tíðin er farin frá verandi skipan og arbeiðshátti. Skúlin tryggjar grundarlagið hjá einstaka næminginum til endaligu próvtøkurnar við somu skrivligum uppgávum, sum dreingir og gentur, ið áður hava gingið á [...] at tað er eingin trupulleiki hjá næmingunum at fáa hendur í gomlum uppgávum. Um vit skulu verja okkum fyri tí, noyðist skúlaskipanin at endurskoðast. Og tað verður ikki gjørt eftir einum mánað, sigur Mikkjal [...] hvussu lærararnir geva sær far um tað. Teirra arbeiði er at rætta uppgávurnar, og ikki at traðka í leiklutin sum løgreglufólk og kanna, um tað er Anthon úr Svendborg, sum hevur skrivað uppgávuna í veruleikanum
tíðina – aftur til árið 1975, tá fiski-og útróðrarmenn seinast settu tiltøk í verk av tí slagi, sum hugsandi er kunnu koma upp á tal, um eitt nú Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Fiskimannafelag gera álvara [...] grundarlagið verður tikið undan henni. - Fyri okkum snýr hetta seg um lív ella deyð, og tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, um lívgrundarlagið verður tikið undan okkara limum. Hetta snýr seg eisini um [...] tiltøkum, fara feløgini at ansa væl eftir, at einki drekkarí og óskil verður í hesum sambandi, sum hann tekur til. - Vit skulu helst liva í einum góðum og friðarligum landi, leggur hann aftrat.
ímillum landið og kommunurnar eigur at vera og, hvat Kommunufelagið stendur fyri á hesum øki. Hann saknar sostatt, at Kommunufelagið ger greitt, hvørji øki tað vil, at kommunurnar skulu yvirtaka og ikki. - Her [...] kommunufelag upp og meldar seg upp í Kommunusamskipan Føroya, har tað annars bara eru býarkommunurnar í Føroyum, sum eru limir. - Hetta er heldur ikki ein avgerð, sum er tikin í óðum verkum og vit hava havt [...] ein fyrimunur at sita til borðs saman við teimum stóru og hava ávirkan har. Átti at verið meiri álopskent Men Páll á Reynatúgvu dylir kortini hendur ikki fyri, at teir eru ikki heilt nøgdur við tað linju
at tosa við umboð fyri libansku stjórnina og tjóðartingið um støðuna, og á tíðindafundi aftaná gjørdi al-Moallem greitt, at Sýrialand fer ikki at sita hendur í favn, halda ísraelsmenn fram við álopunum [...] í Suðurlibanon, og at tað tí ikki slepst undan, at sivilfólk doyggja í teimum ísraelsku álopunum. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP vóru harðir bardagar millum ísraelskar hermenn og Hizbollah í morgun [...] komnir til Beirut at viðgera støðuna og at tingast um, hvat kann gerast. Hinvegin eydnaðist tað ikki trygdarráðnum hjá ST at semjast um yvirlýsingina, sum USA og Frakland høvdu orðað. Høvuðsorsøkin
taka vit málið í egnar hendur og royna at endurskapa tey 20 arbeiðsplássini aftur, sum Aker Seafood hevur slept. Við blaðið Fiskaren sigur hann, at kommunan hevur bæði hølir og bryggjukant. - Vit hava [...] eru tey í hesum døgum eisini vónbrotin av, at Kjeld Inge Røkke og Aker Seafood hava flutt flakaframleiðsluna úr Kjøllefjord til Mehamn og soleiðis hevur minkað munandi um virksemi á fiskavirkinum í Kjøllefjord [...] var fiskivinnan, sum í síni tíð gjørdi, at fyrstu íbúgvarnir settu seg niður her, og tað er fiskinum, vit hava livað av og ætla at liva av eina tíð enn, sigur Harald Larssen, borgarstjóri, sum eisini er
