi uppgerð í Gøtu, var tað samstundis startskotið til ein endaspurt, sum tryggjaði havnarfelagnum FM-heitið. Sum so var støðan hampuliga meinlík undan dystinum í Gøtu [...] at skapa órógv í mótstøðuverjuni. Soleiðis var eisini fyrstu minuttirnar í Gøtu, har klaksvíkingurin hjá HB fleiri ferðir royndi at gera um seg. Einar tvær ferðir kom hann sær eisini í góðar skotstøður
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, verður tað ein ovurhonds stór avbjóðing hjá kommunum í Suðuroy at fíggja eldraøkið næsta ár tí at endurgjaldið úr landskassanum [...] 5.474.106 krónur til eldraøkið í Suðuroy næsta ár. Men kommunan fær bara 4.654.000 krónur í endurgjaldi úr landskassanum. Sostatt fara heilar 820.106 krónur at mangla í, og tað er ein stórur biti hjá eini [...] setast í verk, leggur hann afturat. Hann sigur, at bygdaráðið í Sumba hevur ikki tikið endaliga støðu til málið, tí í næsta mánað koma neyvari metingar um inntøkurnar um inntøkurnar av skatti næsta ár, so
veruleikanum gera, er at ”innvikla” okkum í danska og í ES lógir og reglur, sum vit onga ávirkan hava á, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Næstu tíðina verða stórar avgerðir tiknar, sum fáa stóra ávirkan á Føroya. [...] atkvøðunum. Men serliga er talan um eina stóra framgongd síðani seinastu veljarakanning, sum var gjørd í apríl í ár, og har Tjóðveldi fekk 17,2 prosent av atkvøðunm. - Tað vísir, at tað ber til at flyta atkvøður [...] styrkir okkum í trúnni upp á, at tað ber til at fáa annan fólkatingssessin. Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, er bjartskygdur, eftir at Sosialurin kunngjørdi eina veljarakanning týskvøldið í sambandi við