kjallaranum heima við hús við at smíða køkar, eftir at Páll hevði arbeitt úti sum snikkari um dagin. Tey bæði hava alt lívið verið eitt framúr gott toymi, hava stuðlað hvørt øðrum væl og sett sær høg mál. Tey [...] Hvítanes at koma til Havnar. Tað vóru treytirnar so nýliga sum í ungdómsárum okkara, sum nú hóast alt bert eru seksti og eldri. Foreldrini hjá Pálli vóru Herborg (f. Vang) úr Kaldbak og Ingvard Petersen [...] arbeiðsskaða, og Páll er ikki sloppin undan. Fleiri ferðir hevur heilsan verið fyri bakkasti. So veldst um mannin: antin hann setur seg hendur í favn, sum viðhvørt ikki slepst undan, ella hann tekur upp annan
heiðra Meinhard, so tað sást, at Meinhard hevði nógvar vinir. Meinhard var fiskimaður alt sítt lív, og tað segðist um hann, at hann var av raskastu sjómonnum. Tá ið hann legðist á land, arbeiddi hann í mong [...] hava, má Harrin troysta tykkum í stóru sorg tykkara. Minni um Meinhard vil altíð liva okkara millum. Hvíl í friði góði vinur. Ærað veri minni um Meinhard Bárálíð. Jákup Olsen [...] gekk sær ein langan túr út á posthúsið og prátaði við fólk, sum hann møtti ella gekk sær ein túr yvir um Sandin, men at deyðin skuldi koma so brádliga og júst nú, vardi meg ikki. Meinhard var eitt friðarelskandi
hendingar skrivaði um samskiftið, sum bóndin á Felli á Finnafjørðinum hevði við føroyskar fiskimenn, rættuliga áhugavert. Vit koyra úr Þórshöfn og tvørtur um rótina á Langanesi, um tað ber til at siga [...] og tað er ilt at fáa unga fólkið at støðast her. Tað veit Jósup sjálvur alt um at siga. Tey vóru nógv systkin. Hini búgva kring alt landið. Mest á Akureyri og í Reykjavík. Sjálvur eigur hann fimm børn. Tey [...] heyst varð fregnast um hetta við fráflytingini, og hvussu tað er við bóndagørðunum. Hoyrdi eina ferð um ein, sum hevði selt garðin, tí hann flutti til stórstaðin. Tá ið spurt varð um prísin, svaraði hann
staðið tóm í nógv ár, verða shinaði upp. - - Jú, tað lívgar um, men tað er kortini lítið hugaligt um veturin, tí tá er ofta tómligt. Men um summarið, tá er nógv fólk her, sigur hann. [...] ungum árum, men hevur eisini arbeitt á landi. Nú, á ellisárum røktar hann seyð í Líðini. Tað skilst á øllum brøgdum, at fólk harmast um gongdina, men tann stóri spurningurin er, hvat gerast kann fyri at fáa [...] minkar, skúlin er í vanda fyri at lata aftur og barnatalið fækkast. - Ja, tað sigur seg sjálvt, at um ein skúli í eini bygd letur aftur, tá kann ikki standa serliga væl til, slær Sámal Petersen fast. Prátið
hava vit altíð havt í Føroyum. Men talan hevur verið um hundar, sum við eitt sindur av venjing hava verið ein ávís hjálp í seyðarakstri. Ikki um hundar, sum við einføldum boðum klára at reka eitt seyðafylgi [...] einsamallir. Fyrr var ein hundur hildin vera ein góður seyðahundur, um hann kláraði at fanga eina ær ella eitt lamb, sum mest av øllum minti um varg, og tí í heilum royndi at søkja burtur frá fylginum. Í dag [...] og føroyingar hava fleiri ferðir verið við til altjóða seyðahundakappingar, sigur ein av teimum, sum um vikuskiftið fara til EM í seyðahundakapping. Rene Hansen úr Nólsoy hevur ikki luttikið í EM ella HM
