120, 140, 150 og 180 kilo. Teir báðir tyngstu av hesum steinunum eru rundir og tískil torførari at lyfta. Tað ræður um at lyfta so nógvar av hesum steinum so skjótt sum gjørligt, og Regin verður seinasti [...] seinna helvt av kappingini, og hendan fer øll fram á ovara vølli í Gundadali. Fyrst kappast teir í »millwalk«, har teir ganga í ring við eini stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni av mylluni. Aftaná [...] skulu teir halda tveimum tunnum, sum viga 220 kilo hvør, leysar av vøllinum so leingi sum gjørligt. Næstseinasta kappingin er lasting av kaggum. Hendan kappingargreinin var eisini í fjør, og tá gekst tað
almenna eldraárið í Føroyum. Umfatandi skrá Ferðin verður - treytað av nóg góðari undirtøku - frá 9. til 18. august. Farið verður av Havnini við Norrønu, og øll, sum melda seg til, hittast umborð, har [...] sambært søgn varð jarðaður. Á grøvini stendur ein 17 metra langur obiliskur úr granit umgyrdur av 29 minni steinum, sum mynda ein stein fyri hvørt fylki, ið Haraldur savnaði til eitt ríki. Í Haugesund verður [...] Noregi, Stavanger, har ferðalagið gistir. Á leiðini verður steðgað við Ulstein klostur, ið er eitt av best varðveittu kleystrum í Noregi frá miðøldini. Vitjað verður eisini í Kristiansand, har gist verður
vit komu av. Eg minnist ikki, hvat ið hann segði við hinar, men tað, ið hann segði, tá ið hann kom til mín, stendur ljóslivandi í minninum: ?Annaðhvørt ert tú av Svartáfólkinum í Saksun, ella av Garðsslagnum [...] minnist fyrst av øllum eina bygd á tremur av barngóðum fólki, sum hvørt í sínum lagi hevur havt týdning fyri okkum, sum her eru vaksin upp. Vit vóru uppi í tí, sum tey vaksnu gjørdi, og nógv av barnaspølunum [...] ungdómar komu av bygd at ganga í skúla eftir summarfrítíðina, og vit sóust so væl aftur í býarmyndini, at ikki var sørt, at forvitnast varð eftir, hvaðan vit komu, og hvørjum fólki vit vóru av. Ein dagin
meginpartinum av teimum »grindaknívum«, nú eru at síggja, er blaðið av vanligum Mora-dolki - tað sæst mangan týðiliga, at verksmiðjumerkið skundisliga er brýnt av. Skefti og slíðrar hanga saman av bostikki [...] lagdi, nappa og karða, spinna, lata av skinnum, lita og binda, veva ella virka teir vakrastu lutir úr ullini. Her verða skapað virði, sum vit kunnu vísa fram og vera errin av. Men tað er umráðandi, at ansurin [...] vísti á, hvussu nógv orðini sjál og sál líktust. Tey, ið varða av sølubúðunum, ið selja skulu hesar ediligu lutir, áttu eisini at lagt meira av sál í. Tíverri síggja vit alt ov mong dømi um, at soleiðis er
fram á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn. Í spjótkasti hjá kvinnum kastaði Jensia Lamhauge longri enn føroyska metið, men av tí at spjótið ikki lendi á fremra enda, taldi kastið ikki við. Komandi leygardag [...] luttakara sum var Poul Guttesen. Heini Hátún, sum annars lá á øðrum plássi, var í seinasta umfari tikin av Poul Guttesen. 13 luttakarar vóru í klingruvarpi hjá monnum, 3 luttakarar í klingruvarpi hjá kvinnum [...] kvinnum, 20 luttakarar í spjótkasti hjá monnum og 4 luttakarar í spjótkast hjá kvinnum. Veðrið var av tí allarringasta við nógvum og áhaldandi regni, so luttakarar og áskoðarar, sum hóast alt vóru nógvir, vóru
