at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar [...] sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum. ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini [...] TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði. Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta
sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjørðs [...] ans, so er tað nettup landsins hægsti maður. ANNARS er spurningurin um Strandferðsluna og samferðsluna sera átrokandi at taka upp. Vit hava hoyrt um uppskot til at endurnýggja henda flotan. Nú tað stundar [...] NÚ um dagarnar bórust tey tíðindi, at Smyril verður tikin úr siglingini í góðan mánað, tí ymsar ábøtur skulu gerast. Dúgvan skal so sigla hesa tíðina um Suðuroyarfjørð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar
farnir at víðka deyðadómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera ungum aldri, vórðu tikin av døgum. Ja tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, [...] øðrum londum, heldur fram við at fremja deyðarevsing og nú eisini er farið undir aftur gamla siðin at taka fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har [...] fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi. SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva
uppgávan er alt fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um bankaendurgjald og um skuldarspurningin. Men tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit skulu tosa við donsku stjórnina um. Ein [...] landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið. Áðrenn farið verður til verka er sjálvandi neyðugt at hava eitt [...] halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum
okkara lítla samfelag ræður yvir. VIT tosa um okkara fíggjarlóg, hana fyri 99 og tær fyri ár 2000 og fylgjandi árini. Tað er eingin loyna, at talan er um eina broytingartíð - um eitt vegamót í føroyska s [...] við Danmark og umheimin annars, tað snýr seg um skuld okkara, um stovnsrøkt, um endurnýggjan av skipaflota, um at fáa sum mest burtur úr fiskatilfeinginum, um at finna bestu og frægastu pensiónsskipanina [...] Føroyar og føroyingar. BÚSKAPURIN er ófrávíkiliga tengdur at vinnulívinum, og tí er torført at tosa um búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til
verður farið ov langt á loysingaleið og hinumegin, at borgarligur politikkur ikki fær ov lætt spæl. Uppaftur ein møguleiki er tjóðveldisflokkur, javnaðarflokkur og sjálvstýri. Men ivasamt er um hesir fáa [...] spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður dumpað á valinum, so er tann forðingin [...] okkinum í komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku
sjabbinum um loysing her og nú men er farið yvir til at tosa um ein sjálvstýrisútvikling yvir eitt so og so langt áramál. Tað var nettup hetta, sum javnaðarflokkurin legði út við í sínum uppskoti um stjór [...] síggja út. Nú hava hinir bara gjørt tað ístaðin - uttan um javnaðarflokkin. SERLIGA sjónlig er nýggja kós tjóðveldisfloksins. Frá fyrr at hava tosað um loysing verður nú bráddliga tosað um eina møguligan [...] skal skipast á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt. Ongin ivi er um, at nýggju og yngri kreftirnar í flokkinum hava innsæð, at tíðin er farin frá at brúka heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda lo
at víðka sjónarringin og sambandið úteftir, og her er Skotland ein heilt náttúrlig farleið. Eitt nú tá talan er um komandi frálandavinnuna í økinum. Nú tá Atlantsflog hevur megnað at útbyggja rutunetið [...] fara vit at frætta nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er eitt gott flogsamband - og [...] og kunnu. Atlantsflog er dømi um, at tað lønar seg at trúgva uppá egna megi og mátt. Men eisini Smyril Line, sum stendur fyri eimum eins týðandi tátti sum Atlantsflog, er dømi um, at vit føroyingar megna
Suðuramerika, samstundis, sum aftur er farið at fjara. »El Niño« verður sostatt nakrar mánaðar gamal hesaferð, um tað nú veruliga er so, at fyribrigdið er í minking. Tí tað er nevniliga eingin, sum við fullari [...] á fiskamjøli og -olju hækkaði. »El Niño« var í hæddini um miðan december í fjør, tá meðalhitin í sjónum var um fýra stig hægri enn vanligt. Nú er sjóarhitin so smátt farin at lækka aftur í teimum umráðunum [...] fullari vissu kann staðfesta tað. Hóast nú sær betri út, er »El Niño« ikki liðugur á sínum skaðiliga umfari kortini. Sagt verður, at »El Niño« nú hóttir meginpartin av Peru. Í seinastu viku doyðu 39 fólk í
slíkt verk er skriva. Og skalt tú fáa sum mest burturúr er gott at vita sum mest, um hvat tað er tú hoyrur. Giuseppe Verdi var einamest ein stórur operakomponistur og tí má sigast at hetta requiem er eitt rættuliga [...] spenningurin bleiv forloystur og øll vóru nú klár at fara uppfrá. Eg trúgvi at tað í hesum føri hevur havt stóran týðning at tað er so væl frágreitt / upplýst um tiltakið frammanundan. Tað skapar stórar [...] rættuliga serstakt verk frá hansara hond. Men fyri okkum í okkara tíð er tað ein fyrimunur at eitt tílikt so langt og drúgvført verk er vorið til í tí romantisku tíðini, tí tað so inniheldur elementir av