fá, sum hava stóra vitan. Tess breiðari kunnleikin er, tess betri er møguleikin fyri, at børn verða uppdagað tíðliga og tískil kunnu fáa hjálp. Og tað er ætlanin við bókini. - Við bókini vóni eg eisini at [...] teimum børnum, sum ivamál er um. Akkurát teimum veit eg, at vit kunnu hjálpa væl. Støðist barnið væl í vanligum spæli, hevur spælifelagar, og er virkið og nøgt við sín gerandisdag, so er sansaskipanin í lagi [...] leitar eftir teimum røttu upplivingunum. - Sjálvt um viðgerðin er einføld, so er hon serstøk og má verða stýrd av einum serkønum fakfólki. Hon er eisini innihaldsliga treytað av hvørjum barni sær, og verður
dagin. Tí tykist tað púrasta burturvið, at uppmerksemi framvegis er vent móti deyðsføllum í samband við korona-smittu, sum næstan er null. Tað er tíverri eingin orsøk til at halda, at krabbamein hevur nakra [...] verður heintað innaftur, leggur hann aftrat. Tað er ein nýggj frágreiðing hjá danska Heilsustýrinum, sum vísir, at talið av ávísingum av krabbameinssjúklingum er nógv minkað undir korona-kreppuni. - Vit vita [...] vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi. Jú fyrr, tess betri. Tað er høvuðsreglan. Tí er tað týdningarmikið, at tað, sum liggur á láni, verður heintað inn aftur sum skjótast, sigur Jesper Fisker
tað nú líkasum er reglan, at fólk flest eiga at arbeiða, er Thomas Koba sannførdur um, at hann hevur heimsins besta starv sum filmsmaður í Føroyum. At filmsframleiðsla er so nýggj enn her heima ger eisini [...] Koba og Kovboyfilm. - Fyri meg er tað heilt avgerandi, at tað eri eg sjálvur, sum seti treytirnar fyri, nær ein filmur er góður. Um eg ikki føli, at filmurin í síðsta enda er mín filmur, kundi eg líka so [...] dugir at síggja, at hann er vorðin dugnaligari og er heilt væl nøgdur við onkur av sínum avrikum, forðar tað ikki Thomasi Koba í at finna okkurt afturat at stúra fyri. - Tað er altíð hasin óttin, tú veit
greiðir Rannvá brosandi frá. Men eftir at hava búð her síðani í mars mánaði í fjør, eru bæði hon og maðurin sera væl nøgd við alt í íbúðini. - Hetta er besta avgerðina sum vit hava tikið, siga Rannvá og
faktist heldur ikki finst her í býnum. - Okkara land er hart rakt av altjóða fíggjarkreppuni. Dreymurin er at vaksa um arbeiðið, tí eg dugi bara at síggja, at tørvurin á neyðhjálp er her – og hann bara veksur [...] varð frá her í Sosialinum 6. juni var tað tí tann elsti av teimum eftirverandi – 14 ára gamli Maarin – sum var hann ið skuldi taka sær av øllum. Men Vitalie er fult greiður yvir, at hetta er ein alt ov [...] hansara gera reint her og geva teimum mat hvønn einasta dag. - Ja, tú sært, at hetta er støðan bert hjá hesi einu familjuni. Men tað eru nógvar familjur sum eru í somu støðu sum hesi. Hetta er bara ein av mongum
hitt mong menniskju, bæði her heima og uttanlands. - Í mínari verð ber alt til, og mítt motto er, at har viljin er til staðar, kann alt lata seg gera. Lívið myndað meg Tað er hugnaligt og fjálgt í heiminum [...] heiminum hjá Leilu á Kambsdali. Tað einasta, ið vitnar um, at her býr ein rørslutarnaður persónur, er lyftan. Leila er prátingarsom, og lívsgleðin og áræðið lýsir av henni. - Eg havi verið ígjøgnum ringar [...] einastandandi stuðlar. Tað er sjálvsagt, at teirra hjálp er við til at gera tað møguligt hjá mær at fáast við míni áhugamál. Stórar avbjóðingar At vera talsmaður teirra veiku í samfelagnum er ikki nøkur løtt uppgáva
sum siður er. Eftir tað er tað hugni til út á náttina. Tað sigur Elna Johannesen í Rituvík. - Nýggjársdag geri eg ikki tað stóra fysiskt. Eg eri bara til og reflekteri yvir árið, sum júst er farið. Kanska [...] kann broyta ella gera øðrvísi í 2022. Hvat var tað besta, sum hendi í 2021? - Tað besta.... uha, tað er ilt at siga. Haldi ikki, at nakað serstakt hendi, sum eg kann koma í tankar um í eini handavend. Tá [...] fyri tað neiliga. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022? - Vónirnar eru, at 2022 verður eitt gott ár, bæði her heima og uttanlands. Eg vóni eisini at kunna liva eina vanligari tilveru, har uttanlandsferðir telja
Sofíu Purkhús, sum er kosin til ársins spælara í donskum flogbólti. Les millum annað um, at hon rodnaði, tá hon skuldi taka móti heiðrinum. Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER Les eisini um U20 [...] spælarum og dómarum. Bárður Olsen, sum er nýggjur FM vinnari í dart, droymur um at ein FM finalan verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Dysturin hesa vikuna er ÍF-KÍ, har tosað verður við báðar venjararnar [...] Fótbóltssamand Føroyar stuðlar framvegis Gianni Infantino, hóast hann er nevndur í Panamaskjølum. Les meiri um hví í blaðnum. Alt og meira er at lesa í ÍtróttarSosialinu, sum byrjar á baksíðuni á Sosialinum
Jugoslavia og núverandi Kroatia. Hann er føddur í havnabýnum Dobrovnic og er útbúgvin tænari. Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur hitt mannin umborð á Polarhav, sum partrolarar saman við [...] mánað. Vit komu, og higartil er hesin eini mánaðin, sum steðgurin skuldi vara, vorðin til nærum 30 ár. Tað sigur Drago, sum býr í Fuglafirði, har hann hevur familju. Hann er ættaður úr fyrrverandi Jugoslavia [...] Hann hevur trívist væl í Føroyum, her hann nú hevur búð í skjótt 30 ár. Drago var bert 25 ár, tá hann kom, og tí kennir hann seg nú meira sum føroying enn jugoslava. - Tað er deiligt at fáa jólapakkar frá
Absalonsen, stjóri í JMA. JMA er ein stytting av navninum á stjóranum, sum í veruleikanum eitur Jógvan Martin Absalonsen, men sum verður kallaður John. Líkt er til, at spanski keyparin er sera væl nøgdur við føroysku [...] framleiðsla Tað eru ikki bara sólskinssøgur, ein í dag hoyrir úr Vági. Hóast stjórin á JMA er lítillátin, so er her kortini talan um eitt viskisfúsið virki sum fór í gongd, tá illa stóð til í Vági fyri skjótt [...] Í tí smáa Hóast skiftandi tíðir og skiftandi fiskiskap, er arbeiði so at siga hvønn dag á virkinum. Teir keypa fisk soleiðis, at tað altíð er nóg mikið til arbeiðsfólkið at arbeiða undan. Arbeitt verður