gongur heima og passar sonin, sum er góðar átta mánaðir gamal. Hetta ljóðar sum ein púra vanlig føroysk familja, men so er ikki. Ein skuggi hongur oman yvir teimum, og er hann, at Agné, sum er úr Litavia, ikki [...] út millum fólk aftur, tá ein gongur heima og passar eitt barn allan dagin. Men hóast tað, so søkir hon ikki nýtt visum sum hondbóltsleikari. ? Eg kann jú ikki arbeiða, tí eg havi onki ansingarpláss til sonin [...] longt sítt uppihaldsloyvi, tá tað gongur út. Hendan óvissan, sigur Agné, er ræðulig at liva í. ? Eg havi valt at liva her, og familjulívið byrjar at taka skap, og nú er tað brádliga vandi fyri, at alt fer
eitthvørt, eg havi sagt ella gjørt, hevði fyri tey. Tað er sjálvandi gott, at tey eru glað, men tey vita neyvan, hvussu glaðan tey gera meg við at fortelja mær tað. So veit eg, at eg havi gjørt ein mun, sigur [...] hava hoyrt gleðiboðskapin fyrr. Tí kann ein verkætlan snúgva seg um alt frá sjónleiki, konsertum, dansi ella ítróttartiltøkum sum liður í trúboðaravirkseminum. Ein sera stórur partur av orkuni fer til h [...] eftir nýggjum umstøðunum. Verður ein føroyingur til dømis arbeiðs-leysur, tekur han tað ikki so tungt, um hann skal byrja uppá okkurt heilt nýtt. Tað er ongin ivi um, at ein oljuvinna fer at broyta tað føroyska
At mála eitt ávíst útsýni er ivaleyst bara ein roynd at halda nøkrum fast. Tað tekur langa tíð at mála teir reinum málningarnar. So tá eg eri liðug við ein av teimum, má eg sleppa at mála okkurt her og [...] hann. Veruleikin broytist alt eftir, hvør sær hann og nær. Tí eru mínir málningar bara egnar tulkingar av tí, eg síggi og ikki av tí, onkur heldur, at eg átti at sæð. At mála er fyri meg ein ferð í hugaheiminum [...] nýtir smáar prikkar í staðin fyri penslastrok. Vit liva fyri ein stóran part í einum visuellum heimi, har alt er sett saman av smáum prikkum. Eg havi vist altíð verið rættiliga hugtikin av tankanum um, at myndir
nógv at hugsa um. Váðin av at brúka pening upp á seismikk, sum ikki gevur úrslit, váðin fyri at bora ein turran brunn, sannlíkindini fyri at finna olju, tøkniligi váðin í sjálvum boringunum, váðin við pr [...] Fólkatinginum 15. mars 2001 um, at danski ognarrætturin til undirgrundina var óbroyttur, gjørdi, at ein politiskur váði er tikin við í váðametingarnar av oljuni undir Føroyum. Heldur ikki er væntandi, at [...] ella yvirvaldsrætt tók seg upp í samband við fiskivinnuna sigur Kjartan Hoydal og heldur fram: - Eg havi sjálvur fingið spurningin frá summum av teimum londum Føroyar hava samráðst við um fiskimøguleikar
sum hon hevur verið. - Eg vil siga, at bankin hevur verið heppin við "timingini", tí júst í morgun havi eg latið landsstýrinum og samgongulimum tann sonevnda "fiskapakkan", har lagt verður upp til ymiskar [...] og kunngerðum, ið hava við sølu og innviging av fiski at gera.Bjørn Kalsø tók til, at talan er um ein pakka við blandaðum "bommum". Hann segði, at málið við "fiskapakkanum" er at fáa eina skipan, ið gevur [...] tað, sum kemur undan Íslandi. - Vit ætla, at henda skipan samstundis skal tryggja, at skipini fáa ein prís fyri vøruna, sum er góður og í samsvari við evropeiskan marknaðarprís. Í stuttum merkir hetta
