Í hvirlunum er tað upp í 20 m/sek í Klaksvík, og DMI sigur frá fitt av vindi í nátt Tað er gott í sjónum við Kunoyarnes, har Atlantic Navigator stendur á landi. Men tað rekur hart, og tað er eisini fitt [...] hvirlunum var tað upp í 19,4 m/sek. Ættin er landsynningur/sunnan. Sambært verðurvánunum hjá Dansk Meterologisk Institut verður tað framhaldandi fitt av vindi í nátt, men roknað verður við, at tað verður turt [...] turt. Týsdagin um middagsleitið fer at regna.
vit koma víðari, og Jústines Olsen heldur, at hetta kundi verið eitt gott evni at tikið upp í skúlanum. - Grind er so nógv annað enn tað at drepa ein hval. Tað er eisini ein mentan, og tað er ein spurningur [...] frálíkt hugskot. Djóralæknin vísir á, at nú hava tey skipað fyri skeiðum kring landið í at drepa grind og tað átti at verið eitt gott, ástøðilig grundarlag fyri at læra tað í veruliga lívinum, niðri í mølini [...] við grind at gera. Sostatt eiga tey eisini at læra um mentan í sambandi við grind, um at reka grind, um at skera upp, um at býta, og hagreiða grind, og annars um alt, ið knýtir seg afturat tí at drepa grind
vit halda at tað hevur týdning fyri tey at vera millum onnur børn. Foreldur og børn eru glað fyri hetta, og mín varhugi er eisini, at lærararnir eru glaðir fyri hetta. Í framtíðini er ætlanin, at deyv børn [...] vísir somuleiðis aftur, at umsitingin á stovninum veksur og at skúlastovurnar verða tiknar til skrivstovur. - Trýstið á stovnin er so mikið stórt, at ov lítil tíð og orka verða brúkt til umsiting. Eingi [...] góða mynd av stovninum úteftir. Tað er ógvuliga óheppið og harmiligt, at hetta er komið út. Tað spjaðir starvsfólkini. Tað átti verið soleiðis, at hesi viðurskifti verða viðgjørd innanhýsis á stovninum
einfalt. Vit halda, at henda atfinning ikki uttan víðari kann verða skúgvað til viks. Tað kann bara vera gott og gagnligt, ja, enntá upplívgandi hjá teimum neyðstøddu at frætta, at ein munagóður partur [...] Føroya eigur at fáa hetta í rættlag. Tað má kunna gerast, uttan at felagsskapurin skal seta á stovn eina dýra umsiting. Tað má kunna gerast eitt nú við, at danska meginfelagnum verður álagt at kunna móttakararnar [...] tjøld, mat og heilivág, kemur úr einum so fjarskotnum og so lítlum landi, sum tey valla hava hoyrt um. Tað kemst heldur ikki uttanum, at neyðhjálp eisini er politikkur. Vit eru júst í ferð við at taka eitt
Sjálvstýrisflokkinum heldur nevniliga, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyðugt við inntrivum. - Men sum støðan [...] sigur, at tá ið ferð kemur á tingarbeiðið aftur í heyst, er tað als ikki óhugsandi, at Sjálvstýrisflokkurin fer at leggja uppskot fram um at lønin hjá politikarum skal lækka 5% ella enntá 10% um tað skal [...] teimum inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann. Hann vísir á, at ein týðandi partur av
um at práta, men eisini at læra at lurta. Her verður ein pappírslepi havdur á lofti, ið sigur, at nú hevur viðkomandi orðið, og hin parturin skal lurta og tiga. Hetta amboðið er so gott, at Elsa og maðurin [...] viðgerðar. – Uttanífrá kann tað síggja ordiliga gott út hjá pørum. Bæði hava gott starv, tey eru vøkur á at líta, hava fitt børn og alt sær barasta so perfekt út. Men fyri tað um maðurin og konan virka væl hvør [...] brúka tað heima. Elsa vísur á, at ímeðan pør røkja børn, arbeiðið, vinfólk og frítíðarvirksemi sera væl, so gloyma tey ofta at røkja parlagið. – Tað kann tykjast løgið, at ein sigur við mannin, at týsdagin
sjúku og ellisárum. Alt gott um at orða ein politikk inann hetta og hatta, men alt til sína tíð. Tað er ikki rætt at endurskoða vælfungerandi lógir og kunngerðir og niðurseta arbeiðsbólkar til at orða ting [...] sum eru góð at hava og ikki eru orðaði fyrr, meðan tað alneyðuga sosum at fáa skúlaverkið at uppfylla krøvini í Fólkaskúlalógini liggur á láni. Politiskt má raðfestingin verða í lagi og hevur serliga [...] Spennandi verður at síggja hvussu samgongan fer at raðfesta í komandi fíggjarlóg, nú hon hevur gjørt tað heldur ivasama fyri ikki at siga ábyrgdarleysa, at hon hevur skarvað hálvtfjórðhundrað milliónir
Mjølnir víðari við málinum, men tað fáa vit so at síggja. Í øllum førum er tað gott, at Flogbóltssambandið – sum tað eisini hevur gjørt fyrr – ger skjótt av og sker út í papp, at kappingarreglurnar ikki bara [...] uppaftur harðari, tí tá verða liðini koyrd úr kappingini, so helst fer hetta mál at gera sítt til, at øll feløg nú væl og virðiliga seta seg inn í reglurnar, hava tey ikki gjørt tað áðrenn. Í fyrsta umfari [...] tilsamans 24 greinir og viðgera alt tað, sum undir vanligum umstøðum kann henda í sambandi við kapping og einstakar dystir. Tí er sera umráðandi, at feløgini til fulnar kunna seg um tað, sum stendur á pappírinum
fyri, at hann var keddur um, at tað skuldi hava gingist KÍ so illa í ár, viðurkendi hann veruleikan og hevði hug at hyggja frameftir. – Tað er ótrúliga skuffandi at flyta niður, tí felagið er stórt og hetta [...] strika í traditiónunum hjá felagnum. Men KÍ fer bara niður at venda og kemur uppaftur beinanvegin. Tað skal eingin ivi vera um. Sum tað sær út í løtuni, verða teir flestu av spælarunum hjá okkum verandi [...] B68. – Vit eru so at siga farnir í 1. deild. Tað er sjálvandi keðiligt, men sum Petur sigur, so hava liðini verið góð í ár, og tvey lið skulu niður. Vit eru so blivnir so at siga tað eina, sum er farið
veitingar eru avgerandi fyri at kunna varðveita okkara vælferðarsamfelag. Verða hesar veitingar tiknar burtur, skulu skattir og avgjøld hækka munandi, og tað fer helst at føra til eina fólkafráflyting [...] er ein lykil til gott samstarv og økta felags vælferð. Tí vil Sambandsflokkurin halda fast við búskaparliga samstarvið í Ríkisfelagsskapinum og somuleiðis fer flokkurin at virka fyri, at tryggja føroyingum [...] Løgtingið um at avtaka fólkatingssessirnar. – Tað er óskiljandi, at aðrir flokkar vilja skerja møguleikarnar fyri at tryggja vælferðarstøðið, og møguleikarnar, hjá føroyingum, sigur hann. Og hann heldur