hvalastøðina við Áir, og ein partur av hesum ætlanum er savnsvirksemi, bæði við einum søguligum og einum lívfrøðiligum innihaldi. - Ein beinagrind av størsta tannhvalinum fer at verða ein fongur fyri komandi [...] Sunda kommuna heldur, at tað tí er so sjálvsagt, at hvalastøðin við Áir verður varðveitt sum eitt livandi savn og sum ein sonevndur upplivingardepil mitt í landinum, har søgan og nútíðin finna saman í felag [...] savnið, staðfestir kommunan, har gamla hvalastøðin liggur. Lagt verður aftrat, at søguligi hagtølini fyri hvalastøðina við Áir vísa, at hesin avgusturin, sum nú verður skorin, er tann 525., síðan byrjað varð
hansara metan, so er málið um læknaviðtalurnar ikki ein trupulleiki hjá Runavíkar kommunu, tí tað fyriliggur ein undirskrivað avtala millum partarnar, sum hann og Runavíkar kommuna fyrihalda seg til. Les [...] læknatrupulleikan í økinum. Avtalan sigur, at ein heilsudepil skal verða í Runavík fyri allar kommunurnar og inntil tað er koyrandi millum Strendur og Runavík, skal ein lækni verða á Strondum tveir dagar um vikuna [...] Runavík, har ein av teimum so er tríggjar dagar í Runavík og tveir á Strondum. Teirri avtalu ynskir Sjóvar kommuna nú at fara frá sambært Tórbjørn Jacobsen. - Eg haldi meg til avtaluna, sum bleiv gjørd
ikki seinni skrivaði bókina En slags kærlighed, um ein 36 ára gamlan hálending, sum stuttleikar sær við eini røð av elskarinnum, meðan kona hansara liggur fyri deyðanum av bróstkrabba. Tá tað gekk upp fyri [...] bókini En slags kærlighed fær illa verið meir tabufongt. 36 ára gamli hálendingurin Ray Kluun er ein maður, sum stuttleikaði sær við eini røð av elskarinnum, meðan kona hansara lá fyri deyðanum av bróstkrabba [...] mun til beiska veruleikan, so er bókin ein ómetaliga hjartanemandi og erlig kærleikssøga. Ray er um at blíva svakur av, at teirra eydnuríka lív saman er vorið ein troystaleysur knútur av spýggj, vamli,
koma, tí tað er í øllum førum talan um eitt land, sum er hart rakt av koronu. Í Føroyum eru vit at kalla koronufrí, tí her eru tað bara fýra fólk, sum eru smittað og tí heita vit staðiliga á tykkum um [...] Útisetar, sum koma heim til Føroya á jólum, hava eina heilt serliga ábyrgd. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í morgun, tá ið hann greiddi frá, at nú verða tilmælini í sambandi við koronum verða [...] herd. – Tit eru vækomin heim, men tit hava eina heilt serliga ábyrgd, tí tit koma úr einum landi, sum er hart rakt av koronu, segði løgmaður. Les eisini: Føroyingar skulu ikki fara uttanlands at ferðast
fimleikarhøllin, sum liggur beint við, at hava á leið somu karmar og møguleikar sum eitt annað og minni mentanarhús við sitiplássum til umleið 200 fólk. Borgarstjórin heldur, at hetta er ein hóskandi stødd [...] Í 2016 fer Eiðis kommuna, sum júst hevur fingið nýggjan fótbóltsvøll í Hólmanum, í holt við at byggja eitt ítróttarhús við vøllin. Hetta verður samstundis eitt bygdahús, eins og møguleikar verða skaptir [...] stórt veitsluhøli, sum kemur at rúma umleið 300 fólkum, og her verður ídnaðarkøkur. Haraftrat verður eitt umleið 100 fermetra stórt fitnessrúm til fólkið í kommununi at brúka. Eitt annað, sum kommunan eisini
bygdini. Samtyktin, sum kommunan hevur gjørt, snýr seg um, at tekniska nevnd í kommuni skal arbeiða við at finna eitt øki, sum er egnað til hallarbygging. Jákup Súni Lauritsen, sum er formaður í teknisku [...] ikki liggur so langt frammi. Sørvágs kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga, og nettoskuldin er bert umleið ein triðingur av árligu skattainntøkunum. Stór íløga Jákup Súni Lauritsen sigur, at ein slík [...] slík ítróttarhøll, sum nú er upp á tal at byggja í Sørvági, helst fer at kosta einar 20-25 miljónir krónur. Spurdur, um hann væntar, at hetta verður ein verkætlan, sum fer at røkka yvir fleiri ár, sigur hann
seg fyri fólkaræði, mál og mentan. - Tí liggur ein stór ábyrgd á stýrinum at tryggja, at vit hava ein stovn, sum røkir sínar public service-skyldur til lítar, og sum vit øll hava virðing fyri og eru góð við [...] har landsstýriskvinnan, sum varðar av Kringvarpinum, verður vertur. Helena Dam á Neystabø hevur nevniliga bjóðað nývalda stýrinum, øllum varalimum og kringvarpsstjóranum til ein kunnandi fund í Mentamálaráðnum [...] við, at Kringvarpið livir upp til tær public service-skyldur og raðfestingar, sum eru í nýggja public service-sáttmálanum, sum fekk gildi 1. januar 2011, sigur Helena Dam á Neystabø. Landsstýriskvinnan heldur
tíðindastovuni, Tass, sum Reuters endurgevur, tó at ein bólkur hjá IS, Islamiskum Stati, beinanvegin tók ábyrgdina av álopinum. Tað var seinasta fríggjakvøld, at Crocus City Hall, sum ikki liggur so fjart frá russiska [...] an - SBU - eigur at stemplast sum ein yvirgangsfelagsskapur. Russar hava sagt, at higartil eru 11 fólk handtikin, og hetta eru fólk, sum russar hava illgruna um høvdu ein leiklut í álopinum á konserthúsið [...] Vladimir Putin, at tað vóru víðgongdir islamistar, sum stóðu aftan fyri álopið - og so kortini gav hann eisini Ukraina skyldina fyri at hava havt ein leiklut í atsóknini - Vit vita, hvør gjørdi hetta.
Eitt sterkt hátrýst liggur mest sum í stað yvir Skandinavia og sendir klára luft inn yvir Føroyar av landsynningi. Samstundis fer eitt rættiliga djúpt lágtrýst móti Grønlandsfjørðinum av suðri, men br [...] brúgvaløgini haðani náa ikki til Føroya. Sum frá líður liggur rákið av eystri og frá mikudegnum kemur møguliga regn og kanska okkurt lítið æl. Frá hósdegnum mennist eitt hátrýst yvir Íslandi, meðan hátrýstið [...] náttina millum 3 og 7 stig. Mikudain. Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 7 m/s, út á dagin lækkar hann í ein landsynning og frískar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga
num. Stóratjørn liggur norðan fyri Kringluna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu og liggur sostatt væl fyri millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í [...] boðar Tórshavnar býráð frá í tíðindaskrivi í dag. – Tvey mál eru á skránni á komandi býráðsfundi, sum bæði snúgva seg um økið við Stórutjørn í Hoyvík. Tað eina málið snýr seg um at skipa økið og hitt um [...] fyrireika bygging av stórhøll, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivinum og heldur fram: »Tað er ein sannroynd, at Tórshavnar kommuna alsamt veksur í vavi, og at tað alsamt er tørvur á meiri plássi til