Javnaðarflokkin. ? Tað kom óvart á meg, tí hetta er fyrstu ferð eg havi stillað upp. Hóast eg havi verið virkin innanfloks, er hetta ein spildurnýggj verð, sigur Katrin, sum arbeiðir sum lærari í Eysturskúlanum [...] við, sigur Katrin D. Jakobsen. Kvinnur ov varnar Í løgtinginum sita nú fýra kvinnur av 32 tinglimum, ein færri enn seinast. ? Tað er keðiligt, at kvinnurnar eru so fámentar. Vit áttu at verið fleiri og satt
hjá høvundanum, og á ein hátt er bókin eisini eitt slag av ævisøgu, sigur Vida. - Og tó. Søgan inniheldur alt frá ramasta sannleika um meg, til tann reina uppspuna. Hinvegin, ein skaldsøga er jú altíð [...] at tora at geva hana út. Tí sjálvt um tú kanst nýta nógv skaldslig snildi, verður ein slík søga altíð onkursvegna ein avdúking av tær sjálvari. Vida hevur leingi skrivað yrkingar, men altíð undir dulnevni [...] verður hon kroyst út um síni egnu mørk á ein hátt, sum skaðar hana og merkir hana fyri lívið. Hetta evnið ger ikki Mørk til eina kvinnubók, sum so. Heldur er hetta ein roynd at varpa ljós á, hvørji okkara
sunnudagin aftur á fyrsta túri í 2008. 6. januar Í dag er illfýsið og kalt um -18 stig. Eg minnist ein mann, sum plagdi at siga, tá ið veðrið ikki var til vildar, at tað er gott, at húsini eru opin innan [...] ískortinum so er landfast líka frá 66 stig norður á 68 stig. Men tað er ísfrítt upp til Haruoynna. Eg havi tosað vid skiparan á Polar Natarnaq, Janus Samulsen úr Fuglafirði. Hann segði, at hjá teimun var roynandi [...] Óført. 10. januar Í dag er stilli og – 15 stig. Regina C kom inn til Nuuk at landa í morgun. Skjótt broytist við ísinum. Dagin eftir, sum hetta varð fest niður á pappír, er allur ísur farin til havs. Tað bleiv
fóru at standa seg illa í kanningini. Næsta ábendingin í málinum var, at Peter Straarup, sum var ein av smiðunum aftan fyri partabrævaumbýtið, varð settur forstjóri í Den Danske Bank. Tá var viðmerkingin [...] men eg haldi ikki, at vit kunnu illgita nakran, sigur Helena Dam á Neystabø. - Eg veit bert, hvat eg havi hoyrt og sæð, men eg veit ikki, hvussu kanningarnevndin prioriterar ymsu lutirnar. Sum støðan er í [...] din hevur sett sær fyri at gera kanningina lidna. - Um so er, at arbeiðið steðgar upp, skal helst ein lógarbroyting gerast, sum semja skal vera um, bæði í Løgtinginum og á Fólkatingi. Tað er neyvan sannlíkt
- Vit hava ikki sæð hetta áður, men tað kann bara vera ein forkláring. Tað er niðurstøðan hjá Michael Gram, brunaserfrøðingi hjá løgregluni í Føroyum, sum nú hevur kannað, hví eldur kom í bakaríið hjá [...] orsøkin kann vera, at eldurin kyknaði í feitti, sum hevði sett seg í eitt rør í luftreinsiskipanini við ein av bakarovninum. Michael Gram sigur, at hann tað er einki sum bendir á skammlop, ella annað elektrisk [...] ígjøgnum rørini í sambandi við roykhettuna. - At heldur beinleiðis kann kykna upp inni í einum metalrøri, havi eg ikki sæð áður, sigur hann. Hann heldur, at tískil kann tað vera eitt hugskot hjá bakarum, og øðrum