fólkatingssessir, og tað er ein framgongd uppá 9 sessir. Socialdemokratiski flokkurin hjá Poul Nyrup Rasmussen fekk tað vánaligasta valið síðani 1998. Flokkurin misti 11 fólkatingsessir og situr eftir við [...] Fogh Rasmussen litið upp í hendur at skipa eina nýggja stjórn. Hvussu hendan fer at síggja út, er ógreitt nú. Vinstra hevur reinan meiriluta saman við teimum konservativu og Danska Fólkaflokkinum, men [...] ella so. Fogh vil helst ikki geva Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkinum alt ov stóra ávirkan, hetta hóast Pia Kjærsgaard krevur ávirkan á nýggju stjórnina og ikki fer at stuðla henni treytaleyst. Stóri taparin
sum verður lagt afturat prísinum fyri at halda Netflix, Viaplay, HBO, og aðrar stroymingstænastur, og fyri at keypa spøl, appir, og annað slíkt, á internetinum. Aksel V. Johannesen sigur, at hetta eru pengar [...] 2015 til. 2019, hava tær goldið ímillum 7,7 og 8,2 milliónir í mvg um árið. Annars ber ikki til at siga, hvussu nógvar fyritøkur selja slíkar tænastur í Føroyum, og sum átti at rinda mvg í landskassan. Tað [...] sigur at felags altjóða reglur eru á veg og væntandi fara tær at gera tað lættari hjá ymiskum londum at krevja avgjøld fyri slíkar tænasturnar, hóast brúkarar og fyritøkur ikki eru skrásett í sama landi
er bæði ljósur og rúmligur, men at tað er loyvt í øðrum tunlum, sum bæði eru nógv smalari og nógv myrkari. Hon sigur, at Eysturoyartunnilin er ein nýggjur tunnil, sum er rættiliga langur og trygdarviðurskiftini [...] Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Tað er forboðið at súkkla ganga, og at koyra á skutara, ella prutli, í Eysturoyartunlinum, og tað elvdi til nógv orðaskifti í gjár. Orðaskiftið tók seg upp í kjalarvørrinum [...] tunlar. Hon vísir eisini á, at tað er eisini bannað at yvirhála í tunlum, og tað merkir, at akfør, sum koyra seint, tarna ferðsluni, og tað er ikki ein ynskilig støða, serliga í einum tunli. Hon sigur, at vit
»Tey hava staðið í stað í átta ár«. Hann sigur eisini, at neyðugt er kunna fíggja viðlíkahald og íløgur og at tryggja, at eitt tíðarhóskandi gjald er fyri samfelagstæanstur, sum til dømis tilbúgving alt [...] politiska vilja sum var til tess at fáa okkum flogvøllin á føroyskar hendur. Tað var tann 1. mai í 2007, at flogvøllurin varð yvirtikin frá dønum og skipaður sum landsstovnur. 24. juli árið eftir varð alt virksemið [...] at brúka flogvøllin skerdir við skerdum upplatingartíðum og dýrum eykagjøldum at nýta vøllin eftir vanliga arbeiðstíð. Veður má sær ráða, og tí slepst ikki undan úrtíðarflúgving í Føroyum. Nýtslugjødini
hon hevur frá løgregluni, hevur tað vundið meiri og meiri upp á seg hesi seinastu árini, at smugla sterkari rúsevni til landið. - Løgreglan sær meiri og meiri til sterk evni sum amfetamin, metamfetamin [...] kokain, ekstasy og heroin. Tað, sum ræðir landsstýriskvinnuna mest av øllum, er, at hon stúrir fyri at tað er bara toppurin av ísfjallinum, sum vit síggja. - Smuglararnir verða alsamt snildari og tí er vandi [...] - Gongdin er ræðandi og nú skal nakað gerast. Annika Olsen er ikki sørt skelkað av, hvussu umfatandi smuglingin av rúsevnum er til Føroya. Hon sigur, at fyrr var tað mest hassj, sum varð smuglað til Føroya