showini eru altíð 100% gjøgnumførd. Leygardagin verður tað! Kom og uppliv Reiley – saman við Sámal Ravnsfjall, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og ikki minst risastóru All Stars
Tíðindaskriv Sámal er ikki hvør sum helst. Í fleiri áratíggju hevur hann verið hin frekki trubadururin, ið hevur skrivað og framført eina ørgrynnu av beinraknum sangum, sum á ein serligan hátt lýsa hetta [...] hetta lítla samfelagið, vit liva í. Sámal er ein garantur fyri góðsku – og tað er helst júst tí, at fyriskipararnir hava litið honum uppgávuna í hendi at verða fyrstur á pallin. Og tað fær valla verið betri [...] murra við til “1000 og eina nátt”, “Á trappuni hjá Lenu” og – ikki minst – “Medistarar í Karry”. Sámal fer á pallin kl. 16:00. OY Voxbotn 2025 verður størri enn nakrantíð. Umframt nakrar av teimum bestu