Klaksvíkar býráð hevur gjørt eina uppteljing av, hvussu uppmøtingin hjá býráðslimunum hevur verið til býráðsfundir og nevndarfundir. Uppteljingin er einki at skammast við, tí á sjey teimum regluligu fundunum [...] fundunum er tað bara hent tvær ferðir, at ein sessur hevur staðið tómur. Hans Arne Bertholdsen møtti ikki á fundinum 25. januar, og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir møtti ikki á fundinum 22. mars. 11. juli var [...] Samuelsen og Óli M. Lassen. Uppmøtingin er eisini sum heild góð til nevndarfundirnar. Fíggjarnevndin hevur verið fullmannað á hvørjum fundi, bara á einum fundi í mentanarnevndini vantaði ein limur og á tveimum
Nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, gjørt av at friða lundan, tí stovnurin er so illa fyri. Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann biðjur um loyvi til at friða fugl í ávís tíðarskeið, tá [...] og tískil eigur at verða friðaður eitt tíðarskeið. Hann staðfestir, at kanningar vísa, at lundin hevur aldrin verið so illa fyri, sum nú og nú er alneyðugt at avmarka veiðuna tey næstu árini, til stovnurin [...] mentanin at veiða fugl dettur burtur. Men er tað neyðugt, kann tíðarskeiðið leingjast so hvørt. Ætlanin hevur verið til hoyringar hjá Náttúrugripasavninum, sýslumonnunum, Búnaðarstovuni, Bóndafelag Føroya, Føroya
rættiliga nógv minkað seinnu árini. Tað vísir ein uppgerð, sum Føroya Tele hevur gjørt. Sosialurin skrivar í dag, at Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á heimasíður við barnaporno [...] barnaporno. Hetta verður gjørt í samstarvi við ríkisløgregluna, sum hevur eitt yvirlit yvir heimasíður, har barnaporno kann vera at finna og sum sostatt verða blokeraðar. Filtrið hjá Føroya Tele ímóti barnaporno [...] steðgaðir á veg inn á heimasíður við barnaporno. Síðani er talið minkað á hvørjum ári, og serliga í ár hevur fallið verið stórt, tí higartil í ár eru ikki fleiri enn 478 fólk forðað í at sleppa inn á tílíkar
Romeo. Teir gomlu Giulietta vórðu gjørdir frá 1954-1965. Bilurin hevur 1,4 litra turbo bensinmotor við 120 hk. Sum allir Alfa Romeo hevur hesin sportligar koyrieginleikar. Hann er væl útgjørdur við t.d [...] bilasølu. Tað var Sølvi Reinert Hansen í Saltangará, sum keypti hendan fyrsta bilin. Síðan 1986 hevur Alfa Romeo verið partur av italsku Fiat-konsernini, og verða teir seldir saman við Fiat. Alfa Romeo [...] Start/Stop skipan, fartpiloti, 6 hátalarum, 2-zone klimaanleggi, koyriteldu og 6 airbag. Eisini hevur hann eina skipan, sum nevnist DNA, har skiftast kann millum D (Dynamic), N (Normal) og A (All weather)
vóru komin ásamt um ein prís fyri 24-ára gamla miðvallarin. «At fáa fýra talið hevur nógv at siga fyri meg. Eg veit at tað hevur verið nógv tosað um, um eg ella Thiago skuldu hava fýra talið, men eg eri fegin [...] skifti til Arsenal frá Barcelona. Hann er nú aftur Barcelona leikari. Fyrrverandi Arsenal liðskiparin hevur í fleiri ár verið settur í samband við barndómsfelagið hjá sær og í gjár komu boðini, ið Barcelona [...] sigur Cesc Fabregas, sum eisini rósti fyrrverandi vernjarunum hjá sær, Arsene Wenger. Cesc Fabregas hevur skrivað ein fimm ára sáttmála við Barcelona. Mikukvøldið spæla Barcelona og Real Madrid seinna dystin
Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgving á myndlistaskúla í Keypmannahavn og listaskúla í London. Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar [...] og náttúruna – tað nátúrliga og ónátúrliga – og millum framtíðina og minnir. Seinastu tvey árini hevur Jógvan Andreas einans málað oljumálningar, og hetta er hansara fyrsta framsýning við einans oljumálningum
Enska blaðið, The Guardian, hevur skrivað ein grein um góð, snild og hornaspørk, sum eru skotin beinleiðis í mál. Millum sjónvarpsbrotini, ið blaðmaðurin hevur valt út, er eisini eitt úr Gundadali. Greinin [...] hornaspørk. Simon Burnton hevur deilt bloggin upp í seks ymisk sløg av hornaspørkum. Í parti tvey skrivar hann um hornaspørk, ið eru skotin beinleiðis í mál. Í seinasta brotinum hevur hann funnið fram nøkur
so sum vatn, jørð og luft. Súlan, ið er sera snotilig, og sum eisini hevur frumevni sum sema, hevur Armgarð Absalonsen málað. Hon hevur arbeitt hjá býargartnaranum í summar. So nú er bara hjá fólki at spáka [...] sælttanum beint niðan fyri gomlu bústaðartoftina úti í Grøv. Býargartnarin sigur, at hann leingi hevur havt hugskotið at geva teimum vitjandi eina skaldsliga uppliving við at lata føroyskar náttúruyrkingar
EB/Streym og til Aganevndina til hoyringar. Aganevndin hevur í drúgvum ummæli svarað kæruni frá Loyvisnevndini og EB/Streymi. Í svari sínum hevur Aganevdnin gjølla lýst galdandi rættarstøðu sambært fó [...] Í einum skrivi í dag til Yvirkærunevndina hevur EB/Streymur boðað frá, at felagið tekur kæru sína aftur, og at felagið sostatt tekur við tí avgerð, sum Aganevndin tók tann 12. juli í málinum um ólógliga [...] EB/Streymur sigur í skrivi sínum, at felagið í svarskrivinum frá Aganevndini til Yvirkærunevndina hevur fingið eina meira nágreiniliga frágreiðing um niðurstøðuna og tær grundir, ið liggja aftan fyri avgerðina
nevndi heldur tað vera so keðiligt at vera politikari, at hann hevur boðað frá, at hann helst vendir politikkinum bakið – eftir at hann hevur vent Tjóðveldinum bakið. Á seinasta vali var Georg L. Petersen [...] hesaferð. Journalisturin Uni Arge hevur kjakast dúgliga í Sosialinum og á Facebook um politikk seinastu tíðina. Serliga er tað Sjúrð Skaale, sum hann hevur kjakast við um stevnuna hjá Tjóðveldinum