fótbólti, sum jú ikki krevur so nógvar frágreiðingar um tað, sum fer fram. Annars so eiga foreldur hansara seyð í Kunoy, og sjálvur eigur hann eisini seyð har. Tíðindasending Eitt er tó fast púra fast á skránni [...] borðreiða fyri hyggjarunum. Einasti trupulleikin hjá Ásmundi í so máta er um summarið, tí tá verður hon send eitt sindur fyrri um kvøldið - kl. 17:30. -Tá nái eg ikki heim til hon byrjar, men tá plagi eg [...] sera áhugaverd sending verið í sjónvarpinum um arbeiðið inni í tunlinum undir Leirvíksfjørð. Ásmund hevði bara SÆÐ sendingina, men hann hevði ikki HOYRT alt tað sum har varð sagt. Hetta evnið hevði jú
mangar løtur saman, har ið tosað bleiv um alt møguligt, um hvussu familjukærur hann var, og hvussu hann elskaði síni kæru. Hann hugsaði ikki bert um dagin í dag, sjálvt um vit bert eiga ein dag í senn, nei [...] festa á blað nøkur orð um mín kæra vin. Tung vóru boðini eg fekk hendan morgunin, tá elsti sonur okkara ringir og sigur, ”Babba, Jóa er deyður.” Tað var sum at alt steðgaði upp, stóð sum negldur mitt á [...] ætlaði at lata sonin Esmar yvirtaka festið. Spurdi hann, um hann longu var keddur av at vera bóndi. Nei, segði hann, men Esmar hevur góðan hug til seyð og jarðarbrúk, og hann hevur góð evnir, kanska eitt sindur
børnini vóru sett til at gera nyttu so skjótt tey vóru so fræg. Sjúrði lærdi tí skjótt alt um bæði neyt og seyð, um eplavelting, hoygging og so fjallgongu, feitilendi og fuglaveiði. Ein góð barlast at fáa [...] Fríðrikur er annars gamal kenningur úr Thule, so tað verður ivaleyst nógv at tosa um, tá teir báðir hittast aftur. Um hann fer at sýna "vinmanninum" modellið av Dranginum eins og hann sýndi tað fyri f [...] i í Listakálanum, men vit vita jú ikki hvat tað kundi blivið til um hann ikki púrasta slepti penslinum. Mangt annað kundi verið sagt um Sjúrða. Hann er ein sera hugfarsligur maður at vera saman við, s
Talan er um merkismannin, Svend Krosstein, sum við dugnaskapi hevur ment fyritøku sína til eina væl grundfesta handilsfyritøka við 25 starvsfólkum og einum breiðum skara av viðskiftafólkum kring alt landið [...] hansara rak eina heilsølu í Havn, men doyði brádliga. Pápi hendan spurgdi, um Svend at yvirtaka handilin, og tað gjørdi Svend. Talan var um ein ógvuliga blandaðan handil, ið bæði seldi leikutoy og køkur. Eisini [...] hann sat í fleiri ár. Veiðimaður um ein háls Veiðimaður hevur Svend Krosstein altíð verið, og hugurin hevur staðið bæði til haga og hav. Eitt nú at fara á flot, fáast við seyð, skjóta harur og fiska laks.
arbeiddu meira saman tvørtur um fakmørkini enn vit gera í dag, men tað hevði eisini verið óhugsandi at farið út einsamallur í dag. Uppbygdi kriminaldeildin Í 1969 varð heitt á Suna um at átaka sær at uppbyggja [...] verið løgreglumaður og ynskir honum alt tað besta nú eftirlønaraldurin byrjar. Sjálvur óttast hann kortini ikki fyri tí. ? Men munnu ikki timburmenninir fara at koma um einar tveir mánaðir, spyr hann .. [...] ónøgdur við arbeiði, men tá ein er givin, ja, so er ein givin. Ein long og gíð søga Tá Suni Vinther, um ársskifti 1963 fór til arbeiðis úti í Kastrup, var hann - og tveir aðrir føroyingar - tann fyrsti,