byggja skip og undirsjóvartunlar, sum onnur øvunda okkum, og hava matstovur, sum fáa fólk at ferðast til Føroya. Og vit eiga at styrkja smá vinnurekandi og íverksetar. Tey skapa fjølbroytni og møguleikar [...] telvarar – og eg haldi, at samanberingin er góð. Bæði í politikki og í talvi snýr tað seg um at gera tað, sum er best fyri títt fólk. Bæði í politikki og í talvi eru mangir leikir. Og bæði í politikki [...] betur loftað og sleppa undan órógvandi skiftum dagliga. Í fólkaskúlanum hava vit framt nógvar broytingar, sum gagna bæði næmingum og lærarar. Og fyrstu royndirnar við at stytta skúladagin og endurskoða
uppskot fyri tingið um at skipa karmarnar um stutttíðarútleigu, soleiðis at fólkið, her býr, fyrst og fremst fær tak yvir høvdið, segði løgmaður. [...] eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni. Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum. Um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tað truplast. Og um [...] Landsstýrið arbeiðir við at finna fíggingina, og uppskotið verður latið tinginum í heyst, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður. – Ein onnur avbjóðing er, at hús og íbúðir verða keypt við tí eina endamáli at
á Fípuni Føgru og tær úr Kollafirði umborð á Kjósini. Kjósin var undan dagsins róðri tvey stig undan Fípuni Føgru, og í róðrinum var eingin ivi, hóast Fípan Fagra átti besta startin og í endaspurtinum [...] var eina bátslongd fremst, áðrenn teinurin var hálvrógvin, og fram ímóti málinum øktist munurin til tað mesta av tveimum bátslongdum. Fípan Fagra endaði næstfremst bæði í dag og í FM kappingini. Men tað var [...] var fremst. Men tað var skjótt, at Kjósin vendi tingunum á høvdið. Kjósin tók skjótt Fípuna Føgru, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin hjá FM favorittunum fór at verða. Kjósin var
við fullum stigatali, seks stigum fyri tveir dystir. Cracovia er fremst, tí teir hava betri málmun enn Wisla. Cracovia hevur málmunin 6-1, og Wisla hevur málmunin 4-1. Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 hevur [...] Seinnapartin spældu landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock annan dystin í bestu pólsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Á útivølli móti Rakow á Miejski Stadion Piłkarski
sær, og flokstingið valdi Sirið Stenberg til forkvinnu. Tí vórðu bæði Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu, tilnevndir landsstýrismenn, í ávika vist fiskinnu og samferðslumálum og í menta- [...] gonguni, og hvussu gongan er skipað. Seinastu nógvu árini hevur skrúðgongan verið skipað í trimum røðum. Fremst ganga løgtingsforkvinnan í miðjuni, høgru megin hana gongur løgmaður og vinstru megin [...] stillaði uppaftur. Men á løgtingsvalinum í 2011 vendi hann aftur og stillaði uppaftur og er afturvaldur á øllum valunum síðani, í 2015, 2019 og 2022. So hetta er 41. ári hjá Henriki Old í politikki –
LASSALLE var lærdur í filosofi og økonomi, fyrst við Universitetið í Breslau, síðani í Berlin. Hann var eisini sera aktivur journalistur og luttók í nógvum polemikki og debattum. Hann verður mettur sum [...] sín høvuðsstað. Leipzig er kortini eitt sindur størri og meira dynamiskur og hevur líka síðani miðøldina verið eitt centrum við sera nógvum handli og stórum ídnaði. Hann hevur nyliga havt 1000 ára fø'lsdag [...] Javnaðarflokksins var Maurentius við Stein og fyrsti kreðsvaldi løgtingsmaður fyri flokkin var Petur Mohr Dam. Farið verður úr Kjøpinhavn tann 7. august snimma, og vit koma aftur tann 11. august, ella tann
n var 21-19 og 21-15. Fyri løtu síðani vunnu Jóhan og Óli seg í hálvfinalurnar aftaná 2-0 sigur á Dalton og Eardly úr Írlandi. Settmunurin var 21-18 og 21-19. Klokkan 13.50 spæla Jóhan og Óli hálvfinalu [...] Henriksen úr Ternuni og Óli Kluftá Hvítklett úr SÍ, ið manna føroyska U18-manslandsliðið í sandflogbólti, ið kappast í Andorra í hesum døgum. Fyrst vunnu Jóhan og Óli 2-0 á Prenas og Martin úr Andorra. [...] Gillies og Caesar úr Skotlandi. Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026. Í morgin vera finalan og dysturin
sum can.merc.aud og hevur síðani 2007 starvast hjá Faroe Ship, fyrst sum fíggjarstjóri og síðani 2015 sum stjóri. Áðrenn hetta arbeiddi hann hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe og eitt tíðarskeið [...] effektivisera og professionalisera Faroe Ship, soleiðis at fyritøkan framhaldandi er ein væl skipað, framkomin og effektiv organisatión og ein týdningarmikil eind í EIMSKIP samtakinum. Bogi er 50 ár og býr í Tórshavn [...] frameftir. Pelagos hevur eitt dugnaligt og sterkt leiðslutoymi við nógvum royndum og saman við hesum gleða vit okkum at síggja Boga stjórna Pelagos víðari, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Pelagos
hava fingið nøkur størri og meira nútímans brúk við mjólkneytum í stórum og nýggjum fjósum. Hvørki í Suðuroy, Vágum ella Norðstreymoy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja f [...] hevur sína framleiðslu og handil á Toftum, handil í SMS og nú eisini nýggjan og stóran handil í Vágsbotni í Havn. Knýtir ættarliðini Navnið Torkilsheygsgarður er eitt navn, sum Leivur og familja hansara sjálvi [...] Húshaga omanfyri Toftir og Nes, og hinir 150 eru í hagapørtunum, Yviri í Haga og úti á Nevinum við Rituvík, umleið 75 á hvørjum staði, hesir seinnu vanliga róptir Rituvíkshagi og Nevhagi. Leivur vísir á
ein kambodjanskur hermaður dripin, og tann 16. juli vórðu tríggir tailendskir hermenn særdir, eftir at landminur sprongdust. Hósdagin elvdi hetta til skotskifti, og bardagarnir hava verið í bíðistøðu. [...] Hernaðarliga stríðiði millum Tailand og Kambodja á markinum millum londini kann økjast til eitt veruligt kríggj. Tað segði virkandi forsætisráðharrin í Tailandi, Phumtham Wechayachai, við tíðindafólk í [...] Síðani samanbrestirnir tóku seg upp hósdagin, hava londini bæði ákært hvørt annað fyri at hava lopið á fyrst. Í gjár stongdi Tailand øll landamørk til Kambodja orsakað av bardøgunum. Fyrr mikudagin fordømdi