Jógvan H. Gardar, Oslo Ein bólkur av toppleiðarum fór í gjár undir arbeiðið at leggja saman olju- og gassvirksemið hjá Norsk Hydro og Saga Petroleum. Á odda fyri bólkinum stendur deildarleiðari í Norsk [...] uttan fyri Oslo. Uppgávan hjá bólkinum er at gera eitt yvirlit yvir arbeiðsplássini, fyri at finna út av hvussu nógv starvs-fólk fyritøkan skal hava framyvir, og hvar tær ymsu deildirnar skulu vera. Øll sum [...] arbeiðsplássini kunnu hvørva bæði í Saga og Hydro. Einki heilagt Tíðindastjórin í Norsk Hydro, Tor Steinum, segði í farnu viku, at eingin avgerð er tikin um, hvat sum skal henda við teimum mongu starvsfólkunum
august andaðist Gunhild Dalsgaard mett av døgum. Hon var ættað av Velbastað, tað sjeynda barnið av teim ellivu hjá Dánjali og Súsonnu Poulsen, bóndahjúnum á Steinum. Á ungum árum var hon í Danmørk; m.a. [...] Meðan vit soleiðis eru komnir í gongd á Húsabønum, bóndin sjálvur annar ella triðji, kemur ein riðil av børnum til okkara, og øll skuldu upp í vognin ella gera okkurt annað. Sjálvandi lá ikki altíð líka
Meistaraliðið úr Kyndli fall í fyrsta umfarinum av nýggju landskappingini í hondbólti. Dysturin í Klaksvík móti Stjørnuni í Klaksvík endaði við sigri til heimaliðið. Sigurin hjá Stjørnuni kom til høldar [...] og hinar í bakketuni ikki riggaði allatíðina. Fleiri dømi vóru tó um, at Stjørnan fer at njóta gott av góða bólteyganum hjá Vesnu Tomajek, men eftir bara nakrar dagar í felagnum er samanspælið við hinar [...] Kyndli vísti gott spæl á vonginum, meðan stórskjúttin Lotte Sørensen, sum var mansvard fittan part av dystinum, skoraði 10 ferðir ? fimm ferðir við brotskasti. Í seinna hálvleiki, tá Stjørnan staðfesti
framvið henni. Í hinum endanum syrgdi Marita Hermansen fyri, at Neistakvinnurnar ikki kundu gera sær dælt av hesum, við tað at hon so sanniliga eisini stóð seg væl. Neistaliðið má sigast at vera sera væl fyri [...] skal finnast. Um dystin er annars at siga, at hóast Kyndil hevði fatur í longra endanum meginpartin av dystinum, so megnaði Neistin alla tíðina at hanga í, og eitt skifti megnaðu tær at stríða seg upp á [...] hjá teimum at gera nakað. Nógv mistøk Vert er at leggja til merkis, at liðini bæði framdu eina rúgvu av tekniskum mistøkum, og varð hetta eisini orsøk til, at ferðin á spælinum ongantíð gjørdist hin stóra
stórur munur á toppi og botni í fyrtu deild hjá kvinnum. Gamaní grundarlagið í høvuðsstaðnum at taka av er størri enn tað er í Eysturoynni, men tað er efit øllum at døma ikki bara tað. Mikukvøldið hittust [...] so, at Sunrid Gleðisheygg og Kristina Ellingsgaard vóru tær einastu hóttaninar. Tær gjørdu tíggju av teimum sekstan málunum, og tað er ov lítið at tveir spælarar skulu halda liðnum uppi. Har er ov lítil [...] 5 (1), Ann Hansen 4 (4), Jórunn Ludvig 4 (1), Palma Petersen 3, Lotte Sørensen 3, Anja Midjord 2, Jensia Petersen 1 Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 6, Kristina Ellingsgård 4, Mona Langgaard 2, Sonja Gleðisheygg