hesi vøllir ivaleysa stórt júst tá, og FSF hevur saman við írska fótbóltssambandinum gjørt av, at vinardysturin hjá kvinnunum kann spælast á graslíki. FSF hevur síðani lagt dystin at vera í Klaksvík týskvøldið [...] kvinnulandsliðið í fótbólti skal týsdagin 12. oktober spæla landsdyst ímóti Írlandi, og Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at hesin dysturin skal spælast í Klaksvík. Dysturin er komin í lag, tí føroyska mansliðið [...] týskvøldið 12. oktober, og at júst Klaksvík hevur fingið dystin, kemst ivaleyst av, at nógvir spælarar úr KÍ eru á liðnum, og at áhugin fyri kvinnufótbólti er størst júst í Klaksvík.
Hvannasundi er 33 ára gamal og hevur seinastu 10 árini ár roynt seg við málningalist. Hann hevur fyrr haft framsýningar millum annað her í Klaksvík á Kósini og í Føroya Banka og hevur eisini verið við á Norðoyastevnu [...] framsýningini. Seinasta summar hevði hann framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini hevur Livar umleið 20 akryl málningar við ymiskum myndaevnum, millum annað landslagsmyndir og persónsmyndir
vaktarskipið Tjaldrið, aftur í sigling síðst í vikuni. Tjaldrið hevur í meiri enn ein mánaða verið á Skipasmiðju í Skagen. Á Skipasmiðjuni hevur høvuðsarbeiðið verið at sandblása skipið. Og nú tað er farið [...] bara piparnøtur, sum hann tekur til. Annars hevur Vaktar og Bjargingartænastan ikki bjóðað síni arbeiði út uttanlands, sum tað sum er at gera við skipini, hevur altíð verið gjørt í Føroyum. ? So hetta er
Norðlýsið skrivaði hósdagin, at KÍ hevur gjørt sáttmála við Karstin Joensen, um at hesin komandi árið skal verja málið hjá KÍ. Karstin hevur eisini áður vart KÍ-málið, men tá Jákup Mikkelsen í fjør kom [...] á besta liðnum vóru betri. Somuleiðis skrivar Norðlýsið, at KÍ samstundis hevur longt sáttmálan við Atla Danielsen. Tað hevur annars ljóðað, at fleiri feløg hava ligið framvið eftir undirskriftini hjá
kortini ikki nóg mikið, og nú inniverandi undankapping á ringast hugsandi hátt, hevur trýstið verið ovurstórt. Gitt hevur verið, at einasta orsøkin til, at skotska fótbóltssambandið ikki segði honum úr [...] Skotski landsliðsvenjarin vildi ikki longur finna seg í lemjandi atfinningunum, sum hann hevur verið fyri Trýstið byrjaði longu í fyrsta dystinum hjá Vogts sum venjara. Móti Føroyum á Svangaskarði vóru [...] skotskur landsliðsvenjari. Uppgávan tykist í løtuni sera ótakksom, og eftir viðferðina, sum Vogts hevur fingið, er ilt at ímynda sær ein venjara, sum av fríum huga fer í sessin.
í 2000. Síðan hevur hann tikið útbúgvingina Master of Manegment á Robert Gordon Universety í Aberdeen. Søren Lünell Bruhn hevur góðar royndir í sínum yrki sum búskaparfrøðingur. Hann hevur starvast sum [...] sum fulltrúi í bæði danska og føroyaska fíggjarmálaráðnum, og hevur harafturat starvast eitt skifti í danska Kappingarráðnum. Søren Lünell Bruhn gjørdist í 2003 fíggjarleiðari á Almannastovuni í Føroyum,
Hann hevur verið millum mest umstríddu persónar í samfelagskjakinum í 2004. Sum formaður í Búskaparráðnum síðan 1999 hevur Hermann Oskarsson ikki fírt fyri at siga sína hjartans meining um føroyska búskapin [...] búskapin, og tað hevur havt nógvar ákoyringar við sær. Hermann hevur nú tikið avgerð um at siga seg úr starvinum sum formaður í Búskaparráðnum, men hann fæst ikki at siga, at mongu ákoyringarnar er høvuðsorsøkin
royndarvenja. Vil fegin til Føroya Wellington er ikki heilt ókendur í Føroyum. Hann hevur áður leikt við FS Vágum, og sum skilst hevur brasiliumaðurin eitt stórt ynski um at sleppa aftur at spæla fótbólt í Føroyum [...] eingin loyna, at tað serliga er á álopssíðuni, at hópurin hjá B36 er tunnur, og at felagið leingi hevur leitað eftir einum typiskum málskjútta til at bøta um støðuna. Nú er brasiliumaðurin Wellington komin [...] B36. Annars fegnast tey í árstalsfelagnum um, at nýggi suðurafrikanski spælarin hjá teimum, Obi, nú hevur fingið øll pappírini upp á pláss, so at hann kann verða við í dystinum í Formuladeildini komandi
manningini er bert frontmaðurin Rói Johannesen, men afturat sær hevur hann í dag Pól N. Jespersen, Bárður Thomsen og Einar Jacobsen. Einar hevur verið við í gott tvey ár, og Bárður í eitt ár. Pól er nýggjasti [...] nýggjasti limurin, og kom hann við í bólkin fyri fýra mánaðum síðani. Tá ið Pól kom við í ljóðmyndina, hevur bólkurin ment tónlistarliga úttrykkið og fingið tangentar afturat, og eru tí nógvir møguleikar komnir [...] afturvið harða rokkinum, ið annars er tónleikastílurin, ið India leggur seg eftir. Í seinastuni hevur bólkurin vant nógv og arbeitt við nýggjum løgum. Eisini eru summi av teimum eldru løgunum gjørd um
eg serliga síggi í tí er, at tað eru ung fólk, sum hesin hevur fóðrað, og tí er tað gott at hann nú er tikin, sigur Sjúrður Johannesen. Hann hevur í mong ár arbeitt tætt saman við børnum og ungum. Hann [...] Sjúrður Johannesen hevur í mong ár arbeitt í barnaverndini hjá Tórshavnar Kommunu. Hann er sosialráðgevi og arbeiðir í dag sum fyribyrgingarleiðari hjá Bláakrossi. Hann metir tað vera sera álvarsamt, nú [...] undir fýra eygum fær hann nógv at vita. Tí er hann ikki bilsin, nú ein er tikin og dømdur. – Tað hevur verið væntandi, at onkur bleiv tikin nú. Eg tosi nógv við ung, og eg havi vitað tað leingi, at nógv