Vísindamaðurin Rongxiang Xu hevur stevnt nobelnevndini hjá Karolinska stovninum í Stockholm, tí hann vil ikki góðtaka grundgevingina, sum stovnurin hevði fyri at geva John Gurdon og Shinya Yamanaka (myndin) [...] (myndin) Nobel-heiðurslønina í læknavísindi í ár. Í stevningini, sum Rongxiang Xu hevur lartið einum dómstóli í Kalifornia, leggur hann svensku Nobel-nevndina undir mannminkandi framferð. John Gurdon og [...] at lata hinum báðum heiðurslønina. Tí vil hann hava rættin at staðfesta, at svenska Nobel-nevndin hevur gjørt eitt mistak.
læknafakliga bakgrund. Tummas í Garði hevur verið varastjóri/læknastjóri síðani 2005. Starvið er áramálssett í fimm ár og kann leingjast við trimum árum, og Tummas hevur nú røkt starvið tey átta árini. Enn [...] Enn veit hann ikki, um hann fer at søkja aftur, ella um hann fer aftur í yvirlæknastarvið, sum hann hevur farloyvi frá. Ein annar møguleiki er at fara onkra aðrastaðni at arbeiða, sigur hann. Umsóknarfreistin
Heimamissiónin arbeiðir innan familju-, barna- og ungdómsarbeiðið, hevur trúboðarar í Føroyum, uttanlands og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin blaðið, Trúboðan, og Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt [...] Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjunum. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag, sum í ár er 3. februar. Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein
sigur við Norðlýsið, at Varðin Pelagic er vælkomið, tí kommunan hevur sera gott øki í Ánunum við Norðhavnina. -Um Varðin Pelagic hevur ynski um tað, skulu teir vera sera væl komnir at tosa við okkum, [...] sigur Jógvan Skortheim. Hann ger vart við, at sum er er spurningurin ikki aktuellur, tí kommunan hevur ikki fingið nakran fyrispurning um málið. Borgarstjórin í Klaksvík leggur afturat, at hann er sera
sleppa útaftur einaferð í morgun, tá ið teir eru skikkaðir til tað. Annars hevur verið friðarligt í nátt, tó at løgreglan hevur havt nógv at gera at hjálpa fullum fólki, men tey eru øll fingin til hús. [...] Løgreglan hevur hav tveir fullar mans í varðhaldi í nátt. Annar varð tikin fyri herverk, tá ið hann breyt ein rút í miðbýnum í Havn og tá ið løgreglan tók hann, var hann so ringur at fáast við, at hann
Thailand. FIFA hevur tikið dystin av síni skipan, meðan onnur heimasíða veit at siga, at talan er um U23 landsliðið hjá Thailandi. Keldur hjá portalinum hava gjørt vart við, at FIFA hevur strikað venji [...] venjingardystin millum Thailand og Føroyar av yvirlitinum av FIFA skrásettum A-landsdystum. Hinvegin hevur heimasíðan, futbol24.com skrásett mótstøðuliðið hjá Føroyum sum U23 landsliðið hjá Thailandi. Portalurin
í vetur. Skoytubreytin hevur verið opin í tveir mánaðir, og í mun til teir báðar undanfarnu vetrarnar, hevur breytin hesaferð verið á Vaglinum ístaðin fyri á Skálatrøð. Har hevur breytin sett sín dám á
gongur. Portalurin hevur fingið eitt filmsklipp sum vísir, hvussu umstøðurnar í Skopun hava verið í dag, og haðani er viðhefta mynd. Tað er kokkurin á Teistanum, Erling Arnarson, sum hevur tikið filmsklippið [...] Tað hevur verið ógjørligt hjá Teistanum at røkt farleiðina millum Skopun og Gomlurætt í dag. Brim er í Skopun, og á Strandfaraskipum Landsins vita tey ikki, nær - ella um - siglandi verður, sum dagurin
Í USA hevur Barack Obama, forseti, tilnevnt Jacob Lew nýggjan fíggjarmálaráðharra. Lew hevur verið fíggjarráðgevi og starvsfólkaleiðari í Hvítu Húsunum. -Hann er ein lágmæltur maður, sum heldur vil vera [...] útsett tveir mánaðir. Tann 20. januar byrjar tað seinna forsetaskeiðið hjá Obama, og í tí sambandi hevur hann gjørt nakrar týðandi broytingar í stjórnini. Eitt nú fær stjórnin nýggjan uttanríkisráðharra
at snellubátarnir fiskaðu tilsamans 4.680 tons. Í ár hevur Sigurður Ingi Jónsson, fiskimálaráðharri, valt at binda um heilan fingur og hevur sett kvotuna hjá snellubátunum til 6.000 tons. Íslendska [...] Íslendska heildarkvotan av makreli er 147.700 tons í ár. Fiskimálaráðharrin hevur býtt kvotuna soleiðis, at snellubátarnir fáa 6.000 tons, ísfiskaskip 7.917 tons, frystiskip 30.682 tons og uppsjóvarskipini 103