Jóhannesar Evangelii. Tað er ikki so langt síðan, at arbeiðið at umseta bíbliuna til teknmál, byrjaði, og higartil er tað bara í USA, at øll bíblian er umsett. Í øðrum londum er partar av bíbliuni umsettir [...] bíbliuni, tí er neyðugt at umseta bíbliuna til teknmál. Tá er nógv lættari hjá deyvum at skilja. Í USA til dømis er øll bíblian umsett til amerikanskt teknmál. Arbeiðið at umseta bíbliuna til teknmál er í sínari [...] Estlandi, og nú verður hon so hildin her í Føroyum. Og Jan Zachariassen heldur, at tað er einki minni enn ómetaliga stórfingið, at tað er eydnast at halda stevnuna í Føroyum. ##med3## - Tað er fantastiskt
di og sum CO2 goymslur. Ætlanin er í hesum sambandi at endurbøta eina tjørn í Junkarshaga. Verkætlanin koyrir yvir trý ár og er partur av eini størri verkætlan, sum er stuðlað av NPA (The Northern Periphery [...] Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú. Millum føroysku samstarvspartarnar eru Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi. Talan er um eina tvørfakliga verkætlan, ið samantvinnar mentanarsøgu [...] fyrr. Sporini eftir torvskurð eru týðilig í landslagnum og bera boð um eina siðvenju, ið var hildin í hevd langt upp í tíðina. Ætlanin er at miðla torvsøguna í Nólsoy á ein spennandi hátt fyri bæði føroyingar
ávegis í fleiri ár, men ikki fyrr enn í vár varð av álvara farið undir arbeiði, og nú er komið á mál. Tað er Hilmar Jan Hansen, ið hevur ført pennin, nú Robert Mc.Birnie við sínum framúr góðu frásøguevnum sigur [...] dag Eisini er hetta søgan um pápan, ið ongantíð gjørdist ein virkin partur av lívinum og gerandisdegnum, men sum altíð hevur verið har og hvørki er duldur ella gloymdur. Og so er hetta søgan um at finna [...] Síðst, men ikki minst, er hetta søgan um alt hitt, sum er hent á longu lívsleiðini, bæði familju, lívsstarv, sang, tónleik, undirhald og alt møguligt aftrat. Søgan um Robert er ikki keðilig, og í støðum
samdur. Tá eg einaferð gekk í skúla (tað er nú langt síðan) lærdu vit um KOMPARATIVAR FYRIMUNIR VIÐ HANDLI. Uttan at koma niður í smálutir í hesum ástøðinum, so er avtalan millum Russland og Føroyar eitt [...] veruleiki, sum er nógv størri enn tey flestu gera sær far um. Orrustan hjá okkum við Russland, fer at kosta okkum á leið 500 mió kr. Hetta er ikki raketvísindi. Um vit flyta hetta yvir á donsk viðurskiftir [...] Ukraina, sum er fallin í krígnum. Hin myndin er ein verksmiðja, sum framleiðir okkara fisk, sum er sundurskotin av Russum. Kríggið er nógv nærri okkum sum eru í vinnuni, enn nakar ger sær far um. Og vit skulu
samgonguni. Tað er týðuligt, at Aksel V. Johannesen leggur ábyrgdina fyri broyttu støðuna í samgonguni yvir á hinar báðar samgonguflokkarnar – uttan at siga tað beinleiðis. Støðan er nú hin sama, sum hon [...] støðu sum løgmaður og Javnaðarflokkurin, og at tað so ikki verður farið undir samráðingar um nýggja sáttmála, sjálvt um tað í roynd og veru er meiriluti í Løgtinginum fyri at gera nýggjan sáttmála. Ein semja [...] lovað at svarað okkum um málið seinni í dag. Løgmaður er annars púra greiður í hesum máli og sigur tað sama, sum hann og flokkur hansara hava sagt allatíðina, at so leingi sum Russland er í kríggi í Ukraina
Tað er Articon, sum víðkar um høllina vegna Vága floghavn, og nú er komið so langt, at í gjár varð farið at reisa tann nýggja partin. Umframt at høllin verður størri, skal nýtt flutningsband setast upp [...] viðførið, og smíðast skulu nýggj fundarhølir, skrivstovuhølir og vesir. – Arbeiðið gongur væl, og ætlandi er innilokað fyri jól, siga tey hjá ArtiCon. ##med2## ##med3## ##med4##
tað ikki fara aftur við borðinum, at brúgvin um Streymin nú verður 50 ár. Hetta verður hátíðarhildið í døgunum, 28. og 29. oktober. Ein rúgvusmikil skrá er løgd fyri báðar dagarnar, leygardagin og sunnudagin [...] klokkan 10, og hildið verður fram til langt út á seinnapartin. Her ber til at síga av brúnni og niður í ein bát - ella at síga av brúnni og niður í gras, sum er ein styttri túrur. Skipað verður eisini [...] halda røðu. Seinnapartin sunnudagin, 29. oktober, hava fólk høvi at ganga ella súkkla 50 ferðir yvir um brúnna og øll, sum verða við í hesum tiltaki, fáa diplom - eisini tey, sum ikki gjørdu túrin 50 ferðir
sum er ætlaður gransking í føroyskum ílegum. Við FarGen 2 (apríl 2022) varð verkætlanin víðkað, og farið varð undir at kanna ávísar sjúkur, sum hava lutfalsliga høgan títtleika í Føroyum. Málið er at kunna [...] gevur bestu heildarmyndina. Higartil er ein munandi yvirvág av konufólki. Stabbamyndin vísir eina uppgerð frá 6. okt., og ljósareyðu stabbarnir vísa, hvussu langt vit eru komin á leið móti setta málinum [...] ávikavist menn (45%) og kvinnur (73%). Mannfólk í øllum aldri yvir 18 ár, standa á ynskilistanum hjá FarGen. Verkætlanin Málið við FarGen er at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar
síðani byrjaði mann at hava veitslu um kvøldið. Hvaðani búnin er,og hví mann byrjaði at fara í búna, er ilt at vita. Myndir eru frá 1908, har búnin er í brúki. Vit vita, at tunnusláing var undir 2. heimskríggi [...] Føstulávintsbólkinum á Facebook. Tiltakið er nú so mikið stórt, at ikki er neyðugt at lýsa meira við tí. ##med4## Mynd: Kára Jacobsen Støðan í framtíðini Støðan í framtíðini er góð. Fyri nøkrum árum síðani var [...] hevur nú gjørt meira burtur úr undirhaldinum, og er farin at bíleggja mat heldur enn at hava heimagjørdan mat. Hetta lættir um fyrireikingarnar. Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava vitan um siðaarvin
Wiesel segði, at tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta, men at tað heldur ikki altíð er rætt at gera tað lætta. Í hesum føri er jú eingin ivi um, at Russland er farið langt um mark. Vit eru í eini støðu [...] Og sum eg havi skilt er eingin ætlan um at steðga hesum við lóg. Spurningurin nú er ein annar. Hann er, um vit á stjórnarstigi skulu gera eina fiskivinnuavtalu við stýrið í Kreml. Um vit skulu taka í hondina [...] hugsað um heildina og framtíðina. Teir áttu at gjørt hetta til ”sannleikans stund” við opið at viðurkent, at russlandsmálið eisini snýr seg um trygd. Um virðir. Um okkara egnu fiskastovnar. Og um støðu